hósdagur 20. desember 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
15
Íblástur
til jólafilm?
Her eru sjey góðir jólafilmar
F
lest øll hava onkran film, sum tey
serliga seta í samband við jólini.
Jólafilmar eru sum heild elskaðir,
tí teir so væl kunnu spreiða tann
góða jólastemningin til hyggjararnar. Tí
spíla sjónvarpsrásir og stroymingstænastur
seg av álvara út við at vísa jólafilmar hesa
tíðina.
Um tú manglar íblástur til ein film
á jólum, kanst tú umhugsa hesar sjey
filmarnar, vit hava valt út. Nakrir av
filmunum eru nýggir, meðan aðrir eru eldri
klassikarar.
HOME ALONE
Eingi jól uttan Home Alone
Um tú ert føddur í 80’unum ella
90’unum, so er stórur kjansur fyri, at
tú setir Home Alone í samband við
jólini. Í filminum fylgja vit dreinginum
Kevin McCallister, sum við sínum
eyðkenda andlitsbragdi tekur okkum
øll við sær í sínum uppreistri ímóti
tjóvunum, sum vilja ræna húsini hjá
Kevin, meðan foreldur hansara eru
burtur. Kevin er snildur, og ferð eftir
ferð megnar hann at fáa tjóvarnar at standa sum kánus.
Um tú ikki fært nokk av ævintýrinum hjá djarva og ráðaklóka Kevin, eru ráð fyri
tí, tí hetta er bara fyrsti filmurin av fýra Home Alone filmum. Hesin fyrsti Home
Alone kom út í 1990.
THE GRINCH
Grinchurin ger comeback í teknifilmi
Søgan um Grinchin, som vildi stjala jólini, kann eftir hondini teljast millum
mest elskaðu jólasøgurnar nakrantíð. Filmurin kom út í ár 2000 við Jim Carrey
í høvuðsleiklutinum sum tað súra og allíkavæl humoristiska grøna trøllið.
Jólastemningur er ikki akkurát tað, sum setur dám á Grinchin, men hann setur í
øllum førum sín heilt serstaka dám á jólini í heimbýnum.
Um tú hevur sæð klassikaran ov ofta,
so eru góð tíðindi til tín. Grinchurin
hevur nevniliga gjørt eitt comeback í
spildurnýggjum teknifilmi, har hann
saman við hundi sínum, Max, aftur
hevur sum mál at oyðileggja jólini í
býnum, Whoville. Hetta er ein nýggj
alternativ útgáva av filminum frá
2000.
DÓLGARNIR
Allir føroyingar eiga dólgarnar
Tað eru nú 32 ár síðan, at vit á fyrsta sinni lærdi dólgarnar at kenna í
jólakalendaranum hjá Sjónvarpi Føroya. Teir tríggir Bjørn, Berint og Bjarni
hava veruliga litað ein part av barndóminum hjá mongum føroyingum, sum
vuksu upp síðst í 80’unum. Tað
var Zacharis Hammer, sum
savnaði sjónleikararnar Ega Dam,
Erling Eysturoy og Hans Jacob
Hermansen saman, tá sendirøðin,
sum í dag er føroysk fólkaogn,
skuldi gerast í 1985.
Tað eru 19 partar av Dólgunum, og
teir kunnu allir síggjast ókeypis
á heimasíðuni hjá Kringvarpi
Føroya undir síðuni “Vit”.
THE POLAR EXPRESS
Ein minnilig tokferð
Familjan ger alt fyri at sannføra lítla Billy um, at jólamaðurin er til. Men tað fellir
honum ikki lætt at finna trúnna á stóra mannin í reyðum. Men jólaaftan steðgar
eitt tok í havanum, og Billy verður bjóðaður at stíga umborð. Her fer hann saman
við øðrum børnum á eina ævintýrliga ferð til Norðurpólin fyri at vitja tann, sum
hann annars ikki trúði uppá - jólamannin.
Veruleiki og fiktión smelta í álvara saman í hesum filminum, tí hann er
animeraður við mimikki og rørslum frá veruligum sjónleikarum, eitt nú Tom
Hanks. The Polar Express er frá 2004.
THE NUTCRACKER AND THE FOUR REALMS
Ein nýggjur Disney klassikari?
Tann unga Clara endar í einum gandakendum heimi, sum er deildur upp í fýra
ríkir. Her møtir hon einum hermanni og nøkrum músum, og saman fara tey á
eina serliga ferð fyri at leita eftir einum dýrabarum skatti.
Í høvuðsleiklutinum síggja vit Mackenzie Fo, og eisini eru Morgan Freeman
Keira Knightley við í filminum, sum Disney gav út fyrst í november í ár.
EITT ORDANS JÓLABALL
Julefrokosten
Tá mann tosar um danskar jólafilmsklassikarar er tað bæði synd og skeivt
ikki at tosa um skemtiliga Julefrokosten frá 1976. Her verða vit bjóðað inn til
jólafrokostin hjá fyritøkuni,
Simonsens Bijouterifabrik,
og har gongur ikki stilt fyri
seg. Lagið á starvsfólkunum
verður betri fyri hvørja øl, og
aftaná fleiri smakkir verður
alt smædnið og afturhald
gloymt burtur – og tá verður
einki pakkað inn.
Sjónleikarar eru m.a. Lisbet
Dahl, Preben Kaas og Jørgen
Ryg.
THE CHRISTMAS CHRONICLES
Nýggjur filmur um jólamannin
Nýggi amerikanski filmurin The Christmas Chronicles er eitt gott boð uppá
ein hugnaligan jólafilm, sum snýr seg um jólamannin. Jólamaðurin verður
jagstraður av einum mystiskum sysktinapari og endar í nøkrum ógvuliga
skemtiligum støðum í nýmótans heiminum við selfies og øðrum.
The Christmas
Chronicles kemur
frá sama framleiðara,
sum framleiddi
Home Alone. Kurt
Russel hevur
høvuðsleiklutin, og
filmurin varð tøkur á
Netflix 22. november
í ár.