hósdagur 20. desember 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
14
EYÐUN KLAKSTEIN
S
einastu tvey árini hevur
Steintór Rasmussen
skrivað fýra krimibøkur.
1400 síður við spenningi,
sviki, drápum, persónstýpum og
ágangi. Alt í kendum føroyskum
umhvørvi og við viðkomandi
samfelagslýsingum.
– Tað er meira enn ein regla um
dagin, sigur Steintór Rasmussen.
Hann er útbúgvin lærari,
men er ivaleyst betur kendur
sum tónleikari, sangskrivari og
fyriskipari.
Í farna mánaði kom fjórða
krimibókin í bindiklubbarøðini
út. »Seytjandi maðurin« er
spenningssøga, sum millum
annað gongur fyri seg í einum
eirindaleysum
politiskum
umhvørvi. Í bókini doyr tann
seytjandi maðurin í illgruna
samari ferðsluvanlukku, og
spurningurin er so, um van
lukkan hevur okkurt tilknýti til
politiskar telvingar ella okkurt
heilt annað.
– Tað eru nógvar góðar søgur
í politikki, og tað er rættiliga
aktuelt við politiskum handl
um av ymiskum slagi. Ein sam
gonga skal alla tíðina hava ein
meiriluta fyri sínum málum, og
vit síggja javnan, hvussu mál
kunnu fara ein veg ella annan
veg, sigur Steintór Rasmussen.
– Politikarar eru ikki verri
ella betur menniskju enn rit
høvundar, lærarar, journalist
ar, verkafólk ella handverkar
ar, men tað okkurt serligt við
politikki, sum ger, at tað kann
vera áhugavert at spinna eina
søgu burtur úr tí, sigur hann um
nýggju bókina.
»Seytjandi maðurin« er ikki
ein djúptøkin partapolitisk við
merking ella ein neyv greining.
Bókin lýsir politiska umhvørvið,
frontar, konfliktir og avdúkar
skuggasíður hjá menniskjum.
– Í bókini fella onkur skot
bæði hendan veg og handan
veg, og eg royni at lýsa, hvussu
politikkur eisini kann vera, men
tað er ringt at taka kappingina
upp við veruliga politikkin, sigur
Steintór Rasmussen.
Smáir marginalar
Ein bindiklubbi bindir høvuðs
persónarnar í krimisøgunum hjá
Steintór Rasmussen saman, men
bøkurnar lýsa ymisk umhvørvi.
Fyrsta bókin, »Deyðin fer í
bindiklubb«, snýr seg um svik
í barnaárum, kynsligan ágang,
átrúnað og um fólkini í bindi
klubbaumhvørvinum.
Onnur bókin, »Hevndin úr
havsins dýpi«, er um sjómans
lívið, um tann gamla skúlan, um
happing og umhvørvið á bygd.
Triðja
bókin,
»Horvna
rósan« gongur fyri seg í einum
eliterum mentanarumhørvi
við rotinskapi og vil vísa, at
tey vælútbúnu og radikalu
menniskjuni í samfelagnum eru
ikki stórt øðrvísi enn onnur.
– Tú mást hava okkurt upp
á hjarta fyri at skriva bøkur,
annars verður tað bara ein svada
av orðum. Eg havi viljað fortalt
nakrar søgur. Reyði tráðurin í
bókunum er ikki endiliga brots
verkið, beistagerðir ella uppklár
ingini, men líka nógv søgurnar,
sum liggja millum brotsverkið
og uppkláringina. Fólk kunnu
koma út fyri mongum í lívinum,
og marginalarnir kunnu mangan
vera smáir, sigur Steintór Ras
mussen.
– Ert tú á skeivum staði
til skeiva tíð, kanst tú verða
traumatiseraður fyri lívið.
Menniskju kunnu vera sterk ella
skirvislig, og lívið kann vera sera
skroypiligt, og eg haldi, at tað er
áhugavert at liva seg inn í per
sónarnar og teirra umstøður.
– Heldur enn at válka sær í
drápum, ræðuleikum og hevnd
royni eg í bókunum at leita eftir
orsøkini til brotsgerðina. Eg vil
gjarna sleppa inn undir húðina á
fólki og finna fram til, hví summi
kunnu hava slíka vreiði, at tey
fremja álvarsligar brotsgerðir,
og spurningurin er, hvat vit sum
menniskju kunnu finna uppá,
sigur Steintór Rasmussen.
– Eg vóni, at hesar søgurnar
kunnu vera við til at avvápna
okkum menniskju, so vit ikki
handla so kensluleyst og óum
hugsað.
Bíðar við næstu bók
Steintór Rasmussen ætlar nú
at taka ein steðg frá krimi
skrivingini. Hann hevur ikki
sett punktum fyri røðini, men
fyribils setur hann eitt semi
kolon.
– Eg havi skrivað seinastu
bókina soleiðis, at eg nú kann
anda út og bíða við at skriva
meira. Eg vil eisini geva fólki
møguleikan at fara ígjøgnum
bøkurnar og dagføra seg, um tey
hava hug til tað. Eg havi ikki sett
mær fyri at skriva alla tíðina,
men nú verður avbjóðingin at
lata vera, sigur hann.
– Nógv fólk duga væl at
skriva, og eg havi ásett mær eina
rímiliga stóra kvotu hesi sein
astu tvey árini, so eg ætli mær
ikki at skunda mær við at skriva
nýggja krimibók, og eg ætli mær
at lesa meira sjálvur. Eg havi ikki
lisið eins nógv, sum eg plagdi, nú
eg havi skrivað hesar bøkurnar,
sigur Steintór Rasmusen, sum
hevur eitt savn av søgum til
børn klárt til útgávu.
Fyrsta bókin í røðini, »Deyðin
fer í bindiklubb«, er týdd til
týskt og norskt, og møguliga
skal onnur bókin eisini týðast í
næstum.
– Eg havi sjálvur fingið bøkur
nar týddar, og eg havi ikki nakr
an útgevara í rygginum, men eg
merki áhuga millum útlendingar
fyri bókunum, og skaldskapur
kann vera ein góður møguleiki
at læra nakað um eitt samfelag,
sigur Steintór Rasmussen.
– Eg vil gjarna sleppa inn
undir húðina á fólki og finna
fram til, hví summi kunnu
hava slíka vreiði, at tey fremja
álvarsligar brotsgerðir, sigur
Steintór Rasmussen, sum
hevur skrivað fýra krimibøkur
seinastu tvey árini
LEITAR EFTIR
ORSØKINI TIL
BROTSGERÐINA
– Eg vóni, at hesar
søgurnar kunnu vera við
til at avvápna okkum
menniskju, so vit ikki
handla so kensluleyst
og óumhugsað, sigur
Steintór Rasmussen,
sum nú hevur útgivið
sína fjórðu krimibók