Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 148 31 Vágum, sambært tølum hjá Vága Flog­havn. Vit fara ikki at koma við nakrari greiðari staðfesting, men um mann gongur út frá, at hvørt ferðafólk fær sær ein te- ella kaffimunn, so eru 355.579 einnýtiskoppar farnir í skrell í 2018. Tá mann biður um eina soda­vatn, fær mann bæði eina dós og eitt einnýtisglas – altso tvær nøgdir. Um vit so siga, at hvørt ferðafólk í ár hevur fing­ ið sær ein kaffimunn og eina soda­vatn, so veksur rusk­fram­ leiðs­an til (355.597 x 3) 1.066.737 rusk­nøgdir. So eru tað eisini tey, sum fáa sær mat, sum er í plast­bakkum, og tað eru eisini tey, ið einki fáa sær yvirhøvur. Men tað slepst ikki undan, at tað er ein ovurstór nøgd av ruski, sum verður framleidd umborð á flogførum. - Vit gera tað ikki nóg gott Í Atlantsflogi eru tey vitandi um avbjóðingina við einnýtisplasti, og stjórin ásannar, at flogførini fram­leiða nógv rusk tilsamans. - Vit hava 168 setur í einum flog­fari, so ja, tað verður til nógv rusk hvønn dag, um mann t.d. gong­ur útfrá, at hvørt ferðafólk fær sær ein kopp, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi. Men leiðslan hevur gjørt nøkur átøk fyri at umleggja tænastuna umborð, so hon verður meira burðardygg. - Hetta er sum heild ein stór av­bjóðing í allari flogvinnuni, men vit hava fokus á tað og koma at gera meira, so tænastan verður umhvørvisvinarligari. Vit hava talgildað alt pappír, so allir listar eru á teldlum. Men vit mangla alt tað, sum hevur við matin at gera. Vit gera tað tí­verri ikki nóg gott í løtuni, men vit hava bílagt okkurt, og okkurt er í stoypiskeiðini. Eina­ ferð í komandi ár verður alt plast­be­stikkið skift út við um­ hvørvis­vinar­ligari bestikk, sigur Jóhanna á Bergi. Einnýtisplast er lættasta loysnin Á stórum stovnum á landi, har nógv fólk eta dagliga, vaskar mann ofta heldur upp í staðin fyri at brúka einnýtisbúnýti. Hví kunnu flogfør ikki brúka somu uppvaskiloysnina, soleiðis at hvørja ferð tá flogførini lenda, fær mann reint búnýti inn, meðan tað skitna fer í upp­vaski­ maskinuna á landi? - Tað er logistikkurin í tí. Tað gongur skjótt, og mann skal sum oftast fáa flogfarið avstað aftur innan fyri hálvan tíma. Tað er uppá allar mátar lættari at hava einnýtisting í staðin fyri at koyra uppvaskið í land og so um­borð aftur. Haraftrat vigar stál- og keramikktilfar eisini nógv, meðan einnýtistilfar er nógv lættari, og tað minkar jú um brennievnisnýtsluna, sigur stjórin í Atlantsflogi. Plastposar eru ein service í Vágum Tá mann so kemur úr flog­fari­ num í Vágum, verður mann freist­aður av øllum møguligum bílig­um vørum í Tax-Free handli­ num á flogvøllinum. Her hava fólk ofta lyndi til at fylla sær í posan, tí tað er jú ikki hvønn dag, mann hevur møguleika at keypa sigarettir, rúsdrekka, bomm og parfumu tollfrítt. Rák­ið allastaðni koyrir uppá, at mann skal brúka so lítið av plast­posum, sum gjørligt, men á flog­vøllinum í Vágum verða plast­posarnir lætnir ókeypis. - Vit síggja tað sum eina service at bjóða kundum okkara ein ókeypis posa, so mann kann fylla sínar vørur uppí posarnar. Fólk eru ofta ovfarin av, at mann kann taka ein ókeypis posa, tí mann er vanur við at gjalda teir, sigur Jonny Müller, leiðari í Duty-Free. Tá mann setir høgar prísir á plast­posar, fær mann kundarnar at hugsa seg einaferð eyka um, áðrenn teir keypa posan. Men á flog­vøllinum verður tænastan rað­fest framum hetta, og leið­ arin væntar ikki, at tey fara at fylgja við altjóða rákinum og seta prís á posarnar. Norrøna vil vera grønari Umborð á Norrønu eru eisini nógv fólk, sum dagliga skulu hava mat og skundverður. Tey hava vanligar tallerkar og gløs í mat­stovunum har, men brúka í ein ávísan mun plast umborð. - Flestu artiklar á matstovu og café økinum eru vørur, ið verða endurnýttar, men enn hava vit á ávísum økjum artiklar, ið av praktiskum orsøkum eru úr plasti, sigur Henny á Líknargøtu, søluleiðari í Smyril-Line. - Fyri 2019 og 2020 hava vit sett okkum fyri at blíva enn grøn­ari á hesum øki, og vit eru byrjað at arbeiða við nøkrum mál­um, sigur hon. Á reingerðar økinum arbeiðir Norrøna eisini áhaldandi fyri at blíva grønari. Sápan, ið verður brúkt, er grøn og í staðin fyri pappírs­handklæði brúka tey blásarar og bummullhandklæði. Praktiskt við einnýtisplasti á Landssjúkrahúsinum Spurningurin um valið millum ein­nýtis- og uppvaskiloysnir sæst eisini í kantinuni á Lands­ sjúkra­húsinum, har tey eru til­ vitað um umhvørvisvinarligar loysn­ir. Umframt vanliga bú­ nýtið hava tey valt at geva sjúk­hús­gestunum møguleika at eta við einnýtisplasti - hetta veri seg bestikk, gløs, tallerk­ ar og íløt. Fyrr var alt hetta vanligt plast, sum ikki kundi niðurbrótast, men í dag er tað mesta av hesum gjørt úr burðardyggum tilfari, soleiðis at tilfarið verður niðurbrotið á um­hvørvisvinarligan hátt. Tað er kanska nokkso sjáld­ samt at ein so stórur stovnur brúkar einnýtistilfar í einari kantinu, men hetta er av prakt­ iskum orsøkum. - Trupulleikin við vanliga tilfarinum er, at fólk, sum taka mat við á deildirnar og út úr húsi­num, ofta ikki koma aftur við tí. Tað merkir størri innkeyp hjá okkum av stálbestikki og øðrum. Tí hava vit møgu­leikan við einnýtistilfari til tey, sigur Gudna á Rógvi Joen­sen, kost­ fak­ligur leiðari á Lands­sjúkra­ húsi­num. Køkurin fór undir at skifta til burðardygga tilfarið fyri góð­um ári síðani, men enn eru eitt nú øll salatíløtini úr van­ ligum plasti ikki skift heilt út enn. Men tilgongdin verður sam­bært tænastudeplinum á Landsjúkrahúsinum liðug í hesum mánaðinum, so øll salat­ íløtini vera úr bioplasti. Hendan til­gongdin fevnir eisini um embal­lagu, sum matur verður pakkaður inn við, har tey ikki hava fingið eina burðardygga loysn enn. Vilja vera grønari Innkeypsleiðari og kostfakligi leiðarin á Landssjúkrahúsinum hava seinastu trý árini luttikið í einum norðurlendskum arbeiðs­ bólki um grønt innkeyp til heilsu­verkið. Har hoyra tey frá sjúk­húsum í øðrum londum, hvørjar avbjóðingarnar og loysn­ir eru til sjúkhúsverkið við­víkjandi umhvørvinum. - Vit meldaðu okkum til hendan bólkin, tí vit vildu keypa meira grønt inn til Lands­sjúkra­ hús­ið. Hetta snýr seg ikki bara MINNI EINNÝTISPLAST Posarnir í Duty-Free á flogvøllinum í Vágum eru ókeypis