hósdagur 20. desember 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
9
kennast tey frammanundan, tí
hon býr í grannalagnum, ella
eru tað bara tey, sum kennast
við hana – tí hon er jú eitt
nokkso kent andlit í Danmark.
Aftaná nógvar tímar tilsamans
á sjónvarpsskíggjanum og á
pallinum er tað ikki løgið, at
hon fær nøkur forvitin eygu
sendandi eftir sær. Men tað er
hon ivaleyst von við.
Ongantíð verið ov
fín til lítlar rollur
Margrethe Koyu hevur spælt
við í nógvum av teimum heilt
stóru donsku filmunum, sendi
røðunum og sjónleikunum. Hon
er alt annað enn snobbut og
trívist líka væl í høvuðsrollum
sum í birollum.
- Eg havi ongantíð verið ov
fín til at spæla smáar rollur, og
tí havi eg ongantíð sagt nei til
tilboð um hesar rollurnar. Ein
starvsfelagi segði mær einaferð:
“tað finnast ongar smáar rollur
– bara smáir sjónleikarar”.
Hesum orðunum hevur Mar
grethe Koytu livað eftir, og tað
er eftir hondini blivið til eina
langa røð av leiklutum, sum
hava gjørt hana til fólkaogn í
Danmark. Hon bleiv landskend
aftaná sín stóra leiklut í success-
sendirøðini TAXA sum tann
facetteraða og móðurliga Lizzie,
ið við sínum stóra hjarta savn
aði alla taxabilstøðina. TAXA
sendirøðin varð send frá 1997-
1999 á DR1.
- Tað var eitt stuttligt og
festligt tíðarskeið. Vit, leikarar
nir og filmsliðið, vóru so nógv
saman hesi árini, og vit vóru øll
sum ein stór familja, fortelur
hálvi føroyingurin og byrjar at
droyma seg aftur til tað serliga
samanhaldið, Taxa-toymið
hevði.
- Vit høvdu nakrar heilt fan
tastiskar veitslur, skal eg siga
tær. Eg haldi, tað bleiv til einar
20 veitslur tilsamans. Vit fingu
ein nýggjan leikstjóra eftir
hvønn triðja part, og hvørja ferð
ein leikstjóri gavst, hildu vit eina
rimmar veitslu. Einaferð segði
DR-leiðslan, at nú var nokk.
Nú kundu vit ikki halda fleiri
veitslur fyri teirra pengar. Vit
løgdu líka í og vildu so skipa
fyri veitslunum sjálvi, men tað
endaði við, at DR boygdi seg, og
vit sluppu at halda fram, greiðir
Margrethe frá við sínari heitu og
hálvhásu rødd, og tað er týðiligt,
at hon er von at brúka røddina
á palli.
- Eg havi altíð sagt, at eg eri
ein festapa, og tað kann gott
vera, at eg ikki eri tann vakrasta
kvinnan í heiminum, men eg eri
so dekan fari undirhaldandi,
staðfestir Koytu við einum
skálkabrosi.
Umframt leiklutin sum Lizzie
í TAXA hevur Margrethe Koytu
spælt við í Matador, Jeppe på
Bjerget, Dan-Dream, Flamberede
Hjerter, Otto er et næsehorn,
Lærkevej og fleiri aftrat. Hon
skemtar við, at hon er einasti
dani, sum bæði hevur vunnið
eina Reumert-heiðursløn og
eina realityheiðursløn.
Reumert-heiðurslønina fekk
hon í 2014 fyri leiklutin sum
tann kjaftbreiða Bodega-Connie
í leikinum, Varmestuen, meðan
hon fekk eina realityvirðisløn
fyri sína luttøku í TV3-sjón
varpsrøðini “Jeg er celebrity – få
mig væk herfra!” í 2016.
- Fólk halda meg
vera japanara
Eftirnavnið hjá royndu sjón
leikarinnuni stavar frá Koytu á
Sandi, sum er gomul búseting frá
16. øld. Hetta var barnaheimið
hjá ommu hennara, og í dag hús
ast savn í tveimum av húsunum.
Margrethe er errin av sínum
originala eftirnavni, og sigur
mann “Koytu” við ein films- ella
sjónleikakønan dana í dag, so
veit viðkomandi beinanvegin,
at talan er um Margrethu Koytu.
Men tað hoyrir til undantøkini,
at nakar kennir hennara eftir
navn aftur sum eitt føroyskt
eftirnavn. Summi oyru hoyra
“Koytu” sum japanskt, og tí
verður hon javnan hildin at vera
japanari.
- Fólk halda ofta fyrst, at eg
eri japanari. Men so tá tey síggja
meg, halda tey knappliga, eg
komi úr Finnlandi. Men tá sigi eg
altíð “nei nei, tað er slett ikki so
torgreitt… Koytu er føroyskt!”. Eg
fái enntá onkuntíð teldupostar
úr Japan á japonskum, og hví eg
fái tað, skilji eg slett ikki.
Men børn misskilja ongantíð
navnið hjá henni, og tað leggur
hon merki til ferð eftir ferð, tá
hon ringir onkrastaðni, og eitt
barn tekur telefonina.
- Børn hoyra mítt eftirnavn
júst, sum tað er, og rópa altíð
uttan trupulleikar “tað er Mar
grethe Koytu!” við tann, sum eg
skal tosa við. Tey hava jú ongar
forvæntningar um, at eitt eftir
navn kann vera løgið ella øðr
vísi. Men so skjótt eg ringi inn
á Ráðhúsið, so má eg stava alt
navnið fyri teimum. Tey halda,
tað er nógv meira fløkt, enn bara
K-o-y-t-u, flennir hálvi sanding
urin.
Hon plagdi annars at eita
Margrethe Koytu Knudsen á
pappírinum, men tað hevði ov
nógvar óneyðugar trupulleikar
við sær.
- Tað gjørdi ikki mun. Hvørja
ferð eg var á almennum støðum,
sum eitt nú á flogvøllinum, og
mítt navn skuldi rópast upp, so
varð eg kallað “Margrethe Knud
sen”, men eg reageraði ikki uppá
tað. Eg var jú bara von við Koytu,
so eg valdi at strika Knudsen,
fortelur hon.
- Føroyar vóru ov
lítlar til mammu
Mamma Margrethe æt Anna
Koytu Hansen, og hon arbeiddi
á Statens Serum Institut. Sum 16
ára gomul flutti hon við stórum
útlongsli úr Føroyum og endaði
við at búseta seg í Danmark, har
hon møtti løgreglumanninum,
Anders Knudsen, sum hon fekk
børn saman við.
- Eg spurdi hana ofta, um hon
ikki vildi flyta upp til Føroya
aftur. Men tað vildi hon ikki
og segði altíð kortanei. Føroyar
vóru alt ov lítlar til hana, og hon
tveivst betur í Danmark, har tað
eftir hennara tykki hendi nógv
meira.
Margrethe fær sær ein munn
av svarta kaffinum og minnist
aftur á foreldrini, sum vóru
stórir mótsetningar. Pápin var
ein róligur maður úr friðsæla
Jútlandi, meðan mamman av
Sandi hevði stutt fjús og var eins
og dóttirin full av orku.
- Pápi mín var so flottur í sín
um løgreglubúna, og mamma
mín var djúpt forelskað í honum
til sín doyggjandi dag. Í sínum
síðstu árum bleiv mamma mín
dement, men hon gloymdi
ongantíð sín kærleika til hann.
Hann vitjaði hana hvønn dag á
røktarheiminum, og hvørja ferð
hann fór har frá, stillaði mamma
seg á tá at mussa hann farvæl.
Hesi síðstu nógvu árini náddi
pápi mín eisini at vísa henni
allan sín kærleika, sum hann
kanska ikki hevði víst líka væl
áðrenn, fortelur Margrethe við
einum stórum smíli. Hon smíl
ist, tí hon heldur, teirra sam
band hesi síðstu árini var so
vakurt. Hon fortelur víðari um
Margrethe Koytu fekk eina Reumert-virðisløn fyri bestu kvinnuligu birolluna í sínum leikluti í sjónleikinum, Varmestuen, frá 2014
MYND: THOMAS PETRI