Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 149 6 Øssur hugsar um hini Hann er ímyndin av persóninum, sum hevur stórt hjarta og livir fyri onnur, sigur Karis í Liða Hansen, sum hevur verið nógv á sjúkrahúsi JÓANNES HANSEN F leiri uppskot um ársins føroying vórðu send inn, og fleiri vóru skikkað at fáa heiðurin sambært tí, sum var skrivað, tá ið møguleikin varð givin. Tað varð latið til lesararnar at gera av, hvat besta orsøkin til ella prógvið um, hvør eigur heiðurin at gerast ársins føroyingur 2018. Men Miðlahúsið fór at leggja dent á hetta: Viðkomandi, sum hevur uppiborið hetta heitið, hevur gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað verið seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið ella samfelagið sum heild ella fyri eina søk, fyri eitt ávíst felag ella felagsskap, fyri eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur. Veljið ein persón og grundgevið, hví viðkomandi er tykkara val. Úr ymsum heraðshornum Uppskot um at velja Øssur Berghamar til ársins føroying eru komin ymsastaðni frá úr landinum og úr ymsum sosialum og kirkju- og samkomuligum hornum. Ein teirra, sum hevur skrivað inn, er 27 ára gamla Karis í Liða Hansen í Havn. Á sumri í 2014 giftist hon Osvaldi Hansen. Tá greiddi hon í Vit skulu giftast, sum var partur av blaðnum hetta summarið, frá um epilepsiherindi, sum ofta vóru orsøk til, at hon varð innløgd. Tá búðu tey í Keypmannahavn, og nú gevur hon okkum loyvi at endurgeva seg fyri, hví hon hevur skotið upp, at Øssur Berghamar skal vera ársins føroyingur: – Eg eri ein av teimum mongu, sum hann aftur og aftur hevur vitjað á Ríkissjúkrahúsinum og eisini eftir, at vit eru flutt til Føroya hava tey minst til okkum. Hann hugsar um onnur og tænir øðrum og vísir hjartalag sum fáur, sigur Karis í Liða Hansen í síni grundgeving. Og onnur taka undir við henni og vísa á stillføru, smílandi og vinnandi medferðina, sum kennist álitisvekjandi og ber uppmuntring við sær. Í samrøðu við Kára Sólstein í útvarpinum hjá Kringvarpinum jólaaftan var Jógvan Fríðriksson inni á hesum, tá ið hann eisini nevndi Móðir Teresu og Njál Djurhuus. – Tað snýr seg um at ofra seg fyri fólkið. Eg kenni ikki henda mannin, men sum prestur havi eg hoyrt nógv um hann, og eg havi lisið sumt, sum hann hevur skrivað, og sálmar og sangir hjá honum. Nú er ein andaktsbók komin frá hansara hond, og hann er í uppskoti at vera ársins føroyingur. Hann og hini hava skapt ein heim av vælveru kring seg, hóast tey eru av kjøti og blóði og ivaleyst hava okkurt negativt at dragast við. Upprunin er teirra kristintrúgv. Tað er við tí, sum kom til tey, at hann og tey vórðu so heilhjartað og fóru í tænastu og hava avrikað stórverk, segði Jógvan Fríðriksson, biskupur, jólaaftan í útvarpssending. Og hetta er væl í tráð við tað, sum so nógv hava orðað, tá ið tey hava sent inn og skotið upp, at Øssur Berghamar skal vera ársins føroyingur 2018. Øssur Berghamar og Karis í Liða Hansen, sum er ein teirra, ið hava skotið upp og grundgivið fyri, hví Øssur Berghamar skal vera ársins føroyingur 2018