Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 148 17 Fleiri umsóknir um jólahjálp: PÆTUR HJALMAR EVENSSON B arnabati hevur aftur í ár savnað pening inn til jólahjálpina fyri at hjálpa fíggjarliga sperd­um barnafamiljum um jól­ini. Tá freistin var úti hin 6. des­ember vóru 270 umsóknir um jólahjálp innkomnar. Tað eru 15 fleiri umsóknir enn í fjør, tá 255 umsóknir komu, og hetta er ein ábending um, at fleiri barnafamiljum tørva fíggjarliga hjálp í ár. Í fjør var ein stór minking í talinum av umsóknum, men hendan mink­ ingin sæst ikki aftur í ár. - Í 2016 fingu vit 300 um­ sóknir inn, og tað minkaði í fjør niður í 255. Vit vónaðu, at ten­dens­urin fór at halda fram, men 270 umsóknir í ár er enn ein minking samanborið við fyrr­árið, so talan er ikki um ein so stóran vøkstur, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barna­bata. Tær flestu familjurnar, sum fingu jólahjálp í ár, fingu eitt gávubræv á 1500 krónur. Av teim­um 270 umsóknunum vórðu 12 prosent ikki játtaðar. Barnabati hevur enn ikki gjørt tær stóru greiningar av tøl­unum fyri jólahjálpina í ár, men tey hava lagt merki til eitt. - Tað vóru 500 børn, sum fingu jólahjálp í ár. Í fjør vóru tað 455, so har er eisini ein vøkst­ur, sigur Djóni Eidesgaard, sum ikki veit at siga, hvussu tað ber til, at hesin vøksturin sæst í ár. Ikki líka nógvan stuðul sum fyrr Barnabati yvirtók virksemið hjá  Í Menniskjum Góður Tokki í 2016, og síðan tá hevur ár­liga jólahjálpin hildið fram undir navninum Barnabati. Djóni Eidesgaard hjálpti til í Í Menniskjum Góður Tokki tað síðsta árið fyri at seta seg inn í øll viðurskiftini, so Barnabati á best møguligan hátt fekk rikið virk­semið víðari. - Eg legði merki til, at hetta var eitt sera tíðarkrevjandi og um­fatandi virksemi. Tað hevur gingið stabilt síðan tá, men tað er eitt sindur torførari at samla pengar inn nú. Tað er ikki komin líka nógvur peningur inn sum undan­farin ár. Avleiðingin av tí er, at tað eru færri familjur, sum vit kunnu stuðla, fortelur hann. Hetta er ein av orsøkunum til, at 12 prosent av umsóknunum ikki blivu játtaðar. - Um vit høvdu eitt sindur sterkari fíggjarligar ressoursir, høvdu enn fleiri fingið hjálp. Hóast tey kanska ikki vóru undir fátækramarkinum, so var fíggjarstøðan hjá fleiri familjum ikki serliga góð, og ein fíggjarlig hjálp hevði verið teimum kærkomin, sigur Djóni Eides­gaard. Fátækadømi kann fáa avleiðingar Við at stuðla jólavirkseminum hjá Barnabata ger mann ein stór­an mun fyri føroyskar barna­familjur, sum ikki hava tað lætt fíggjarliga, so tær kun­ nu hava eini so góð jól, sum gjør­ligt. - Endamálið við gávuni er, at tær ávísu familjurnar skulu kunna halda eini hugnalig jól. Okkara ynski er, at tey við gávu­brævinum kunnu keypa inn til ein lekkran døgurða og kanska eina gávu eisini, sigur Djóni Eidesgaard. Hann vísir á, at endamálið hjá Barnabata er ikki at loysa fíggjarliga trupulleikan hjá hes­um barnafamiljunum, men at geva teimum eina hjálpandi hond á jólum. - Vit hjálpa teimum jú ikki úr fátækadømi, men vit hjálpa teim­um ein spesifikkan dag um árið, so tey kunnu hava ein góðan dag líka sum aðrar barna­ familjur, sigur hann. Djóni Eidesgaard vónar, at tey átøk, ið eru framd í løg­tingi­ num í ár eru við til at lyfta hesar familjur úr váðanum. - Uppskot um at broyta Familjuískoytið fer til triðju við­ gerð í løgtinginum 19. desember, har endamálið er at hækka inn­tøkumørk, stuðul og lægri mót­rokning. Vit vóna at hetta fer at gera munandi broytingar hjá nógvum børnum í Føroyum, sigur Djóni Eidesgaard. - Tað eru yvir 400 børn í Før­ oyum, sum hava livað í fíggjar­ ligari trongstøðu í meira enn eitt ár. At liva í fátækrastøðu sum barn kann hava stórar av­leiðingar við sær í vaksna lívi­num. Tí meta vit, at tað er um­ráðandi at fáa bøtt um hesi viður­skiftini sum skjótast, sigur Djóni Eidesgaard. Vanligi føroyingurin letur mest Fyri at savna pening inn hevur Barnabati sent bræv út til øll húsarhald í Føroyum við einari vinarligari umbøn um stuðla jólahjálpini. Eisini hava tey fingið pengar fyri at selja jólakalendara, og 5. desember varð skipað fyri jólakonsert í Vesturkirkjuni, har 55.375 krón­ ur spurdust burturúr í pen­inga­ gávum. Haraftrat skipa m.a. felagsskapir, kirkjuráð, ein­stak­ lingar, skúlaflokkar og barna­ garðsstovur fyri tiltøkum, har tey savna pening inn til jóla­ hjálp­ina hjá Barnabata. Djóni Eidesgaard sigur, at samanumtikið kemur størsti parturin av stuðlinum frá tí vanliga borgaranum, men fyri­ tøkur lata eisini ein part. Barnabati fær javnan aftur­ meldingar frá fólki, sum felags­ skapurin hjálpir á jólum. Hetta hevur nógv at siga fyri tey, ið arbeiða hjá Barnabata. - Fólk ringja í nógvum før­ um aftur til okkara fyri at takka fyri stuðulin. At mann følir takksemi og virðing er ein av teimum stóru gleðiligu pørt­unum við at arbeiða í hes­ um virkseminum. Vit vita, at vit gera ein mun, men at tey venda aftur og takka fyri tað er ómetaliga deiligt at hoyra, sigur Djóni Eidesgaard, sum fyrrapartin týsdagin hevði fingið fimm uppringingar frá takk­somum føroyingum. Jólahjálpin hjá Barnabata fyri í ár er avgreidd, og fyri­ reikar­arnir hava brúkt nógva tíð og orku uppá hetta síðan november mánað. Av tí sama hevur minni tíð verið til annað virk­semi, sum Barnabati annars tekur sær av, so nú verður betri tíð til hetta. PATURE@SOSIALURIN.FO 500 børn fingu hjálp á jólum í ár - Vit hjálpa teimum ikki úr fátækadømi, men vit hjálpa teimum ein spesifikkan dag um árið, so tey kunnu hava ein góðan dag, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, um jólahjálpina, sum Barnabati á hvørjum ári letur fíggjarliga sperdum barnafamiljum væntar, at tað ið hvussu er koma tvey aftrat. Aftrat hesum verða fyriskipararnir, Louisa og Eisenberg, eisini til staðar og koma at eta við. Talið av luttakandi plagar at liggja millum 17 og 22, so tað passar væl við tilmeldingarnar í ár. Meginparturin av gestunum plagar at vera tilkomin fólk, og nøkur teirra hava hildið jól í KFUK fleiri ár á rað, men onkur nýggjur plagar at vera at síggja hvørt ár. Onkuntíð eru tað eisini útlendsk ferðafólk, ið ongastaðni hava at vera, sum koma framvið. PATURE@SOSIALURIN.FO Hjúnini Louisa Niclasen Hansen og Eisenberg standa fyri jólahaldinum í KFUK KFUK hevur bjóðað fólki inn til jólahald jólaaftan síðan 1993