hósdagur 27. desember 2018síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 149
38
Jan Lamhauge,
journalistur
Hvussu var 2018 fyri teg?
Tað var eitt blandað upplivisli. Fyrra
árshálvan var sera keðilig við øllum
innanhýsis rokinum í Kringvarpinum.
Alt, sum var uppbygt undanfarnu
árini, bleiv niðurbrotið. Tað var
óendaliga óstimbrandi, og fór við allari
orku, bæði til arbeiðis og privat. Men
seinna árshálvan hevur verið sera góð,
síðan daman, dótturin og eg fluttu til
Svøríki í summar. Eg haldi, at vit eru øll
munandi lukkuliga og meir harmonisk
nú.
Hvat var besta
upplivingin í 2018?
Sum sagt, í summar fluttu vit til
Svøríkis í eitt styttri tíðarskeið. Tað
hevur verið eitt sera gott upplivilsi.
Bæði at skifta umhvørvið og at læra
nýggja fólk at kenna. Áðrenn vit fluttu,
hugsaði eg serliga nógv um, hvussu
dótturin fór at trívast. Men tað hevur
verið serliga gleðiligt, at hon trívist
sera væl. Kanska hevur tað eisini
ávirkan á hana, at foreldrini hava betri
tíð til hana, og vit hava verið so heppin
at havt vitjanir fleiri ferðir av ommum,
abbum og systkinabørnum.
Hvat var keðiligasta
uppliving í 2018?
Eg kann byrja við, at keðiligasta
uppliving í 2017 var, at KvF "lønti"
okkum fyri at hava varpað ljós á,
at landskassin stóð til at missa 90
milliónir krónur í "skattamálinum" hjá
Eik Banka, við at siga tíðindaleiðaran
upp. Tað var í 2017. Størsta vónbrotið
í 2018 var, at nýggja leiðsan fyri KvF
ikki byrjaði av nýggjum, men heldur
roynir at gera arbeiðið hjá undanfarnu
leiðsluni liðugt.
Hvat var mest umráðandi
lærdómurin í 2018?
Tað finnist ikki nógv størri ríkidómur
enn at gera tað, sum mann brennur
fyri, saman við fólki, sum brenna fyri
tí sama.
Hvat hevur tú sett tær
fyri at gera í 2019?
At fara á ein siglitúr við familjuni á
svenska Skergarðinum. Og kanska
eisini fara ein til túr til Miðeystur. Í
2011 ferðaðust Heini í Skorini og eg
í Libanon, og líka síðan hava vit á
hvørjum árið tosað um at fara ein túr
afturat. Men vit eru ongantíð síðan
komnir longur enn til prátið. Kanska
um eg nú sigi tað alment, so verður
2019 kanska árið, tá vit aftur fara at
ferðast í Miðeystri.
MÍTT
2018