hósdagur 20. desember 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
18
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
S
jáldan er so nógv virksemi
í føroysku kirkjunum
sum tá jólini nærkast.
Fólk streyma til tær fýra
adventsgudstænasturnar, ið eru
sunnudagarnar upp til jóla, og
seinnu árini er tað vorðið alsamt
meira vanligt, at ymiskar jólakon
sertir og onnur tiltøk verða hildin
í kirkjunum kring landið.
Tað er kanska ikki so løgið, tí
jólini verða jú roknað at vera ein
kristin høgtíð, har vit minnast
føðing Jesusar í einum fjósi í
Betlehem fyri umleið 2.000 árum
síðan.
- Jólini eru farskotið til ta
evangelisku tíðina. Hon er ein av
stóru hátíðunum í kirkjuni. Summi
vilja siga, at um man hyggur eftir
tí frá einum gudfrøðiligum sjón
armiði, so eru páskirnar helst
størri, men tað er eingin ivi um,
at millum manna, so er jólini tann
størsta kirkjuliga hátíðin og eru
kirkjurnar væl vitjaðar um jólini,
sigur Jógvan Fríðriksson, Føroya
biskupur.
Meðan kjarnin í jólaboðskap
inum er kristin, so kann tað vera
skjótt at gloyma tað, tá alt hitt
rundanum kjarnuna er farið at
fylla so nógv allan mánaðin. Nógv
er nevniliga á skránni á jólum og
vanligt er at hoyra fólk tosa um
jólaresi. Hendan kenslan, at man
rennur alla desember mánað, tí
tað er so nógv, ið skal náast og
tíðin er so knøpp. Biskupur ávarar
eisini móti, at gera ov nógv av
fyrstu vikurnar.
- Vandin er, at man hevur
brent alt krútið av áðrenn jólini
koma, tí man hevur so nógv um
at vera. Fyrr tá man vaks upp í
eini bygd, var eitt stórt jólaligt til
tak fyri alla bygdina, men nú er
tað í hvørjum skúla, barnagarði,
vøggustovu, sambýli, ellisheimi
og aðrastaðni. Tað tekur nakað av
dáminum sjálvan jóladag, um vit
hava runnið okkum troytt áðrenn
jólini, sigur Jógvan Fríðriksson.
Aftur til bleytu pakkarnar
Í øllum rokanum upp til jóla kann
tað vera skjótt, at man missur
fokus á tað, ið er týdningarmikið
her í lívinum. Men tað er ikki bara
um jóltíðir, at vandin er til staðar.
Biskupur metir seg nevniliga
hóma eitt rák seinnu árini, har
vit sum samfelag og einstaklingar
hava mist fokus á tað, ið hevur
mest á siga.
- Vit eiga at fara aftur til teir
bleytu pakkarnar innaní okk
um og hugsa um lívið og lívs
virðið. Bæði sum samfelag og
einstaklingar. Í løtuni hava vit
eina samgongu har meirilutin er
vinstravendur og áðrenn var ein
borgarlig samgonga, men í báðum
førum vóru vit sum samfelag øgi
liga upptikin av teimum hørðu
pakkunum ella virðunum, so sum
tunlar, brýr o.s.fr. Tað hevur fylt
nógv seinnu árini, sigur hann.
Samstundis sum hesi viður
skifti hava fylt nógv í føroyska
samfelagnum, eru vit vorðin
munandi fleiri fólk her á landi.
Fyri fyrstu ferð búgva fleiri enn
50.000 føroyingar í landinum og
tað setir eisini nøkur krøv.
- Sum samfelag móti sínum
borgarum, og einstaklingar móti
okkara medmenniskjum, mugu
vit fara aftur til teir bleytu
pakkarnar. Ikki bara fáa okkum
statussymbol, marglætisíbúðir
og deyðar lutir, men í staðin velja
at brúka tað vit hava, okkara tíð
og evnir, at gera íløgur í hvønn
annan, sigur biskupur og vísir á,
at við so mongum øðrum, so byrjar
slíkt við einum sjálvum.
- Tað er einki løgið at hugsa um
meg og míni, men man má eisini
hava eitt sindur av yvirskoti
til tey, ið búgva uttanfyri sítt
matrikulnummar og hugsa um
tey, ið sita í trongum skóm.
Menniskja er ikki
kassaforma
Tey sum hava lurtað og lisið tað, ið
biskupur hevur latið úr hondum
í seinastuni hava kanska varnast
eina ørkymlan um, at okkara sam
felag hevur lyndið til at avmarka
menniskjur til einans eitt tal,
har hædd ikki verður tikið fyri
hvussu ymisk vit øll eru. Tað
fellur undir tað, ið hann kallar fyri
millimeturrættvísi.
- Tað sæst aftur við, at øll skulu
hava líka hjálp, hóast tørvurin
er ymiskur. Ein fátæk kona, ein
lig mamma ella sjúkur maður
verða øll stuðlað við eini ávísari
upphædd, hóast summi av hesum
hava brúk fyri 1.500 krónum í
staðin fyri 1.000 krónum. Men
um man lesur líknilsi hjá Jesusi
um skuldabundna tænaran, so
verður har sagt, at hann fór inn og
niðurskrivaði skuldina hjá fólkum
úr 20 til 50 prosent.
Sambært biskupi er trupul
leikin tann, at vit ikki longur
síggja menniskjuni, ið hava tørv
á okkara hjálp, tí vit royna at fáa
øll at passa inn í eina ávísan skip
an, áðrenn vit rætta teimum hjálp
andi hondina.
- Vit fáa eitt tal og so verða
vit øll viðfarin líka sum vóru vit
mekanismur í einum databasa.
Men menniskja er ikki kassa
forma. Vit eiga at koma aftur til
tað, at mannalívið er ikki eitt tal.
Vit mugu sum samfelag tora at
fara inn og lyfta summi meira enn
onnur. Væl vitandi um, at vit tá
hava brotið tað millimetrarættvísi,
ið annars hevur ligið til grund fyri
okkara hugsan, sigur Jógvan Fríð
riksson.
Kann ikki vera rætt
Tað er ikki neyðugt at tosa leingi
við biskup, áðrenn tað gerst greitt,
hvat tað er, ið ger at hann nú heitir
á føroyingar, um at seta fokus á
tey bleytu virðini og hjálpa sínum
næsta.
- Tað kann ikki vera rætt, at
børnini í fátækraváða verða fleiri
og fleiri í tali. Tað kann heldur
ikki vera rætt, at fleiri og fleiri
fólk fáa sálarligar sjúkur sum
strongd. Møguliga er lívsstílurin
hjá okkum skeivur. Tí hevði tað
verið ein fín jólagáva, um vit
góvu hvørjum øðrum tí gávu, at
eg sjálvur endurskoði mítt egna lív
mótvegis mínum egnu og mínum
medmenniskjum, sigur biskupur.
Man nýtist ikki at bíða leingi
fyri at gera hesa broyting, tí jólini
eru eitt upplagt høvi at minnast á,
at seta tørvin hjá øðrum framum
sín egna, vísir biskupur á.
- Vit eiga at liva jólini soleiðis,
at vit ikki hava moralskar timb
urmenn av teimum. Har meini eg
tað, at jólini eru barnanna hátíð.
Tað eru okkara børn og barna
børn, ið eiga at vera í fokus, og ikki
eg sjálvur og mín egni hugni. Men
so eru tað eisini tey, ið koma aftan
fyri meg og míni. At vit royna at
strekkja okkum langt. Og fáa vit
kanska gjørt mun hjá onkrum, ið
sita einsamøll á jólum? Tíbetur
eru tey ikki nógv, men tað at eitt
menniskja følir seg einsamalt á
jólum, tað er eitt menniskja ov
nógv, sigur Jógvan Fríðriksson.
Halda fast
Mangan verður ført fram, at tað
kann vera ringt at hóma tann
kristna boðskapin á jólum, tá
tað handilsliga er farið at fylla
alsamt meira. Men har metir
Jógvan Fríðriksson, at kirkjur og
samkomur hava ein sera týdning
armikla uppgávu.
- Kirkjur, samkomur og hin ein
staki mugu fyri alt í verðini halda
fast í kristna boðskapin og fáa
hann væl og virðiliga fram og seta
frelsaran sjálvan í fokus, tí annars
verða jólini bara ein ólavsøka aftr
at, sigur biskupur.
Hann er eisini skjótur at svara,
tá hann verður spurdur hvat
kjarnin er í jólaboðskapinum, ið
kirkjur og samkomur muga halda
dast í.
- Kjarnin er at Gud kemur til
- Vit fáa eitt tal og so verða vit øll viðfarin
líka sum vóru vit mekanismur í einum
databasa. Men menniskja er ikki kassaforma.
Vit eiga at koma aftur til tað, at mannalívið
er ikki eitt tal. Vit mugu sum samfelag tora
at fara inn og lyfta summi meira enn onnur.
Væl vitandi um, at vit tá hava brotið tað
millimetrarættvísi, ið annars hevur ligið
til grund fyri okkara hugsan, sigur Jógvan
Fríðriksson, biskupur, ið vónar at føroyingar
finna teir bleytu pakkarnar framaftur á jólum.
MANNALÍVIÐ ER
- Kirkjur,
samkomur og
hin einstaki
mugu fyri alt í
verðini halda
fast í kristna
boðskapin og
fáa hann væl og
virðiliga fram
og seta frelsaran
sjálvan í fokus,
tí annars verða
jólini bara ein
ólavsøka aftrat
- Fáa vit kanska
gjørt mun hjá
onkrum, ið sita
einsamøll á
jólum? Tíbetur
eru tey ikki nógv,
men tað at eitt
menniskja følir
seg einsamalt á
jólum, tað er eitt
menniskja ov
nógv