Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 148 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Mánadagin fekk ein 46 ára gamal maður fimm mánaðir treytaða fongsulsrevsing fyri at buka eks- damuna Týsdagin segði Manchester United José Mourinho úr starvi sum høvuðsvenjari Mikudagin bleiv Evald Kjølbro sagdur úr starvi sum landsverkfrøðingur’ Mikudagin fekk ein 33 ára gamal maður tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava yvir 130.000 barnapornografiskar myndir heima hjá sær sjálvum. Hósnáttina yvirlivdi Rigmor Dam eina misálitisváttan móti sær. Klamydia MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur er fráfaringar­ lønin hjá José Mourinho tingfólk atkvøddu blankt um misálitið móti Rigmor Dam. Tey trý vóru Kristin Michelsen, Sonja Jógvansdóttir og Magni Laksáfoss 200 3 Kynssjúka, sum vanliga rakar ung millum 15 og 24 ára gomul. Smittar gjøgnum samlegu. Kann gera kvinnur ófruktbarar. Ársfrágreiðing landslæknans staðfestir, at ongantíð áður eru so nógvir tilburðir av klamydia staðfestir sum í ár. - Føroyingar mugu vera raskari at brúka hít, sigur landslæknin og vísir á, at óvard samlega eisini letur dyrnar upp fyri nógvum øðrum, álvarsamari, kynssjúkum. ”Løgtingslimir eru ikki frægari enn børn í fyrsta flokki” – Nú fara tit so øgiliga illa við børnum í fyrsta flokki Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 m/s, í løtum gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Okkurt æl, men onkrir sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig. Tollaksmessudag hækkar hann í ein landnyrðing og seinni snarar hann í ein vestan. Lot til andøvsgul, 2 til 7 m/, í løtum gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Nakað av ælum, men onkrir sólglottar av og á. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig. Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 m/s, í løtum gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Okkurt æl, men onkrir sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig. 2-7 m/s 2-7 m/s Hetta er seinasta blað undan jólum. Tað minnir okkum á, at skjótt er eitt ár afturat farið aftur um bak. Vit keypa nýggjar álmanakkar av ymiskum slag til ábrúkta árið 2019. Jólini eru ein hugnalig tíð og tað eiga tey at vera. Viðhvørt ivist eg tó í, hvussu hugnalig tey eru hjá smábarnafamiljunum. Ikki tí -tað er stuttligt at halda jól samanvið børnum, men tað er eisini belastandi í desember at ganga til jólahald av øllum handa slagi saman við børnunum. Meðan foreldrini stressa til arbeiðis skulu tey eisini taka sær tíð til at vera saman við børnunum, seinnapartar á dagstovnum og frítíðarstovnum, ítróttatfeløgum og skótum og so eisini í skúlanum. Alt r gjørt í góðari meining og er ein partur av okkara mentan, men viðhvørt síggja foreldrini rættuliga omansleipin út, tá ið tey noyðast at møta til fjóðra jólahaldið sama dag. Kanska okkurt at hugsa um ti komandi jól. Ája! Uttan her at gera ein status yvir árið, so ber til at siga, at hetta hevur verið ein munandi betri fiskiár á føroyska landgrunninum enn tey, sum vit hava havt seinastu mongu árini. Útróðurin er farin at løna seg og línuskipini fáa eisini fisk. Hetta gevur eina optimismu millum tey mongu, sum eru knýtt at hesum fiskiskapinum. Hetta er ein serliga vinna, sum hevur skaffa okkum føroyingum mat á borði í mong Harrans ár. Ája! Hendan vikan er í stórazn mun farin við politikki. Fíggjarlógin er endaliga samtykt, so landið kann stýrast eftir henni komandi ár. Løgtingið hevur eisini givið landsstýrismanninum við vinnu- og uttanríkismálum heimild at siga Hoyvíks-sáttmálan upp. Hetta er ein sáttmáli um handil millum Føroyar og Ísland. Trupulleiki hevur verið við sáttmalanum, tí føroyska vinnan hevur sagt, at íslendingar fáa meira úr sáttmálanum enn føroyingar. Harafturat ger nýggja lógin um sjófeingi, at sáttmálin ikki gongur hond í hond við lógini. Sambært lógini skulu íslendingar úr føroysku fiskivinnuni, men tað passar ikki saman við Hoyvíks-sáttmálanum. Tí má hann sigast upp. Hetta gongur so útyvir onkran, men vónandi ber tila t semjast um ein nýggjan sáttmála, sum ikki er í stríð við lógina um sjófeingi. Nú jólini eru so nær, fari eg her at nýta høvi at ynskja tykkum øllum eini góð og hugnalig jól. Eg vil eisini minna á, at hetta er tíðin, tá ið vit eiga at geva okkum stundir hvør til annan. Summi hava mist o summi hava fingið síðani seinastu jól. Soleiðis er lívið Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Fyrsta skotið er latið av í báðum endum av Sandoyar­ tunlinum? 2-7 m/s