hósdagur 27. desember 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 149
10
Bergtóra Høgnadóttir,
HR-leiðari hjá Sev
Hvussu var 2018 fyri teg?
Eitt ár eg við takksemi og eyðmjúkleika
fegnist um, við tað at mær untist at
vera um tvíburardøtur okkara til tær
nú gjørdust 18 ár og myndugar. Vóni at
vera her á fold í mong ár, men fremsta
ynskið hjá øllum foreldrum er ivaleyst,
at børnini hava tað gott og at kunna
vera har fyri tey...ikki minst fyrstu 18
árini.
Hvat var besta
upplivingin í 2018?
At tora at dyppa í Sandagerði ein
stóran part av heystinum var ein herlig
uppliving. At gerast liðug við útbugving
mína var sanniliga eisini fantastiskt.
Gongutúrarnir í náttúru okkara angri
eg ongantíð - um tað er við hundinum,
góðum fólkum ella bara sjálv - altíð er
lagið gott aftaná. Saman við systir mínari,
einum beiggja okkara og familjum
okkara vóru vit nakrar dagar í summarfrí
í Botni í Suðuroy. Einki sjónvarp, telefon
og 3G...aaaaapsolutt eitt av serliga góðu
minnunum. Samanumtikið eru størstu
upplivingarnar tær, har eg upplivi
nærveru.
Hvat var keðiligasta
uppliving í 2018?
Sjálvandi hava løtur merktar av skugga
og órættvísi eisini verið í 2018. Men
alt nýtist ikki at koma á prent. Økta
tilvitanin um plastdálkan og hvat hon
ger við umhvørvið okkara ræðir meg.
Keðilig, men neyðug vitan at fáa. Í so
máta kunnu vit bara blíva betri - bæði í
mun til forbrúk og í mun til at taka upp
eftir okkum. Vit hava bert hesa verð,
og hava stóra ávirkan á og ábyrgd av,
hvussu hon skal vera hjá eftirkomarum
okkara, ‘there is no planet B’ sum eitt
gløgt høvd segði.
Hvat var mest umráðandi
lærdómurin í 2018?
Í summar gjørdist eg master i positivari
sálarfrøði. Lærdómurin higani er, at vit
tíbetur sjálvi hava ávirkan á, hvussu
vit trívast. Nakað er partur av DNA
og umhvørvi, men vissuliga kunnu vit
sjálvi hava ávirkan á trivnaðin sjálvi
eisini. Fleiri umráðandi elementir er,
men góðar relatiónir og at tú hevur
ein meiningsfullan gerandisdag ella
uppgávu, tað eru tveir umráðandi
faktorar. Tað snýr seg ikki um at
fortreingja tað sum pínir, sjálvandi
noyðast vit eisini at rúma tí trupla, men
umráðandi er at vita, at til ber at arbeiða
við trivnaði í livinum sum heild.
Hvat hevur tú sett tær
fyri at gera í 2019?
Eg vil fegin vera betri við og fyri
umhvørvið - droppa eingangs gløs og
bestikk, droppa plastikkposar so væl eg
kann, minka um matarspillu. Og næsti
bilurin skal vissuliga vera ein elbilur. Vil
fegin umseta vitan til praksis í mun til
umhvørvið. Og vit kunnu øll gera mun
- meiningsfullan mun. Og sjálvandi vil
eg halda áfram við tí sum eg veit skapar
trivna - eisini í komandi ári. Gjarna við
fleiri góðum løtum í bergtakandi nátturu
okkara í hesum landi, har meirilutin
vónandi skjótt vil ráða og taka fulla
ábyrgd.
MÍTT
2018