Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 148 25 Komandi partur Í komandi parti, sum kemur fyrst í nýggja árinum greiðir Valdimar m.a. frá um skiparan, sum virkaði sum tannlækni. í Søldarfirði, og síðani blivu olju­ tangarnir gjørdir. Tá bleiv eitt øgiligt arbeiði í smiðjuni. Tað komu smiðir heilt sunnan av Tvøroyri. Teir høvdu Strøm til eftirnavn. Úr Havn kom Tummas Askham. Tummas varð eina góða tíð í smiðjuni. Hann var ein av for­ monn­unum fyri byggingini av olju­tangunum. Eg minnist, at ofta um kvøld­ ar­nar - tá ið liðugt var - setir pápi seg á annan amboltin og Askham á hin at siga søgur. Teir høvdu arbeitt saman í Vestmanna á bedingini í smiðjuni. Teir grinu at, at eitt skip var komið upp á beding, sum hevði brotið kjølin. Tað var ikki tíð at skifta kjølin, so hann skuldi styrkjast. Pápi smíðaði tvær stórar jarnspengur, eina hvørju­ megin. So skuldi tær boltast saman. Tað skuldi borast ígjøgn­ um kjølin. So var tað ein vest­ menn­ingur, sum skuldi seta tær upp á pláss. Hann kemur aftur í smiðj­una og skeldar pápa, tí holini ikki passaðu báðu megin. Pápi segði, at hann hevði gjørt tað við vilja. Tí tá ið hann hoyrdi, hvør sum skuldi seta tað upp á, og hann visti, hvussu skeivt hann boraði, tá roknaði hann við, at hann fór at raka! Har var ein damphamari í smiðj­uni á bedingini, sum eingin dugdi at brúka, men so kemur Samma Jóannes úr Kollafirði. Hann var óførur við damp­ maskinum. Tær fekk hann væl at rigga. Pápi segði, at tað lætti øgiliga væl um slegg­ingina, tí tað vóru sver jørn, sum skuldu smíðast. Pápi segði, at ofta slitu menn seg út av berari slegging. Tað umgekst ikki, at tað bleiv eitt nervakríggj, tí tilfarið í stál­in­ um var so ymiskt, og so kundi tað vera ringt at finna ta røttu herð­ ingina. Teir mest brúktu borir vóru stjørnuborirnir. Tá var nógv borað við hond. Tað varð ofta ringt at fáa bor­ ir­nar at halda. Tað var herðingin, sum var so trupul, tí stálini vóru missjøvn. Tað kom fyri, at summir vóru ov bleytir og summir ov harðir. Teir brotnaðu beinan vegin ein slerdi á. Tað var ikki altíð so stuttligt, tá ið menn komu aftur, tá tað ikki riggaði. Tá kundi blíva okkurt øvugt orð. Ein maður í Søldarfirði æt Jákup Hans av Gørðum í Søld­ar­ firði. Vit sótu og ótu døgurða, tá kemur hann inn. Hann bankaði ikki upp á og stóð bara á gólvinum og segði, at eitt gamalt orð varð, at hønu kundi ein ikki læra at verpa og Tummas, altso pápa mín, kundi ein ikki læra at hera bor, men hann visti bara, at teir brotnaðu. Tá fóru øll at grína og pápi eisini, so hann fekk ikki í lag at blíva illur. Garða Jákup í Søldarfirði nýtti nógv borar til grótarbeiði. Húsini rund sum tunna Eg má siga eina lítla søgu um Garða Jákup, sum vit kallaðu hann. Hann var ein ómetaligað hittin­orðaður maður, og hann var timburmaður. Hann fór til eina bygd at inn­ rætta eini hús, sum onkrir aðrir høvdu stoypt. Hann var skjótur heimaftur, og bað teir senda boð eftir bøkjara, tí húsini vóru rund innan sum ein tunna! Hansara fantastisku hús eru nú ein kend matstova, sum ikki er minst kend fyri sín áhugaverda urtagarð. Sóknarongulin gjørdur, meðan bíðað var eftir grindini Zacharias Leitisstein segði mær eina søgu frá pápa sínum um ein sóknarongul. Eg og Aksel, pápi Zacharias, vóru systkinabørn. Aksel var son­ ur Marin í Mortanstovu í Norðra­ gøtu. Hon var fastur mín. Norðragøtumenn høvdu eitt neyst sunnanfyri Skipanes, og har stóð seksæringurin "Gøtu­trónd­ ur" inni. Tá ið eg var ungur, minn­ ist eg, tá ið Norðragøtumenn fóru í grind ella til Havnar at rógva kapp á Ólavsøku. Tá fóru teir út eftir fjørðinum, seks mans í hvørjari síðu og við seglum. Ta sjónina gloymi eg ikki. Aftur til Aksel, systkinabarnið. Norðragøtumenn fóru í grind og vóru farnir til gongu yvir á Skipa­ nes. Aksel, sum var ungur tá, slapp ikki við, tí hann átti einki av grinda­reiðskapi. Gamalt var, at tú mátti eiga okkurt fyri at sleppa í bátin. Aksel fór at renna undan hin­ um monnunum og oman í smiðj­ una hjá okkum. Pápi var í smiðj­ uni og eldur varð í essuni. Pápi smíðaði ein sóknarongul, meðan Aksel bíðaði. Aksel kláraði í bátin og ongulin bleiv góðtikin. Tað skuldi gerast skjótt av, tí tað skuldi smíðast, ímeðan hinir gingu. Zacharias helt, at pápi man hava havt okkurt liggjandi, sum bara skuldi hitast nakrar ferðir. Men kortini, skjótt varð atborið! Teir fóru vestur í Vágarnar í grind. Tá ið teir komu aftur í fín­ asta veðri, komu teir syngjandi takkarsong inn eftir fjørðinum, segði Zacharias fyri mær. Gleðilig jól Hetta er seinasta siðsøgan í 2018. Tær hava í árinum verið einar 50 í tali. Hetta tilfar hevði fylt eina trivaliga bók. Tað er so hugaligt at skriva hetta tilfar, tí tað tykist at vera nógvsum lesa tað við áhuga. Hetta gevur treysti til at halda áfram, og tað er nokk so nógv áhugavert tilfar á skránni fyri komandi ár. Tey eru eisini mong, sum koma við áhugaverdum tilfari. Hetta kemur eisini væl við. Hevur onkur hugskot eru tit vælkomin at ringja til 285769 ella senda teldupost til olijacobsen@olivant.fo Her skal høvið nýtast til at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott komandi ár. Her eru nøkur av teirra børnum. V.f. Johan, Fía, Mia og Marna. Eitt systkinabarn Valdimar var Aksel Leitisstein, vinstrumegin. Her er hanna saman við systkinabarni teir báðar, Peter Jakku, sum flutti til Írland. Tað er framvegis samband við hansara ætt. Valdimar hevur altíð verið sera ættarkærur. Henda myndin er frá eini ættarsamkomu á Skipanesi í 2006. Hesir eru allir ommu- og langommusynir Marin úr Ytstahúsi og Zacharias Zachariassen í Mortanstovu í Norðragøtu. Her síggjast f.v.: Hanus Hansen, brøðurnir Zakarias, Hermund og Flóvin Zachariassen, Zacharias Leitisstein, Finnur, sonur Hanus, og Anfinn Zachariassen.