Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 149 5 sjúklingahotellinum og ein­stak­ ling­ar. Tað var andaliga kallið, sum var drívmegin, og soleiðis er tað framvegis, sigur Øssur Berg­ hamar. Umframt hesar tænasturnar, sum her eru nevndar, hevur Øssur Berghamar yrkt, týtt og smíðað løg til eina rúgvu av sangum og kórum. Fyri jól gav hann út eitt andaktshefti, sum ber heitið Ein dag í senn – 31 dagar við orði og sangi. Bókin hevur eitt orð til hvønn dag í ein mánað, og harumframt er eisini en sangur umtalaður, ið verður knýttur til dagsins orð. Endamálið Fleiri teirra, sum hava skotið upp, at Øssur Berghamar skal vera ársins føroyingur, vísa á vitj­ anartænastuna á Ríkis­sjúkra­hús­ in­um og sjúklinga­hotell­inum. Tey siga seg fegnast um vitjanirnar, með­an tey vóru har orsaka av sjúku ella sum stuðul hjá sínum næstu. Hvussu fært tú samband við fólk? – Viðhvørt fáa vit ein teldupost ella eini smsboð, og viðhvørt verður sagt frá um onkran, sum er niðri í ørindum á sjúkrahúsi. Tíverri ber tað illa til at lofta øllum, tí vit vita ikki um øll. Eg plagi at vera á Ríkissjúkrahúsinum týsdag seinna­part. Tá veit eg um onkran, sum er har, og so vísir tað seg ofta, at føroyingar, sum vit ikki vistu um, eru í forhøllini, og viðhvørt er føroyskt at hoyra á deildunum. So gloppa vit dyrnar, heilsa uppá og taka tað harfrá. Hvat gongur vitjanin út uppá? – At stimbra og stuðla. Hvat tað ber við sær er so ymiskt. Tað snýr seg um at lurta og liva seg inn í støðuna. Tað er rørandi og kann kennast krevjandi, men tað er eisini ein forrættur at fáa høvi til hetta og at vísa til tann stóra læknan, sum eg havi lært at kenna, og sum eg veit er førur fyri at taka sær av okkum øllum, uttan mun til hvussu umstøðurnar eru. Undir sovornum umstøðum vísir tað seg ofta at verða natúrligt at biðja eina bøn og kanska at lesa eitt orð úr skriftini, og tað gera vit so í samráði við tey, sum vit vitja. Mynstrið er broytt Nú kemur tað ikki so ofta fyri, sum tað gjørdi áður, at sjúkl­ ingar eru leingi innlagdir. Nógv viðgerð er ambulant. Bæði sjúkl­ ingar og avvarðandi búgva á sjúkl­ ingahotellinum, og so vitja tey á sjúkrahúsinum at fáa viðgerð. – Sjúklingahotellið, sum nú er í Venøgade á Eysturbrúgv, er rættiliga sentralt í okkara arbeiði, tí har búgva bæði sjúklingar og tey, sum ferðast saman við teim­um. Har eru andaktir hvørt hós­kvøld. Føroyski presturin Borgný Brunings-Hansen og tey í føroyska arbeiðnum í Elias­kirkjuni hava ábyrgdina annað­hvørt hóskvøld, og vit úr Kristna­stovu eru har annaðhvørt hóskvøld. Har savnast nógv fólk, og meðan vit eftir andaktina njóta ein drekkamunn, er høvi at heilsa upp á fólk. Tá kann tað vera, at vit frætta um føroyskar sjúklingar á øðrum sjúkrahúsum – eitt nú á Herlev, Hvidovre og Gentofte – og so kemur tað fyri, at vit fara at vitja har. Viðhvørt fáa sjúklingar hjálp og verða frísk, men tað er ikki altíð? – Vit royna at gleðast við teim­um glaðu og syrgja saman við teimum, sum bera sorg. Tað er nógv broytt viðvíkjandi sam­ ferðslu og samskifti í hesi mongu árini. Men grundleggjandi per­són­ ligi tørvurin á umsorgan, hjálp og stimbr­an er tann sami. Viðhvørt endar sjúkralegan við deyða. At vera um tey doyggjandi og teirra avvarðandi er eisini ein partur av tænastuni. Í sovornum støðum kann tað vera, at vit eru oftari á sjúkrahúsinum, enn vit annars eru. Eisini tá ræður tað um at kenna løtuna og at eiga røttu orð­ ini í røttu løtuni og annars at veita hjálp og stuðul. Tit skipa viðhvørt fyri minnis­ løtum yvir tey, sum eru farin? – Tað kemur fyri. Tað valdast um, hvat tey avvarðandi ynskja, og um tey ynskja, at tað skal vera presturin ella vit, sum hava ábyrgd­ina. Ofta ynskja tey at fara heim sum skjótast. Um tað verður lagt upp til minnisløtu í kapell­inum, so hjálpa vit fegin til og standa fyri sangi og spæli og at siga nøkur orð. Familjulívið Susan og Øssur búðu fyrstu árini í íbúð á Oxford Allé, sum er síðugøta til Amagerbrogade og ikki so langt frá Sundbyvester Plads. Í 1979 fluttu tey í húsini á Birmavej 36, har Kristnastova fram­vegis er, og har Dora og Niels Pauli Nónstein og børnini nú búgva. Nú búgva Berghamar hjúnini í Ganløse, sum er í útjaðaranum á Keypmannahavn. Eldri sonurin, Andrew, og familjan búgva í granna­lagnum. Yngri sonurin, Kristin Filip, býr saman við familj­ uni í Jyllandi. – Undan jólum vóru vit í Jyllandi, og um jólini vóru vit saman við familjuni her í granna­ lagnum. Av og á er eldrasamkoma í Kristnastovu. Tá hittast tilkomnir útisetar at hugna sær og syngja saman og at hoyra eitt orð frá skrift­ini. Okkurt føroyskt verður sett á borðið, og prátið snýr seg sjálvandi um Føroyar og føroy­ing­ ar. Ein sovorðin samkoma var 12. des­ember. Onkrum, sum plagar at møta upp, barst frá, og so stukku vit bæði Susan inn á gólvið hjá viðkomandi. Tú verður 77 í februar, og tit hava búð í Danmark í meiri enn 46 ár. Ert tú framvegis føroyingur? – Tað verður ongantíð broytt. Mær hevur alla tíðina longst aftur til Føroya, og tann longsulin er ikki horvin. Dyrnar at flyta heim aftur hava alla tíðina verið á gloppi, men nú verður tað ikki. Tað lagaði seg soleiðis, at okkara tænasta varð her. Dreingirnir eru uppvaksnir her. Teir hava fingið tað føroyska við sær, men teir kenna seg heima í Danmark, og tað er ein gleði og forrættur at síggja abbabørnini vaksa, mennast og trívast, sigur Øssur Berghamar, sum lesararnir hjá Sosialinum og in.fo hava kosið at vera ársins føroying í 2018, og so leggur hann aftrat: – Harrin eigur alla æruna. Tað er honum, vit ynskja at tæna og við okkara arbeiði at peika á. KLINGAR ER MÁL Susan og Øssur Berghamar frammanfyri Kristnastovu. Arbeiðið hjá okkum er teamwork, sigur Øssur Berghamar