hósdagur 27. desember 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 149
9
partur av nýskipanin, at vit gera meira við
og fáa meira burturúr tí tilfedingi, sum vit
hava atgongd til. Hinvegin vita vit, at alt
sum skal roynast fyrstu ferð tekur tíð og
tað er ikki vist, at vit raka rætt fyrstu ferð,
sigur løgmaður.
Stjórnarskipanin
Spurningurin um eina føroyska stjórnar
skipan er ikki loystur.
- Tað verður hann nokk ikki í hesum
valskeiðnum, men fyri tí ætli eg mær ikki
at gevast við málinum. Vit mugu arbeiða
víðari fyri at fáa eina stjórnarskipan fyri
Føroyar, sigur løgmaður.
Hann leggur afturat, at tað helst ber
til at atkvøða eina skipan ígjøgnum við 17
atkvøðum, men tað skal helst ein breiðari
meirluti til eina slíka samtykt.
Nenvdin, sum arbeiddi við málinum og
hevði Heðin Mortensen sum formann er
fallin burtur.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
CITAT
Men eingilin segði við teir: "Óttist ikki!
Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal
verða fyri alt fólkið:
Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er
Kristus, Harrin, í staði Dávids.
Ein jólaheilsan
frá Miðflokkinum
til Føroya fólk
Árið 2018 hevur á mongum økjum verið avbjóðandi og hevur kravt
dirvi, m.a. til at standa við og verja tey grundleggjandi kristnu virðini,
forfedrar okkara grundaðu góða samfelag okkara á.
Komandi árið, 2019, bankar á dyrnar við sínum egnu avbjóðingum,
bæði á persónliga og samfelagsliga økinum. Tá er týdningarmikið og
trygt at vita, at Hann, sum í ár hevur staðið við lið okkara, eisini í 2019
er við á leiðini, og ynskir at vera fremsti ráðgevi okkara.
Ynski okkara í Miðflokkinum er, at Frelsarin, hvørs føðing vit, hvør á
okkara hátt, minnast hesar dagar, gerst álit og dagligur gestur okkara,
ikki bert á jólum, men hvønn dag framyvir.
Latið okkum í góðum treysti, saman við Honum, fara inn í nýggja árið,
vitandi, at Hann er trúfastur og tilreiðar at hjálpa, bæði tí einstaka og
tjóðum, tá á stendur!
R BJART
ÁRIÐ