Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 149 4 Nú hann mest sum er við at rigga av, kom tað ikki sørt óvart á trúfasta mannin í Keypmannahavn, ið saman við konuni hevur tænt sínum landsmonnum á Flatlondum í næstan hálva øld, at hann skuldi verða valdur ársins føroyingur JÓANNES HANSEN A t verða kosin árs­ins før­oyingur av les­ar­ un­um hjá Sosial­in­um og in.fo ber við sær, at fokus verður sett á teg. Soleiðis er tað, og Øssur Berghamar ber seg ikki undan at vera við í sam­røðu, nú ábyrgdarblaðstjórin tollaks­ messudag, sum var sunnudagur, ringdi og ynskti til lukku við, at hann varð valdur at vera ársins før­oyingur 2018. Sunnudagin gekk tað ein góð løta, áðrenn tað eydnaðist teimum báðum – blaðstjóranum og ársins – at fáa samband við hvønn ann­ an. Blaðstjórin ringdi, men tað eydnaðist ikki at fáa samband. So varð blaðstjórin ringdur uppaftur, og í hinum endanum var Øssur Berg­hamar. Henda samrøðan, sum nú er blað­grein, varð fyrireikað í gjár­ kvøldið. Tá vóru Berghamar hjún­ ini júst komin aftur av Amager, har tey høvdu verið saman við umleið hálvthundrað føroyingum. Mest sum øll árini, síðani Kristnastova í 1973 varð veruleiki, hevur tað verið ein partur av jólunum at savnast annan jóladag. – Sunnudagar hittast vit í Kristna­stovu at syngja og takka sam­an, at hava minnismáltíð Harrans og at hoyra eina talu. Tað plaga at savnast eini 70-80 fólk og onkuntíð fleiri, men hesa tíðina á árinum eru vit færri, og nú eru millum tey, sum vit hitta, eitt nú foreldur, ið á jólum vitja teirra børn, sum eru undir útbúgving ella eftir lokna útbúgving hava sett búgv her niðri. 2. jóladag hava vit onkuntíð verið fleiri, enn vit vóru hesa ferð. Unga fólkið er heima í jólafrí. Tað gera tey væl meiri av nú, enn tey gjørdu tey fyrstu árini. Í sjeytiárunum vóru tað nógv ung, sum hildu jól her niðri. Tá hildu tey ofta jól saman. Øssur Berghamar hevur eitt sindur ilt við at fyrihalda seg til hetta og gera viðmerkingar um, at hann er kosin at vera ársins føroyingur. – Eg kann ikki annað enn vera takksamur fyri, at tað eru fleiri, sum minnast tíðina ella tað skiftið, tá ið vit hittust her niðri, og eg taki hetta sum eitt herðaklapp til okkara frá teimum mongu, ið vit hava verið í samband við í hesi meiri enn 45 árini, síðani vit komu til Keypmannahavnar. Tað vil siga, at hetta ikki endiliga er tengt at hesum árinum, men meiri at allari tíðini her niðri. – Men samstundis má eg ásanna, at hetta er vera í miðdeplinum á henda hátt kennist fremmant fyri mær. Hetta er ikki akkurát eg og vit, og fyri at siga tað, sum tað er, so kenni eg meg málleysan, sigur Øssur Berghamar. Hann vil tó ikki siga, at tað nú kom púra óvart á hann, tá ið blað­ stjórin ringdi: – Eg fylgi við í, hvat gongur fyri seg í Føroyum og harvið eis­ ini við í, hvat miðlarnir siga og skriva. Har sá eg, hvørji vóru í upp­skoti til hetta. Eg var ikki sørt kløkkur, tá ið mítt navn var í uppskoti, men tá ið eg so sá, at tað var telefonnummarið hjá blað­ stjór­anum, sum hevði ringt, so var ikki so torført at leggja tvey og tvey saman. Hvussu kennir tú tað so at vera ársins føroyingur? – At vera eyðmjúkur verður so ofta nýtt, at tað næstan kenn­ ist at vera devaluerað, so eg eri takksamur, tá ið tað í grund­gev­ ing­unum verður víst á tænastuna, sum vit hava gjørt í Kristnastovu og í sambandi við vitjanir, tá ið sjúka rakar. Hetta kendu vit at vera okkara kall fyri meiri enn 45 árum síðani, og alt síðani hev­ur talan verið um eitt kall frá Harr­ anum. Vit geva honum æruna og takka fyri, at tað untist okkum at vera við í verkinum í so mong ár. Hvat vil tað siga, at hetta er eitt kall? – Susan, sum er ættað úr Lond­ on, og eg høvdu verið gift í tvey ár og høvdu hálvt ár frammanundan fingið Andrew, tá ið vit á sumri í 1972 fóru niður at vera við í Operation Josva, sum tað nevndist. Hetta var danskt evangeliskt átak, sum hevði miðstøð á Fyn – ikki so langt frá Odense. Har vóru vit í eitt ár. Tað var í Operation Josva tíð­ini, at vit sóu, at tað bíðaði ein uppgáva at vera nakað fyri før­ oy­ingar í Danmark og serliga í Keyp­mannahavn og at savna teir við tí endamáli at styrkja anda­ liga samfelagið. Tá avgjørdu vit at búseta okkum í danska høvuðs­ staðnum. Í fyrstu atløgu hugsaðu vit um ungfólk undir útbúgving, men tað var skjótt, at vitjanir á sjúkrahúsum vórðu partur av arbeiðnum, og tær hava verið og eru framvegis eitt hjartamál. – Vit hava alla tíðina verið felags um hetta. Talan er um team­ work, sum tað ikki hevði borið til at verið partur av, um vit ikki vóru tvey, sum stóðu saman – Susan og eg. – Kristnastova varð veruleiki í 1973. Síðani 1979 hevur hon verið á Birmavej 36 á Amager. Nú eru tíggju ár síðani, at vit góv­ust sum fyristøðufólk har. Ta upp­ gávuna hava Dora og Niels Pauli Nón­stein síðani røkt. Vit royna at stuðla, og nú vit eru leys av dagliga rakstrinum á Amager, savna vit okkum eftir førimuni um at vitja á sjúkrahúsum, á AT VITJA SJÚK EITT HJARTAM Ársins føroyingur: Øssur Berghamar á Ríkissjúkrahúsinum, har hann vitjar føroyskar sjúklingar