hósdagur 20. desember 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 148
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
3. partur
V
aldimar hevur havt
eitt fjølbroytt lív. Hann
búði í Íslandi í mong
ár. Men nú hevur
hann búð í nærum 50 ár í Havn.
Tí kann hansara søga eisini sig
ast at vera eitt íkast til søguna hjá
havnarfólki.
Henda frásøgnin hjá Valdimar
er ikki bara um smiðjuna hjá
pápanum, men eisini um lívið
og gerandisdagin sum heild.
Men hon er eisini um, hvussu
sambandið var millum fólk tá
í tíðini, sum er nokk so nógv
øðrvísi enn vit kenna tað í dag.
Valdimar heldur fram:
Brøðurnir komu í smiðjuna
Vit brøðurnir komu allir meir og
minni at arbeiða í smiðjuni. Hans
Jákup flutti tíðliga til Klaksvíkar
og giftist har. Johan Elias fekk
tíðliga skaða umborð á "Sólbrún"
á veg úr Grønlandi og doyði í 1941.
Ungur fór Rikard fór til Íslands
í smiðju at arbeiða. Tummas ella
Nanni, sum hann bleiv kallaður,
fór til Íslands í 1946. Ingvard
orkaði ikki so væl, hann doyði á
Sanatoriinum í 1954. Robert fór
til Íslands í 1952. Eg fór sjálvur til
Íslands í 1956.
Men systur okkara, Maria,
fór longu til Íslands í 1938, og
hon hevur eina rúgvu av eftir
komarum bæði í Íslandi og í Før
oyum. Sofus beiggi gekk í 1932
burtur við "Immanuel", tá nógvir
aðrir søldfirðingar eisini gingu
burtur. Ein, sum var við tá, var
táverandi nývaldi formaðurin
í Fiskimannafelagnum, Hans
Jacob Havstreym í Norðragøtu.
Laura gekk burtur samstundis
og við báðum skipunum fórust
38 menn.
Fingu mat og klæði
frá mammu, meðan
bíðað varð
Tað komu menn og konur í smiðj
una við tingum, sum skuldu
gerast. Tey komu til gongu úr
Gøtunum, Rituvík, Toftum,
Leirvík, Lamba, Glyvrum og so
haðani, sum ein kundi koma
við báti. Tað mundi mest vera
hinumegin Skálafjørðin. Tað
hendi ofta, at fólk bíðaðu, meðan
smíðað varð, og tað kundi taka ein
heilan dag.
Fyrst varð komið inn í smiðj
una við tí, sum skuldi gerast, og
fólkini vóru ofta vát og køld. Eg
hugsi ofta um tað nú, hvussu
illa klødd tey vóru fyrr, hóast
tey vóru í føroyskum klæðum.
Ein sá ofta inn á beran hupp ella
kropp, og tað bar til at telja rivini
á teimum.
So sendi pápi tey niðan til
mammu at fáa sær drekka og
turka klæðini. Síðan fingu tey
døgurða og drekka, áðrenn tað
var lagt av stað aftur. Ofta bleiv
etið fyri meira, enn arbeiðið
kostaði. Tað var ikki smávegis av
mati, sum skuldi til.
Okkurt hevði ein til skemtunar
í samband við, at pápi sendi øll
hesi fólkini niðan til mammu.
Tað vóru kanska menn, sum
vóru farnir fastandi av húsum og
vóru nú eisini vátir og kaldir. So
fingu teir heitt drekka og breyð
úr føroyskum korni. Ofta kom
geringur í magan, so kom ofta luft
úr niðara endanum. Tað varð ikki
so lætt hjá mammu at verða inni í
køkinum, men har noyddist hon
at vera fyri at verða "høflig", sum
tað æt tá.
Hetta sigur nakað um, at tað
varð ikki bert hugsað um tað, sum
í dag kallast "profitmaksimering".
Komi í hesum sambandi til hugs
frásøgn hjá Frans hjá Jóan David,
pápabeiggja, sum hevði smiðju í
Norðragøtu, og sum eisini gjørdi
alt millum himmal og jørð. Eina
ferð kom ein maður til Johan
Dávid at fáa loddað primussin.
Jóan Dávid tók ein enskan shill
ing, sum hann hevði liggjandi,
sum tilfar til arbeiðið. Hetta tók
hann 50 oyru fyri. Seinni seinni
Frans við pápan, at shillingurin
var einsamallur meira verdur enn
tað, hann tók sær fyri alt arbeiðið!
Nei, tað hevði hann ikki hugsað
um. Soleiðis var hugburðurin
hjá nógvum av teimum gomlu.
Jóan Dávid var eisini snildur at
umvæla ur. Tí var hann eisini
kallaður Urias.
Nógv lív á fjørðinum
Aftur heim til okkara. Køkurin
bleiv ofta so fullur av fólki, at
ikki fingu sitið við borðið.
Vit beiggjar vóru ungir og
lærdu at skaffa mat til húsið. Tað
var aldrin farið frá húsum uttan
við byrsu. Longu seks ára gamlir
vóru vit lærdir bæði at skjóta og
hvussu, ein átti at fara við eina
byrsu.
Tá var nógv lív á fjørðinum.
Sildin var øgilig. Svartfuglurin
kom heilt inn á fjørðin. Nísur
og annað var veitt, tá farið varð
av Skipanesi, har vit búðu. til
Søldarfjarðar til handils. Tað
var enntá skotið eftir seiði, tá ið
hann var í vatnskorpuni. Hann
doyvdist av hvøkkinum og rak
síðani á land, og so var at fáa hann
til sættis.
Tað var ofta farið til gongu
eftir bakkanum. Tað var ofta
okkurt, sum kundi skjótast, og
tað varð tikið til húsa.
Sildin bleiv etin upp á mangar
mátar. Hon varð saltað, kókað og
turkað. Tá ið hon hevði ligið í salti
eina nátt, kundi hon hongjast
upp. Pápi segði, at hann hevði
ongantíð fingið so nógv burtur
úr okkum, sum tá vit ikki vóru
inn í smiðjuni!
Tað, sum var "fastfood" hjá
okkum, var at fara niðan undir
hjallin. Har tóku vit eina sild,
skrællaðu hana og ótu hana sum
eina banan, meðan vit gingu
oman aftur í smiðjuna.
Gentan skuldi vera
sum ein amboltur
Pápi segði ofta við okkum, at tá
ið vit skuldu velja eina gentu, so
skuldi hon líkjast einum ambolti.
Tað er ein ríma Jóan Hendrik hev
ur í orðabókini: "Tú ert so mjá um
miðju sum stiðjastokkur í smiðju."
Hetta hoyrdi eg ofta pápa siga.
Stiðji er gamla orðið fyri ambolt.
Á íslendskum kallast tað steðji.
Amboltur er danskt.
Tað varð gamalt, at amboltarnir
stóðu á mykju. Teir hjá okkum
stóðu á hønsaskvøtti. Tað var
gjørt fyri, at tað skuldi fjara í,
tá ið ein sleggjaði. Tá slerdu teir
ímóti aftur.
Tá ið pápi bleiv minni í smiðj
uni, blivu teir eldru beiggjarnir
lærumeistarnir. Fyrstur Rikard
og so Nanni. Robert var meira til
skips.
Kríggið merkti
eina nýggja tíð
Men tá ið kríggið byrjar í 1940
broyttist alt arbeiðið í smiðjuni.
Tá ið Danmark bleiv hersett
fekst einki úr haðanu av tí, ein
skuldi brúka. Kolið høvdu vit
keypt frá Valdemar Lützen í
Havn. Jarnið frá Lemvic Müller
og Munk.
Tað var nokk so skjótt, at
jarnið, sum vit høvdu á lagur, var
uppbrúkt. So var farið at leita eftir
jarni. Ofta komu menn við jarni,
sum hevði ligið onkustaðni. So
vóru tað pelarnir hjá hermonnum
sum vóru brúktir til píkatráðin.
Nógvir vóru til avlops og vórðu
ikki brúktir. Teir fingu vit eisini.
Tað kom eisini væl við, at
handilin hjá Weihe í Søldarfirði
hevði keypt eina rúgvu av
spakum úr Hunter í Aberdeen
í Skotlandi. Teir høvdu verið
brúktar at grava skotgravir við í
fyrra heimskrígnum.
Teir keyptu vit og gjørdu
hakagrev úr teimum. Hunter var
kent av føroyskum fiskimonnum
fyri at selja bæði líkt og ólíkt, og
ofta keyptu teir ymiskt heim við
sær, tá teir vóru niðri og landaðu.
Í 1940-42 kom nógv lív í, tá
ið eingilskir hermenn komu til
Føroyar.
Barakkir vórðu nógvar gjørdar
Tað eru framvegis mong fólk, sum høvdu eitt heilt
annað lív enn tey ungu í dag. Valdimar er eitt
teirra. Tá vóru fólk eisini nærri hvørjum øðrum.
KUNDARNIR Í SMIÐJUNI
FINGU MAT OG KLÆÐIR
Valdimar Tómasson:
Skipanes og Gøtueiði eru ein bygd í tveimum sóknum. Valdimar
er av Skipanesi men stutt var til smiðjuna í Søldarfirði.
At vera sleggjari var eitt
hart arbeiði. Ein av teimum
var Sámal Østerø, her saman
við konuni, Jóhannu, sum
var systkinabarn Valdimar.
Ein kendur sonur teirra
var Jóan Jakku í Gerði.
SIÐSØGA