hósdagur 27. desember 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 149
8
Hann veit, at avbjóðingar eru fyri framman, men mælir
til at vit ikki gloyma hvussu væl tað gongur í Føroyum
ÁRNI GREGERSEN
-Sjálvandi hava vit avbjóðingar í komandi
árinum, men vit mugu ikki gloyma, at tað
gongur sera væl í Føroyum og at útlitini
eru bjørt.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er væl
nøgdur politiskt nú vit nærkast ársenda í
2018.
Fyri fjóðru ferð hevur tað eydnast sam
gonguni at fáa eina fíggjarlóg samtykta.
-Tað er ikki bara ein fíggjarlóg, men ein
fíggjarlóg við avlopi, sum gjøgnum hesi
fýra árini samgongan hevur sitið tilsamans
nærkast hálv aðru milljard krónum, sigur
løgmaður.
Hann leggur afturat, at sjálvandi skal
landið hava avlop í hesum tíðum, men fyri
at tað skal henda, so er tað sjálvandi neyð
ugt, at tað verður stýrt eftir einum avlopi.
Millum avbjóðingarnar í komandi ári
nevnir løgmaður vandan fytri einum ov
heitum búskjapi. Arbeiði er til allar hendur
– og tað er gott – men samstundis mugu vit
ansa eftir, at alt sum vit fáast við ikki gerst
ov dýrt, tí okkum manglar arbeiðskraft.
Stór mál í ár
Tá ið løgmaður hyggur afturá hetta árið,
sum skjótt er farið, so fegnast hann um,
at tað eydnaðist at fáa samtyykt eina
pensjónsnýskipan.
-Hetta er eitt mál, sum politiska skip
anin hevur arbeitt við í eini 20 ár, men nú
eydnaðist tað. Semjan er ikki bara sam
gongan, men eisini Sjalvstýri, sigur løg
maður.
Hann leggur dent á trý ting við pensjóns
nýskipanini:
1.
Hon lyftir tey veikastu
2.
Hon ger tað smidligari at fara av
arbeiðsmarknaðinum
3.
Hon tryggjar haldføri í búskapinum
fram í tíðina.
Nýggja skipanin hevur eisini við sær, at
pensjonistarnir fáa meir úr Samhaldsfasta.
1.mai hækkaði útgjaldið einar 500 krónur og
her á nýggjárinum hækkar tað 1045 krónur
um mánaðin, sigur løgmaður.
- Hetta er nakað, sum av álvara ger mun
hjá pensjonistunum, sigur Aksel V. Jo
hannesen.
Bergholini
Í 2018 hevur nógv orðaskifti verið um
berghol og hvussu tey skulu raðfestast.
Ósemja hevur verið í samgonguni, men
kortini er tað hepnast at semjast um eina
raðfesting, sjálvt um tað kostaði einum
landsstýrismanni sessin.
-Vit hava gjørt avtalu um, at Hvalbiar-
tunnilin verður framskundaður, so vit eisini
koma eitt sindur fyrr til at gera tunlarnar
Norður um Fjall. Samstundis verður farið
undir at gera tunnil til Dals 1.mars og síðan
er tað tunnilin til Fámjins, sigur løgmaður.
Hann er eisini sera fegin um, at
landsstýrið hevur lagt ætlanirnar um ein
bústaðarpakka alment fram.
Pakkin gevur Bústøðum møguleikar at
læna 250 milljónir krónur afturat, so 200
íbúðir verða bygdar afturat teimum 200,
sum eru í gerð og teimum 200, sum eru
samtyktar at gera. Við teimum fara Bústaðir
at hava millum 600 og 900 leigumál.
-Tíbetur er tað so, at vit hava ein stóran
fólkavøkstur. Tí er neyðugt, at vit hava
bústaðir tøkar til hesi fólkini, sum fegin vilja
búgva í Føroyum, sigur Aksel V.Johannesen.
Bústaðrneyð í Føroyum er ikki nakað
nýtt mál, serliga ikki í Tórshavn, men tað er
sjáldan at so nógv fólk eru flutt til Føroyar
uppá so stutta tíð.
Marknaðarviðurskiftini
Føroyski útflutningurin er vaksin nógv
seinastu árini og nógv orka verður løgd í at
skaffa føroysku fyritøkunum betri atgongd
til stóru útlendsku marknaðirnar.
Handilsavtalur eru á veg við fleiri lond:
Kina, Japan, USA, Russland og Suðurkorea
eru lond, sum samráðst hevur verið við í
drúgva tíð.
Men eitt av londunum gongur ikki so væl
at finna eina avtalu við.
Tað er Ísland.
Talan er um Hoyvíkssáttmálan. Nýggja
lógin um fyrisiting av sjófeingi ger, at
Hoyvíkssáttmálin má broytast, men tað
hava íslendsku myndugleikarnir higartil
ikki verið sinnaðir at gera.
Tí hevur Poul Michelsen, landsstýris
maður við vinnumálum, fingið heimild frá
tinginum at siga Hoyvíks-sáttmálan upp.
Hetta skal gerast undan 1.januar, tí upp
sagnartíðin er 12 mánaðir.
- Íslendingar mugu skilja, at vit hava ræði
á okkara egna tilfeingi og tí má sáttmálin
broytast. Hann hóskar ikki saman við lógini
og tí noyðast vit at siga hann upp nú, broyta
íslendingarnir ikki støðu og ganga við til
broytingar í sáttmálanum, siur Aksel V.
Johannesen, løgmaður.
Fiskivinnunýskipanin
Tað er á nýggjárinum eitt ár síðani fiski
vinnunýskipanin kom í gildi, men enn er
nógv av tí, sum stendur í nýggju lógini ikki
sett í gildi.
Enn hava vit fiskidagar heldur enn kvot
ur og nógv umrødda umsitingarætlanin er
ikki farin at virka enn.
- Hinvegin eru uppboðssølurnar farnar
at virka og tað haldi eg hevur riggað væl.
Vit hava góð dømi um, at summi hava keypt
dýrt, tí tey við at hava serliga góða góðsku
eisini kunnu selja fyri serliga høgan prís,
sigur Aksel V. Johannesen.
- Hetta haldi eg eisini sjálvandi er ein
Val verður í seinasta lagi
31.august næsta ár
Tað sigur lógin, men løgmaður
hevur enn ikki tikið endaliga
støðu nær væl verður
Seinasta løhtinghsval var 1.september
2015.
Sambært galdandi lógum, so skal
verða aftur ís einasta lagi fýra ár eftir.
Tað vil siga 1.september í ár, men av tí at
1.september er ein sunnudagur, so skal
val í seinasta lagi verða 31.august.
- Ja, tað sigur lógin og júst nú dugi eg
ikki at síggja nakrar politiskar óisemjur
í vár, sum fara at noyða eitt væl fram,
sigur løgmaður.
- Hinvegin vita vit frá fyri skjótt
fýra árum síðani, at tað ikki er serliga
heppið at hava væl so stutt fyri, at fíggj
arlógaruppskotið fyri komandi ár skal
leggjast fram. Tað skal berast í tingið í
seinast lagi í endanum av september, so
har er ikki nógv tíð at arbeiða hjá einari
nýggjari samgongu, leggur hann afturat.
Løgmaður sigur, at tað av praktiskum
orsøkum kanska verður soleiðis, at væl
verður undan summarsteðginum, men
tað er ein spurningur, sum verður við
gjørdur í vár.
- Ja, tað kemur ann uppá so nógv, men
ta støðuna taki eg, tá ið hon er búgvin
at taka, sigur Aksel V. Johannesen, løg
maður.
LØGMAÐUR SÆR
UPPÁ KOMANDI Á