hósdagur 20. desember 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
13
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
F
øroyski elektroniski
s a n g f u g l u r i n ,
Hulda, hevur verið á
forvitnisligari konsert
ferð í Suður Amerika fyrstu
tvær vikurnar í desember. Kon
sertferðin var partur av nøkrum
norðurlendskum døgum í
Latínamerika, sum kallast Días
Nórdicos Latin America. Fimm
tónleikanøvn úr ávikavist Før
oyum, Grønlandi, Danmark,
Finnlandi og Álandi luttóku
í sambandi við hetta á einari
listaverkstovu í Buenos Aires í
Argentina fyri at skapa nýggjan
tónleik í samstarvi við lokalar
tónleikarar.
Hetta var fjórða tiltak av
sínum slag, sum ROSA - Dansk
Rock Samråd skipar fyri.
ROSA vendi sær til føroyska
plátufelagið, Tutl, við tí fyri
eyga at fáa viðmæli um ein
føroyskan tónleikara til ársins
konsertferð. Kristian Blak,
leiðari í Tutl, kom so við nøkrum
uppskotum, og av hesum
uppskotunum bleiv Hulda vald
út av fyriskiparunum í Suður
Amerika. Fyri tveimum árum
síðani var Teitur Lassen við á
Días Nórdicos, so hetta er aðru
ferð, at ein føroyingur er við.
Borgarliga navnið hjá Huldu
er Rannvá Helenudóttir, og hon
hevði nakrar góðar og menn
andi dagar í Latínamerika, har
hon fekk nógv burturúr bæði
tónleikaliga, sosialt og mentan
arliga.
- Har hendi so nógv, og tað
var rættiliga intenst við ferðing,
verkstovuni og konsertum. Nú
aftaná mann er komin heim
aftur, so byrjar mann ordiliga
at hugsa afturá, hvussu feitt tað
var, fortelur Rannvá Helenu
dóttir, sum eisini er glað fyri
at koma heim aftur eftir tvær
hendingaríkar vikur, sum eisini
vóru merktar av longsli eftir
dóttir síni í Føroyum.
Droyma um konsertferð
í Skandinavia
Hinir tónleikararnir á konsert
ferðini vóru The Hearing úr
Finnlandi, danski Peter Wangel,
Birdpeople úr Álandi og Da
Bartali Crew úr Grønlandi. Tey
tvey síðstnevndu nøvnini eru
bólkar við ávikavist trimum
og tveimum limum, so tey vóru
átta fólk tilsamans. Hesi átta
luttóku øll á kreativu verk
stovuni í Buenos Aires, sum
byrjaði 3. desember. Har vórðu
tónleikararnir settir saman við
fimm lokalum argentinskum
tónleikarum við endamálinum
at skapa spildurnýtt tilfar, sum
skuldi framførast til eina uttan
dura konsert í Buenos Aires 9.
desember.
Her varð Rannvá Helenudóttir
sett saman við fjølbroyttu
sangarinnuni Mariana Michi, og
tær báðar funnu sera væl útav
tí saman. Saman skrivaðu tær
nýggjar funkuttar elektroniskar
latínperlur, og Rannvá fortelur,
at tær umhugsa at geva eitt
staklag út saman.
Umframt versktovuna og
konsertirnar í Buenos Aires
høvdu norðurlendsku tón
leikararnir konsertir bæði í
Montevideo í Uruguay, Lima í
Peru og í Sao Paulo í Brasilien.
Tónleikararnir hava meira ella
minni verið saman út í eitt í tvær
vikur í fremmandum heims
parti, og her spurdist eitt serligt
samanhald burturúr.
- Vit høvdu tað so hugnaligt
saman og vóru sum ein lítil
familja. Vit vóru øll átta samd
um, at hatta ikki var síðstu ferð,
vit sóust. Vit hava tosað um at
gera eina norðurlendska kon
sertferð, men fyri at tað skal
gerast veruleiki, mugu vit fyrst
søkja um stuðul til tað, fortelur
Rannvá Helenudóttir.
Takksamir og festligir
áskoðarar
Rannvá Helenudóttir beit ser
liga merki til eitt, og tað var, at
fólkini í Latínamerika eru heilt
øðrvísi enn í Føroyum, og hetta
kom serliga til sjóndar til kon
sertirnar.
- Tey lokalu vóru øgiliga
stuttlig og fitt, og fleiri av teim
um kendu til Føroyar. Summir
áskoðarar sungu enntá við
til sangirnar hjá mær, so tað
var nokkso løgið at standa
í Brasilien, og fólk allíkavæl
syngja við. Tey elskaðu, tá eg
sang føroyskar sangir og róptu
fleiri ferðir “meira føroyskt!”,
greiðir Rannvá flennandi frá
og vísir víðari á, hvussu øðrvísi
hetta áskoðaraslagið er saman
borið við tað føroyska.
-
Fólkaslagið
er
so
ræðuliga takksamt har, og
áskoðarafjøldin er ikki líka so
tung, sum hon er í Føroyum
og Danmark. Tað var lætt at
fáa tey við, og fólk dansaðu og
vóru bara allatíð við uppá tað.
Aftaná konsertirnar vildu øll
taka myndir og fáa autografar í
mun til í Føroyum, har sovorðið
ongantíð hendir, sigur hon.
Fingið blóð upp á tonnina
Tá vit hava sæð og hoyrt Huldu
spæla í Føroyum, hevur hon
altíð havt sín trúfasta makkara
við sær - Sakaris Emil Joensen.
Hann plagar at syrgja fyri tí
instrumentala og elektroniska
til konsertirnar. Men av øko
nomiskum orsøkum hjá fyri
reikarunum bar ikki til at fáa
hann við til Suður Amerika, so
Rannvá stóð við einari stórari
avbjóðing – hon mátti læra seg
alt tað, Sakaris plagdi at gera.
- Eg havi havt úr at gera við
at læra meg øll hesi elektronisku
tólini. Tað var ein stór avbjóðing,
men tað var feitt at prøva tað av,
tí tað eydnaðist væl. Nú havi eg
fríari teymar og kann nógv meir
sum solistur, og tað hevur veru
liga givið mær blóð upp á tonn
ina til at blíva við.
- Nú skal eg í gongd
Rannvá Helenudóttir fortelur,
at Hulda hevur ligið í dvalu í
eina tíð, og tað er yvir eitt ár, hon
seinast spældi eina almenna
konsert í Føroyum.
- Kanska Hulda ikki fellir so
lætt hjá føroyingum, men riggar
betur uttanlands. Tað er nokkso
stuttligt og áhugavert, at tað eru
fleiri kring heimin, sum vilja
hava fatur á Huldu, enn tað er í
Føroyum. Sjálvt um tað er super,
so vóni eg enn at koma at spæla
meira í Føroyum, sigur Rannvá
Helenudóttir, sum hevur fingið
fyrispurningar bæði úr Englandi
og Russlandi.
Hon er komin heim til Føroya
aftur full av íblástri og áræði til
at framleiða nýggjan tónleik.
- Días Nórdicos var eitt upp
livilsi fyri lívið, og tað er deiligt at
hava fingið eitt spark i reyvina.
Eg havi nógv hugskot til nýggj
løg, so nú skal eg bara í gongd –
og eg gleði meg nakað so nógv.
PATURE@SOSIALURIN.FO
HULDA á konsertferð í Suður Amerika:
- EG HAVI FINGIÐ
BLÓÐ UPP Á TONNINA
- Kanska Hulda ikki fellir so
lætt hjá føroyingum, men
riggar betur uttanlands, sigur
Rannvá Helenudóttir, sum
júst hevur verið á konsertferð
í Suður Amerika saman við
norðurlendskum tónleikarum
Tey fimm tónleikanøvnini til Días Nórdicos vóru danski Peter Wangel, grønlendsku Da
Bartali Crew, Birdpeople úr Álandi, The Hearing úr Finnlandi og føroyska Hulda
MYND: HENRIK FRIIS - ROSA
Rannvá Helenudóttir er kvinnan handan Huldu
MYND: MIRIAM & JANUS PHOTOGRAPHY