hósdagur 27. desember 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 149
40
Ann Dahl Hansen,
prestur
Hvussu var 2018 fyri teg?
Eg eri so takksom fyri 2018. Takksom
fyri familjuna. Takksom fyri vinirnar.
Takksom fyri góðar og ríkar løtur. Eg
haldi, at jú eldri eg gerist, jú inniligari
livi eg. Eg tími ikki at brúka tíð uppá
ymiskt meiningsleyst. Tað er lívið
ov dýrabært til. Lívið er ein gáva, og
hvønn morgun fái eg loyvi at pakka
hesa gávuna upp. Tað er vælsignað, og
nakað, sum eg havi lært at seta størri
og størri prís á.
2018 var eitt ár, har tær góðu
løturnar fyltu nógv mest, og tað
eri eg so takksom fyri. Eri takksom
fyri, at maðurin og eg fingu loyvi
at hátíðarhalda okkara 21 ára
brúdleypsdag. Takksom fyri familjuna
og fyri at vit eru frísk og hava tað gott.
Hvat var besta
upplivingin í 2018?
Tað var uttan iva, tá ið øll familjan
fór bilferiu til Pólland í summar.
Hetta var ein fantastisk feria, har vit
millum annað vitjaðu í Auschwitzch og
saltminunum í Krakow. Ferian byrjaði
í Svøríki, har vit vóru við teimum
yngstu børnunum til Partille cup, sum
er ein hondbóltskapping. Eftir tað
koyrdu vit til Danmarkar, Týskland og
Pólland. At kunna vera saman á henda
hátt, maðurin og eg og 3 børn, var
dýrabært, og nakað, sum eg ongantíð
fari at gloyma. Allar løturnar í bilinum,
tá ið vit koyrdu í nógvar, nógvar tímar
vóru so gevandi og stuttligar. Nógv
varð flent og nógv var tosað.
Ein onnur stór uppliving var eisini í
summar, tá ið elsta dótturin, Birgit,
gjørdist studentur. At fáa loyvi at
síggja hana fáa húgvuna á høvdið
aftaná trý ár við lesnaði var ein stór
løta. Harafturat fekk ein so fittan
svigerson, sum eg eri so góð við, so
familjan veksur.
Hvat var keðiligasta
uppliving í 2018?
Tíbetur hava tað verið sera fáar
keðiligar upplivingar. Tá ið tað er
sagt, so má eg viðganga, at tað nívir
altíð serligt hart, tá ið tað gongst
børnunum ímót ella tá ið tey stríðast
við ymiskt. Nakrar slíkar løtur hava
verið, tað slepst helst ikki undan.
Slíkar løtur eru tungar. Og tað sker
meg í móðurhjartað, tá ið eg ikki fái
vart børnini frá mótgongd og sorg. Tað
er tungt. Men eisini byrðarnar gerast
eitt sindur lættari, tá ið man kann
hjálpast at við at bera tær, og tá ið man
livir lív sítt í tí trúgv, at Jesus er við
okkum, óansæð um vit hava viðgongd
ella mótgongd, og at eisini tær ringu
løturnar fáa ein enda. Lívið er nú
einaferð soleiðis, at tað er kryddað við
mótgongd og viðgongd. Við góðum og
minni góðum løtum. Men ælabogin
traðkar ikki fram á himmalin fyrr
enn eftir regnið. Soleiðis er eisini við
lívinum. Tá ið man er komin ígjøgnum
ella hevur lagt keðiligar uppplivingar
afturum seg, tá gerast livið vakrari,
størri og meir dýrabært.
Hvat var mest umráðandi
lærdómurin í 2018?
At lívið er ikki ein sjálvfylgja. Í mínum
arbeiði møti eg ofta sorg og deyða. Tað
er altíð tungt, tá ið fólk syrgja, tí tey
hava mist onkran, sum tey vóru góð
við. Ella tá ið fólk hava trupuleikar.
Sum prestur er tað ein gáva at fáa loyvi
at fylgjast við menniskjum í viðgongd
og mótgongd. Men tað ger eisini, at eg
javnan verði mint á, at halda fokus á
tí, sum hevur týdning í lívinum. Havi
lært meg ikki at taka alt so tungt. Seti
mær sjálvari spurningin: fer hetta at
hava týdning um 5 ár? Um ikki, so
behøvist eg ikki at brúka so nógv tíð
uppá at hugsa um tað. Eg havi lært, at
vera meir til staðar í núinum. At njóta
løtuna. Nærveruna.
Hvat hevur tú sett tær
fyri at gera í 2019?
Mítt arbeiði sum prestur ger, at eg
ongantíð veit, hvat dagurin bjóðar
mær, men eg vóni, at eg fái loyvi at
halda áfram at gera tað, sum eg elski at
gera: : at boða menniskjum frígerandi
boðskapin um Jesus Kristus.
Eg havi ymiskt spennandi sum liggur
fyri framman, nógv hugskot og nógvar
ætlanir, sum eg gleði meg til.
Annars, so byrjar eitt nýtt tíðarskeið
í mínum lívi, sum mamma, tí elsta
dótturin flytir til Danmarkar. So tað
er nakað, sum eg skal venja meg við.
Miðlingadótturin verður liðug við
fólkaskúlan og yngsta dótturin verður
liðug í 5.flokki, so nú hava vit so vaksin
børn. Hetta gevur manninum og mær
meir frælsi og meir tíð til okkum
sjálvi. Tí hava vit bílagt okkum eina
væluppiborna cruiseferð til Caribia
áðrenn páskir, og tað gleði eg meg so
nógv til.
MÍTT
2018