hósdagur 20. desember 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
16
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
S
íðan 1993 hevur KFUK
í Havn skipað fyri
jólahaldi fyri fólki, ið
ikki hava nakað stað
at fara jólaaftan, og sum vilja
halda hetta kvøldið saman við
øðrum. Tað vóru Jona Henriksen
og Jóhannes Álvheygg, sum
byrjaðu hesa siðvenjuna, og
annars hava hjúnini Sonja
Klein og Holger Arnbjerg
staðið fyri jólahaldinum í 17 ár.
Louisa Niclasen Hansen hevur
verið virkin í KFUK síðan mitt
í 70’unum, og í 2009 tóku hon
og maður hennara, Eisenberg
Hansen, við uppgávuni at skipa
fyri jólahaldinum í KFUK.
Í ár verður 25. ferð, at
KFUK bjóðar einligum inn til
hugnaligt jólahald jólaaftan.
Á skránni verður sum vant
hugni, prát, sangur og góður
matur. Harumframt syrgja
fyrireikararnir fyri, at hvør
gestur fær eina jólagávu í
part, og møguleikin at dansa
jólatræ verður eisini til staðar,
um stemningur skuldi verið
fyri tí. Sum siðvenja er, kemur
løgmaður eisini á gólvið at
ynskja jólagestunum eini
gleðilig jól.
Fólk hjálpa fegin til
Seinastu vikuna hava hjúnini
Louisa Niclasen Hansen og
Eisenberg Hansen brúkt nógva
tíð í KFUK húsinum, har tey
hava stillað jólatræ upp, pyntað
og gjørt annað praktiskt
fyrireikingararbeiði. Umframt
hetta heldur Louisa skil á eitt nú
bestillingum og tilmeldingum
frá gestum. Alt hetta tilsamans
krevur tíð og orku, og tí er gott við
einari hjálpandi hond frá øðrum.
- Tað er næstan hvørt ár, at
onkur bjóðar seg fram at hjálpa
til. Onkuntíð hava vit fingið
hjálp frá fólki, vit kenna, men tað
eru eisini ofta fólk, sum vit ikki
kenna. Ein kvinna hevur t.d. sett
seg í samband við okkum um at
hjálpa til í ár. Tað er deiligt og
gevandi, at fólk hava hug til tað,
sigur Louisa Niclasen Hansen.
KFUK plagar at fáa fíggjar
ligan stuðul frá føroyskum
fyritøkum, so til ber at keypa
inn alt tað, sum skal brúkast til
árliga jólahaldið. Í ár hava tey
ikki spurt nakran um stuðul,
men hava enn ein part av
upphæddini, sum Betri Banki
lat teimum í fjør, eftir at brúka.
Annars er tað KFUK, sum betalir,
og harumframt plaga fyritøkur
at lata okkurt til høvið.
- Vit fáa karamellur, frukt,
dadlur, smákøkur, djús o.a. frá
Poul Hansen. Onkuntið hava vit
fingið sodavatn frá Føroya Bjór,
og onkuntíð er onkur komin við
bókum. Mýrifípan plagar eisini
at koma við sokkum, sum eru
pakkaðir sum gávur, greiðir
Louisa Niclasen Hansen frá.
Allir partar eru glaðir
Hjúnini skipa við gleði fyri
hesum jólahaldinum, og tey
føla ikki, tey missa nakað við at
brúka sín jólaaftan uppá hendan
mátan – tvørturímóti.
- Vit eru tilkomin fólk og
dáma væl at halda jól soleiðis.
Fólk eru glað fyri tað, og tí eru
vit eisini glað fyri tað. Tey seta
prís uppá, at vit eru her, so tað
er deiligt, sigur Louisa Niclasen
Hansen.
Hon fær eisini nógvar
positivar afturmeldingar frá
øðrum um hjartagóða initiativið.
- Øll, sum eg snakki við, eru
glað fyri hetta tiltakið og halda,
tað er fantastiskt, at onkur ger
hetta, sigur Louise Niclasen
Hansen.
14 fólk hava meldað seg til
inntil víðari (red. 19. desember),
og Louisa Niclasen Hansen
Jól fyri einlig:
- Fólk seta prís uppá, at vit eru her, so tað er deiligt, sigur Louisa
Niclasen Hansen, sum saman við manni sínum stendur fyri
jólahaldinum í KFUK, sum í ár verður hildið 25. ferð á rað
HURÐIN Í
KFUK ER OPIN
JÓLAAFTAN