hósdagur 27. desember 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 149
7
NÝGGJÁRSKONSERTIN
Fríggjadagin 4. Januar kl. 19.00
Leygardagin 5. Januar kl. 19.00 – Útselt
Árið í Norðurlandahúsinum byrjar sum vant við stórfingnu nýggjárskonsert-
unum hjá Føroya Symfoniorkestri. Solistar eru danska sopranin Susanne Elmark
og týska Angelika Wagner á harpu.
BARNADANSUR
Fríggjadagarnar 4. januar, 11. januar, 18. januar og 25. januar kl. 20.00
Dansifelagið í Havn og Norðurlandahúsið skipa fyri barnadansinum, har børn
saman við vaksnum læra seg kvæði og føroyskan dans.
VIDEO VIDEO: TONE KRISTIN BJORDAM
7. januar – 20. januar
Norska listafólkið Tone Bjordam (1975) ger verkætlanir tengdar at náttúruni,
sansing og vísindi. Bjordam nýtir video, teknaðan film, náttúrumyndir,
abstraktar málningar við íblástri úr náttúruni, fløkjaligar tekningar við
ørgrynnu av smálutum og høggmyndainstallatiónum.
TEKNIFILMAR: VIDEO VIDEO FYRI BØRN
12. og 13. januar
Í sambandi við framsýningina Video Video fáa børnini teirra heilt egna biograf.
Flestu filmarnir eru ætlaðir minstu børnunum, men øll børn eru vælkomin,
og tey kunnu koma og fara, sum teimum lystir. Teknifilmarnir eru skaptir av
Mikrofilm og eru á norskum.
GLS
Fríggjadagin 18. og leygardagin 19. januar kl. 9.00 – 16.00
Kveikjandi leiðsluráðstevna við nútíðarhóskandi og mennandi leiðsluamboðum
frá altjóða leiðarum í heimsflokki.
VETRARJAZZ 2019
21.–27. januar
Norðurlandahúsið er aftur í ár partur av Vetrarjazz og bjóðar eina skrá av
fjølbroyttum jazzi frá experimenterandi vokal-improvisatión til meira
siðbundnan og stórfingnan big band tónleik. Eisini fáa vit eitt innlit í jazz-søgu
afturvið einum nátturðabita.
NÁTTURÐABITIN
Mikudagin 23. januar
Edvard Nyholm Debess sigur frá eitt sindur av jazz-søgu afturvið einum
nátturðabita.
IKI + JÓSEF ZACHARIASSEN KVARTETT
Hósdagin 24. januar
Frá klassiskum tónleiki og poppi til feitar rútmur og improvisatión.
Dupultkonsert við virðislønta vokalbólkinum IKI (DK/FI/NO) og kvartettini
hjá føroyska klaverúrmælinginum Jósefi Zachariassen (FO/NO).
ÓKEYPIS JAZZ-SEINNAPARTUR
Leygardagin 26. januar
Vit síggja framtíðina í føroyskum jazzi, tá næmingar á musikkskúla miðnámi
framføra. Vit uppliva, hvat rørir seg á íslendska jazz-pallinum við Inga Bjarna
Trio (IS). Og vit hoyra nýggjastu verkætlanina hjá útisetajazzaranum Bárði
Reinert Poulsen: Karl Bjorå’s Aperture (FO/NO).
TÓRSHAVNAR BIG BAND
Leygardagin 26. januar
Tórshavnar Big Band bergtekur áhoyrararnar ferð aftaná ferð – hvørt tey
spæla altjóða klassikarar ella nýggjar útsetingar av føroyskum løgum.
Til Vetrarjazz spæla tey uppruna-føroyskan big band tónleik.
NU SKA VI U Å SEJLE
Sunnudagin 27. januar
Barnajazzurin er fastur táttur í Norðurlandahúsinum á Vetrarjazz, og í ár
hoyra vit søguna um áarrossagentuna Maggi, giraffin Tóru og szzlanguna
Hanzzole, sum sigla til Venezuela og heimaftur og hitta stuttlig djór á ferðini.
JANUAR
Í NORÐUR-
LANDAHÚSINUM
Video video fyri børn
Susanne Elmark
IKI
Barnadansur
GLS
Tone Bjordam
Nu ska vi u å sejle
Tórshavnar Big Band
Ingi Bjarni Trio
Jósef Zachariassen Kvartett
nlh.fo
Tel. 351 351
Tel. 53 54 55 / 22 46 61
Litfagurt, lætt, leskiligt og sjálvandi vistfrøðiligt
smakka.fo
MORGUNMATUR kl. 9.00–11.30
SJÁLVTØKUBORÐ kl. 12.00–14.00
LEYGARDAGSBRONSJ kl. 10.00–14.00
TILBOÐ TIL LESANDI
Lesandi fáa avsláttur til øll tiltøk á Vetrarjazz 2019.