týsdagur 18. desember 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá
okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og
langabbi
Johan Johansen
vanliga nevndur Hanne
Sandavági
f. 13.11.1923. d. 09.06.2018
andaðist og var jarðaður.
Við hjartans tøkk til starvsfólkið á Sýnini
og heimarøktini, sum passaðu hann so
fyrimyndarliga væl, og til grannarnar
fyri sýndan trúskap ígjøgnum árini.
Tøkk til Ingu Poulsen Dam prest, fyri vøkur orð.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar.
Tøkk fyri alla hjálpina í sambandi við jarðarferðina,
og ervið, fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til Meinigheitshúsið í Sandavági og
til tykkum mongu, íð fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjurnar vegna
Karla, Arne, Sólgerð og Hans-Kári
Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár
ynskja vit tykkum øll.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara
elskaða kona, mamma, omma, langomma, vermóðir
og systir
Jóna Maria Johansen
f. 20.10.1957- d. 28.04.2018
andaðist og varð jarðað.
Stóra takk til familju og vinfólk, sum vitjaðu
og vístu umsorgan undir sjúkraleguni. Og ein
serlig tøkk til Marionnu og John Kára fyri vakra
bønarløtu á sjúkrahúsinum.
Tøkk til starvsfólkið á B6 sum vóru
um hana seinastu tíðina.
Takk til Berg. D. Joensen prest,
fyri vøkur orð í kapellinum.
Tøkk til Marjun Lómaklett prest fyri talu
í kirkjuni og takk til Sóleyð og Dianu fyri vakran
sang í kirkjuni og takk fyri heilsanir sum vóru lisnar
upp í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, urguleikara,
sangarar, gravarar.
Takk til tykkum sum bakaðu og takk
til tykkum sum hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur og kransar.
Stóra tøkk til tykkum sum lótu eina peningagávu
til Leguhúsið í Nesvík og til tykkum øll
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Ingvar, Sólva, Jón Ingi og Durita
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp við
jarðarferð og ervi hjá kæru mammu, vermammu,
ommu og langommu okkara
Hansu Højsted
í Funningi.
Eisini takka vit tykkum, sum vóru um hana, tá ið
hon ikki longur megnaði tað sjálv.
Børnini við familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu
tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og
bróður okkara
Hjalmar Berthelsen
f.19-11-1932 d.21-09-2018
andaðist og varð jarðaður
Takk til tykkum øll, sum tóku tykkum so væl av
honum og okkum, tá vit vóru á vitjan á Eysturoyar
Røktarheim og Ellisheimið.
Takk til Símin P. Jacobsen prest og Hansu Petersen,
fyri góð og troystarrík orð og takk til kirkjutænarar,
sangarar og berarar.
Takk til tykkum øll, sum bakaðu
og hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Røktar og Ellisheimið.
Takk til tykkum sum komu inná gólvið,
og til tykkum sum ringdu.
Takk til øll sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól
og eitt vælsigna nýggjár og takk fyri tað brátt farna.
Familjurnar vegna
Sotina
Jarmund, Sólfríður, Thordis og Selma.
Tøkk
Ein hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara
elskađa kona, mamma, omma og langomma
Betty Mikkelsen
f. 8 juli 1930 d. 18 januar 2017
andađist og varđ jarđađ.
Tøkk til Hera prest.
Tøkk til Tjarnargarđ.
Tøkk til øll, iđ bakađu og vitjađu okkum, og tøkk
til tykkum, iđ fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstađ.
Familjunar vegna,
Páll
fyrst og fremst
www.in.fo
Vælkomið
Bestu ynskir
lítla barn
Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku
við barnsburðinum, og vilja vit fegin
siga frá hesum í teiginum “Føðingar”.
Send teldupost til:
barn@sos.fo
Upplýs:
Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.),
navn foreldranna/systkin og bústað.
Sendið mynd við