Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 148 11 2018 Sum nakað nýtt fer Sosialurin at bjóða øllum lesarunum, tað vil siga øllum Føroya fólki, at velja ársins føroying 2018. Hetta fer at vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Vit lata tað fyrst og fremst vera UPP TIL TYKKUM lesarar at gera av, hvat tit halda er besta orsøkin til ella prógvið um, hvør eigur heiðurin at gerast ársins føroyingur 2018. Men vit fara eisini at leggja dent á hetta: Viðkomandi, sum hevur uppiborið hetta heitið, hevur gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað verið seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið ella samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, fyri eitt ávíst felag ella felagsskap, fyri eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur. Veljið ein persón og grundgevið, hví viðkomandi er tykkara val. Sendið uppskot tykkara á telduposti til arsins@sosialurin.fo áðrenn 17. desember 2018. Ein dómsnevnd fer so komandi tíðina at velja ársins føroying millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini at prenta nøkur av uppskotunum við grundgevingunum í komandi bløðum og á in.fo. Avdúkingin av ársins føroyingi 2018 verður í nýggjársblaðnum hjá Sosialinum fríggjadagin 28. desember. Sendið uppskot tykkara á telduposti til arsins@sosialurin.fo áðrenn 17. desember 2018.