Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 148 10 sambandið millum seg og mam­ muna. - Mamma mín var ein lívlig energi­bumba við nógvum tempera­menti. Vit høvdu eitt gott samband, men har vóru sanni­liga eisini nógvar kon­ flikt­ir, har vit vóru uppá tvørs við hvørja aðra. Eg var jú sjálv ein órólig, rokalig humørbumba, sum til tíðir var ring at halda skil á. Mamma segði altíð “oyjússus, títt ólukkudýr!”, tá eg ikki upp­ førdi meg ordiligt, flennir Koytu og endurtekur eyðkendu før­ oysku miðalvarpingina enn harðari í trongu kaféini, sum er full av kaffidrekkandi gestum. - …. Oyjússus, oyjússus! - Sjúkrarøktarfrøðingur er eitt ræðuligt orð Margrethe er stinn í føroyskum, men tosar tað ikki flótandi. Hon skilir væl, tá føroyingar tosa sínamillum og dugir fleiri orð­ ingar uttanat. Hon er ikki bang­ in fyri at siga sína meining, og hon hevur eisini eina greiða meining um føroyska málið. - Føroyska málið er sera flott, men nøkur orð eru ov nógv av tí góða. Føroyingar eru nakað so herviligir, tá tað kemur til at uppfinna nýggj orð. Tað ræðuligasta føroyska orðið er “sjúkrarøktarfrøðingur”, sigur hon og skapar sær eyka nógv aftaná hvørt sjálvljóð fyri at vísa sína andstygd. - Eg kann ikki torga hatta orð­ ið. Eg haldi, tað er so ljótt. Hví ikki bara siga sjúkrasystir? At vera sjúkrasystir er altso ikki eitt vísindi, har mann behøvist at vera ein “frøðingur”, og annars kunnu menn eisini saktans verða kallaðir sjúkrasystrar, sigur hon og vísir á onnur dømi um nýføroysk orð. - Álvaratos, hatta er simpult­ hen so fjákut. Mann skal jú held­ur ikki yvirkonstruera alt. Mann skal ansa eftir, at málið ikki missur sín vakra klang – sín mu­sikk. Margrethe Koytu valdi at spæla føroyingum eitt málsligt puss, tá hon leikstjórnaði før­oyska leikin, “Fangaður í netinum”, sum gekk í Sjón­leikar­ húsinum í 2007. Her brúktu eldru leikararnir heiti sum “sjúkrasystir”, meðan yngru leikar­ar­nir brúktu serføroysk orð sum “sjúkrarøktarfrøðingur”. Hetta var eitt lítið eksperiment hjá Koytu fyri at vita, um áskoðararnir løgdu málsliga munin til merkis. At sigla er ein fríløta Sum barn vitjaði Margrethe Koytu javnan í Føroyum, og hevur tí góð barnaminni av Sandi. Hon plagdi tá at ferðast sjó­vegis til Føroya saman við mammu síni, og henni hevur dámt at sigla líka síðan. - Eg elski at sigla. Eg gloymi ongan­tíð, tá eg skuldi sigla frá Skúv­oy til Sands, aftaná at hava vitjað sysktinabarn mítt í Skúv­ oy. Tað var óveður, og vit blivu knappliga uppringd og fingu at vita, at um eg skuldi við til Sands, so skuldi tað vera nú. Tað rullaði nakað so illa, men kort­ini stóð eg úti á dekkinum – eg sá ikki vandan í hesum ringa veðri­ num, men helt tað vera stuttligt. Skiparin helt meg vera øra, men okay… eg eri heldur ikki hálvur føroyingur fyri einki, flennir hon. Tað var á hesum túrinum, hon fann útav, hvussu sjósterk hon í roynd og veru var. Henni dámar best at hava bilin við, tá hon skal vitja oyggjarnar og plagar tí at koma til Føroya við Norrønu. - At vera umborð á skipum er ein sovorðin deilig fríløta mill­ um tvey stopp. Mann hevur út­sýni til stóra havið, og mann kann fara út á dekkið og njóta frið­in. Eg havi sum prinsipp, at eg skal hava kamar við vindeyga um­borð á Norrønu. Fólkakæri sjónleikarin roynir at koma til Føroya í minsta lagi ann­að hvørt ár, og hon nýtur hvørja løtu. - Tað gongur ikki ein dagur hjá mær í Føroyum, har eg ikki steðgi upp og sigi “halt kjaft, her er vakurt”. Eg elski náttúru­na, fossarnar, seyðin, grøna grasið, og eg haldi, tað er nakað so fasinerandi, sigur Mar­grethe Koytu, sum hevði eitt tíðarskeið, har tað gingu nógv ár ímillum, at hon vitjaði í Føroyum. Men seinastu árini hevur hon tó havt nógv betri stundir til móðurlandið, og hon hevur ætlanir um at koma upp aft­ur til Føroya heilt skjótt. PATURE@SOSIALURIN.FO Saman við John Hahn-Petersen hevði Margrethe Koytu ein av høvuðsleiklutunum í TAXA sendirøðini síðst í 90’unum. Aðrir leikarar vóru m.a. Pernille Højmark, Peter Mygind, Anders W. Berthelsen og Peter Gantzler MYND: ERIK JEPSEN PERSÓNSSØGA: Margrethe Koytu