Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 148 32 um kantinuplast, men eisini eitt nú klæði og emballagu, sum verður brúkt í framleiðsluni, sigur Jóan Símin Saltá, leiðari á Tænastu­deplinum. Hóast mann á Lands­sjúkra­ húsi­num hevur leiðreglur um at skilja og burturbeina rusk á rættan hátt, hevur Lands­ sjúkra­húsið ikki ein greiðan um­hvørvispolitikk. Enn fara mat­restir o.a. saman við tí van­ liga ruskinum, men tá nýggi sjúk­hús­bygningurin er klárur í 2021, fær pípan eitt annað ljóð. - Tá fara allar matrestirnar í eina hvørn, har vatnið verður tikið burturúr. So fer tað niður í ein tanga, sum so kann koyrast til eitt biogassannlegg og verða endur­nýtt uppá tann mátan, sigur Gudna á Rógvi Joensen. Burðardyggir koppar á bensinstøðunum Kring landið eru 11 Magn-støðir og 7 Effo-støðir, og á hesum støðum verða skundverður í hópatali seldar til allar før­oy­ing­ ar. Hetta veri seg pylsur, wraps, salat, kaffi o.s.fr. Skund­verður­ nar verða allar lætnar kund­ unum í onkrari innpakking, sum ger, at hvørja ferð, ein t.d. keypur sær eina vøru, fær mann okkurt slag av pappíri ella plasti við sær í keypinum. - Vit vilja hava so lítla ávirk­ an á umhvørvið sum møgu­ ligt. Málið er, at áðrenn 2019 er liðugt, skal alt okkara pakki­til­ far verða skift út við um­hvørvis­ vin­arligt pakkitilfar, sigur Áki Vang Poulsen, retail- og mark­ naðar­stjóri í Magn. - Vit hava skift okkara koppar út við meira umhvørvisvinarligar koppar, og vit vóru millum tey fyrstu í danska kongaríkinum at gera hetta. Hetta er eisini galdandi fyri lokini, sigur Áki Vang Poulsen. Í løtuni eggjar Magn kundum sínum at koma til handils við egnum kaffikoppum,  so teir sleppa frá at keypa ein ein­nýtis­ kopp fyri síðan at blaka hann burtur. Hetta verður gjørt við at geva hesum kundunum bíligari kaffi afturfyri. Magn manglar enn eitt nú at skifta salatboksirnar úr plasti út, men hetta er ávegis. Magn hevur eisini skift plast­rør­ pinnarnar til kaffi út við træ­ pinn­ar, og tey arbeiða við at skifta frá vanligum posum til um­hvørvisvinarligar posar úr bio­plasti næsta ár.  Effo er eisini við í um­ hvørvisligavinarliga rákinum og er í ferð við at skifta alt sítt ein­nýtis­tilfar út við um­ hvørvis­vinarligar loysn­ir í skund­verðunum hjá handils­ kon­septinum, Fast. - Vit eru í ferð við at flyta alt yvir til umhvørvisvinarligir kopp­ar, posar og bakkar. Alt tað, sum er pappír nú, verður broytt til pappír, sum kann niður­brótast, sigur Hans Waag, retail-leiðari í Effo. PATURE@SOSIALURIN.FO Umhvørvisstovan: U mhvørvisstovan arbeiðir við einum nýggjum tilmæli um plast, sum vænt­andi verður kunngjørt tíð­liga í 2019. - Vit skulu hava ein poli­ tikk á plastøkinum, sum minn­ir um tað, sum okkara granna­lond hava. Eg síggi ikki nakra grund fyri, hví vit skulu vera aftanfyri. Hetta kem­ur eisini at snúgva seg um ein­nýtisplast, sigur Suni Peter­sen, deildarleiðari í Um­ hvørvis­stovuni, sum kann siga so mikið sum, at tilmælið fer at líkjast leistinum í granna­londunum, har tey m.a. vilja banna og minka um ein­nýtis­plast. Tað er ikki so einfalt - Eg haldi, tey flestu eru samd um, at tað er óneyðugt at brúka so nógv einnýtisplast. Men so má mann hava eitt alter­nativ. Tað er ikki so ein­ falt, at mann bara kann ban­ na alt plast. Okkara matvørur verða í stóran mun pakkaðar inn í plast, og um mann ikki pakkar tað ordiligt inn, so spillis tað jú, sigur Suni Peter­ sen. - Tað eru tveir pro­blem­a­ tikk­ir við einnýtisplasti sum kopppar, gløs, knívar, súgvi­ rør o.s.fr. Eitt er, at tað verður brent, og mann brúkar eina ressoursu til at framleiða tað. Hin problematikkurin er, um plast­ið endar úti í náttúruni og sjónum og verður til mikro­plast. Suni Petersen roknar við, at tann størsti parturin av ein­nýtisplastinum kemur til hølvdar, sum hann skal. - Eg rokni ikki við, at tað er so nógv av hes­um plast­ gløs­unum og be­stikki­num sum enda í náttúruni. Nógv tann størsti parturin endar á brennistøðunum. Tað er nakað annað, tá fólk fara út i náttúruna og hava plast kopp­ar við sær, og lata tað liggja í náttúruni, sigur hann. Nýtt plast­til­ mæli á veg Magn selir bíligari kaffi til tey, ið hava egnan kopp við Salatbarrin á Landssjúkrahúsinum. Stovnurin arbeiðir við at skifta alt einnýtisplastið út við umhvørvisvinarligari tilfar