týsdagur 18. desember 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Í gjár klokkan 9.46 komu boð
frá Manchester United. José
Mourinho er ikki longur venjari
í felagnum, sum hann hevur
staðið á odda fyri í tvey og eitt
hálvt ár. Tað hevur verið eitt
misjavnt tíðarskeið við góðum
og minni góðum úrslitum,
eitt tíðarskeið við órógvi um
venjaran og ávísar spælarar og
eitt tíðarskeið, sum hevur verið
í stórum yvirskriftum. Soleiðis
er tað altíð við José Mourinho.
Arvurin eftir Sir Alex
Tað hevur gingið óvanliga illa
hjá bæði Manchester United
og José Mourinho. Manchester
United, sum hevur vunnið
Premier League 13 ferðir, hev
ur verið í meistarastríðnum
næstan øll árini undir Sir Alex
Ferguson. Premier League sá
dagsins ljós í 1992 og Sir Alex
Ferguson lyfti fyrsta steypið.
Sunnudagin tapti Manchest
er United 3-1 móti Liverpool á
Anfield. Eftir tvey áratíggju,
har Liverpool domineraði bæði
enskan, og til tíðir evropeiskan
fótbólt, so tók Sir Alex Fergu
son og sparkaði Liverpool av
pinnum í 20 ár.
Síðani Sir Alex Ferguson í
2013 takkaði fyri seg – við 13.
Premier League steypinum
undir arminum – hevur Man
chester United ikki livað upp
til ítróttarligu avrikini.
Fyrst bleiv David Moyes
rendur heim eftir átta mánaðir
við róðrið. Louis van Gaal var
royndi venjarin, sum skuldi fáa
Manchester United upp á turt
aftur. Eftir tvey ár bleiv hann
eisini koyrdur.
Frelsarin bleiv so arvafígg
indin úr Chelsea. Trýfaldi
Premier League vinnarin, José
Mourinho, bleiv settur, men út
spældur og útsligin á Anfield,
má eisini hann takka fyri seg
eftir tvey og eitt hálvt ár.
Stigatalvan, spælið og til
seinast úrslitið á Anfield var
bara ikki gott nokk.
Dropin á Anfield
Liverpool vann sunnudagin 3-1
á Manchester United í árva
fíggindauppgerðini í Premier
League. Sadio Mané skoraði
eitt, meðan innskifti Xherdan
Shaqiri skoraði tvey. Jesse
Lingard skoraði málið fyri
gestirnar úr Manchester.
Tølini tala eisini fyri seg,
tí Liverpool hevði 36 royndir
móti málinum hjá Manchester
United, sum bara seks ferðir
kláraði at svara aftur.
José Mourinho plagar at
verða kringur í orðum, tá hann
skal sleppa sær úr eini knípu,
tá liðini hjá honum hava tapt.
Soleiðis var ikki sunnudagin.
Hann viðurkendi, at Liverpool
á degnum var betri, men iðrar
seg um málini, ið gjørdu munin.
- Liverpool er eitt betri lið.
Vit kunnu ikki samanberast við
teir í leikferð og korpsstyrki.
Hóast tað, so eru vit við til tað
eru 15 minuttir eftir av dysti
num, og tá er javnleikur mest
sannlíka úrslitið, segði José
Mourinho, sum eisini kærir
sína neyð um skaðar.
- Vit hava havt trupulleikar
av skaðum í longri tíð. Tá
spælarar ikki venja regluliga,
so klára teir ikki at standa í
móti Liverpool. Teir eru skjótir,
sterkir og ágangandi. Livepool
spælir við fullari ferð, segði
José Mourinho.
Órógv um Paul Pogba
Tað er sjáldan róligt, tá José
Mourinho er venjari. Soleiðis
hevur eisini verið í Manchester
United. Hann hevur upp til
fleiri ferðir víst sína ónøgd við
bæði leiðsluna, fyrrverandi
spælarar og núverandi spælar
ar.
Hann skal eitast at hava
verið ónøgdur við Ed Wood
ward, sum stendur á odda fyri
innkeypunum hjá felagnum.
Hann hevur fleiri ferðir víst á,
at hann ikki hevur nóg góðar
spælarar í hópinum, hóast
hann hevur keypt 11 spælarar
í síni tíð.
Mest
umtalaða
ósemjan
hevur tó verið við stjørnu
spælaran, Paul Pogba. Hann
var heimsins dýrasti spælari, tá
hann í 2016 kom til Manchester
United frá Juventus. Tað hevur
tó ikki eydnast José Mourinho
at fáa nógv fyri pengarnar. Við
tíðini er Paul Pogba endaður á
bonkinum, eftir at portugisiski
venjarin upp til fleiri ferðir
hevur verið eftir honum. Bæði
fyri avrikini á vøllinum, men
eisini fyri atburðin uttanfyri
vøllin.
Eitt
sindur
sigandi
um
støðuna, so sat Paul Pogba
uttanfyri allan dystin móti
Liverpool. Søgurnar siga, at
franski heimsmeistarin í longri
tíð hevur leitað eftir nýggjum
avbjóðingum.
José Mourinho kann fáa
tað besta burturúr spælarum,
men hann er heldur ikki bang
in fyri at gera seg ókláran við
stjørnuspælarar. Í hesum føri
num tapti José Mourinho tann
dystin.
Kritikkurin helgar omanyvir
José Mourinho náddi at verða
venjari hjá Manchester United
í tvey og eitt hálvt ár. Eftir at
hava vunnið millum annað
Liga Cup og Europa League,
umframt at blíva nummar tvey
í farna kappingarári, so hevur
vánaliga byrjanin í ár kostað
honum starvið.
Manchester United er í
løtuni á sætta plássi, 19 stig eftir
Liverpool, sum er nummar eitt.
Hetta er vánaligasta byrjanin
hjá Manchester United síðani
1990.
Vánaliga gongdin og serliga
tað lítið eygagóða spælið hevur
gjørt, at José Mourinho at kalla
hvørja viku hevur verið noydd
ur at dystast uttanfyri vøllin.
Fyrrverandi
spælarar
hava
eftir at kalla hvørt avrik víst
sína ónøgd.
Fyrrverandi spælarar sum
Roy Keane og Paul Scholes
hava
gingið
á
odda
við
kritikkinum, meðan Gary Ne
ville, Rio Ferdinand og aðrir
eisini hava verið úti við rívuni
til tíðir.
Hetta hevur mangan fingið
ilt í portugisiska venjara, sum
fleiri ferðir hevur víst á, at
hann er ein trýfaldur Premier
League vinnari, og at hann
hevur vunnið meistaraheiti í
fleiri londum. Hartil hava fyrr
verandi spælarar sum Gary
Neville fingið at vita, at teirra
evnir sum venjarar ikki hava
livað upp til evnini sum við
merkjarar.
200 milliónir krónur
í lumman
Seinnu árini hevur gyltað
lógvatakið, sum eitt nú stjórar
fáa, tá teir verða uppsagdir,
verið nógv umtalað. Í fót
bóltsheiminum er hetta eisini
ein partur av spælinum. José
Mourinho gjørdi nýggjan sátt
mála við felagið so seint sum í
januar 2018.
Dailyrecord og Dailymail
skriva, at tað fer at kosta Man
chester United millum 150 til
200 milliónir krónur at hava
koyrt
José
Mourinho
frá.
Dailyrecord skrivar, at støddin
á útgjaldinum verður tillaga
um Manchester United klárar
Champions League fótbólt til
komandi kappingarár.
Carrick tekur yvir
Felagið boðar frá, at ein av
loysari skal setast til restina av
kappingarárinum, meðan ein
nýggjur venjari skal setast, tá
kappingarárið er liðugt.
Nú fyrstu dagarnar verður
tað hjálparvenjarin, Michael
Carrick, sum tekur yvir. Hann
er fyrrverandi miðvallari í
felagnum og sigst vera væl
lýddur í hópinum. Tó verður
ikki væntað, at hann verður
fyribils venjari til kappingar
enda skriva millum annað Sky
Sports og Dailymail.
Søgurnar siga, at talan verður
um ein fyribils venjara, sum ikki
er í felagnum í løtuni, men at
hann skal hava vitan um felagið.
Premier League:
Manchester United hevur kunngjørt, at José Mourinho ikki longur
er venjari í felagnum. Umstríddi venjarin er koyrdur, eftir eina
søguliga vánaliga byrjan upp á eitt kappingarár í Premier League
SO REYK JOSÉ
MOURINHO