Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 148 30 PÆTUR HJALMAR EVENSSON R ákið um allan heimin hevur seinastu nógvu árini koyrt uppá, at vit skulu minka um okkara nýtslu av plasti fyri at fara væl við umhvørvinum. Fleiri og fleiri fyritøkur og stovnar byrja nú at vakna og gera ítøkilig átøk fyri at minka um egnu dálking umframt at upplýsa. Ein av stóru avbjóðingunum við plastdálkingini er tað plastið, sum endar í havinum og verður til mikroplast. ES hevur sett sær fyri at forbjóða fleiri sløg av einnýtisplasti, og hetta fevnir ser­liga um bann og tillagingar av einnýtisplasti til mat- og drykkju­vørur. Í Føroyum hava vit sæð nøk­ ur átøk um plastdálking, har tað bæði er upplýst og gjørt. Í summar kom Gist & Vist við slóðbrótandi endur­nýtslu­gløs­ unum, sum erstattaðu plast­ gløs­ini í barrunum á festivalum og almennum tiltøkum. Av hesari orsøk hava plastgløs ikki ligið og sløðst á vegnum til hesi tiltøk, tí pantur á 10 krónur er nevniliga settur á nýggju endur­ nýtslugløsini. Men hvussu er plast­poli­tikk­ urin hjá øðrum føroyskum fyri­ tøkum, og eru nakrar óneyðugar plast­loysnir at finna? Vit kanna, hvussu nakrar føroyskar fyri­ tøk­ur raðfesta umhvørvið, tá tað kemur til einnýtistilfar til mat og drykkjuvørur. Ferðandi á flogførum hópframleiða rusk Hvørt flogfar framleiðir eina stóra nøgd av ruski hvønn ein­asta túr. Tað er felags fyri tæn­astuna umborð á flog­før­ um kring allan heimin, at tú verður møttur av smílandi flog­ ternunum, sum bjóða tær bæði drekka, mat, leikur og annað til túrin. Men alt hetta er øgi­ liga ofta pakkað inn í plast, og bestikkið og kopparnir eru ein­ nýtis. Soleiðis er tað eisini í flog­ før­unum, sum flúgva til Føroya, og mann kann skjótt gera sær eina ímynd av, hvussu nógv ein­ nýtisplast øll ferðafólkini fram­ leiða tilsamans. Ferðafólkatalið er methøgt í ár, og í november høvdu 355.579 fólk ferðast um flogvøllin í Farvæl einnýtisplast: KOMANDI ÁR SÍGGJA VIT Vit kanna, hvussu føroyskar fyritøkur raðfesta umhvørvið og burðardygd, tá tað kemur til einnýtisplast til mat og drykkjuvørur. Felags fyri fyritøkurnar er, at tær beint nú eru í einari broytingartilgongd, og næsta ár verður tað mesta av einnýtisplastinum umhvørvisvinarligt – lova tær í øllum førum Hvørt ferðafólk framleiðir nógv skrell hvønn túr við Atlantsflogi