Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 148 8 PÆTUR HJALMAR EVENSSON V it skulu møtast klokk­ an 15 í Lagkagehuset í Søborg norðaliga í Keypmannahavn. Tá eg komi út úr bussinum, sum steðgar beint uttan fyri møtistaðið, stendur 72 ára gamla Margrethe Koytu longu uttan fyri inngongdina. Hon heilsar sera blíð og fyrikomandi, men sigur beinanvegin, at hon hevur umbestemmað seg viðvíkjandi kaféini. - Halt kjaft ikki, har er ikki verandi í Lagkagehuset, so stórt, op­ið og keðiligt tað er inni har. Lat okkum finna eina betri kafé… har skuldi verið ein beint her yviri, sigur hon og fer beint til stroks í sama rætning, sum bussurin, ið júst er farin avstað aftur. - Er hendan her ikki fitt? spyr hon og peikar á lítlu ljósu kafé­ina á horninum eitt sindur longri frammi. Har er ikki nógv pláss, men har er hugnaligt og luktar av ný­bryggj­aðum kaffi og heima­ bakstri. Vit keypa okkum hvør sín kaffimunn og hvør sína kaku, áðrenn vit seta okkum við lítla runda borðið við vindeygað. Margrethe er í einum svørtum skinn­jakka, og oman eftir akslun­um hevur hon eitt lætt, tunt appelsingult turriklæði, sum matchar væl við knallreyða hárið, sum er krúllut og stutt. Bæði baristan og ein gestur hava longu heilsað vinarligt uppá fryntligu Margrethu. Antin Hon hevur verið við í óteljandi filmum og sjónleikum og kann uttan iva roknast uppí donsku sjónleikaraelituna. Tann altíð smílandi, stuttliga og kjaftbreiða Margrethe Koytu hevur røtur heiman av Sandi, og vit hitta hálvføroysku sjónleikarinnuna til eitt prát um mangt og hvat - FÓLK HALDA MEG VERA JAPANARA PERSÓNSSØGA: Margrethe Koytu Lívsglaða sandoyar-divan: