Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 28. desember 2018 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Spania til Føroyar Lutakast er til EM 2020 undankappingina. Føroyar koma í bólk saman við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta. Samanumtikið er talan um eitt avbera gott og spennandi lutakast, tó við stóru ítróttarligum avbjóðingum. tað kom ofta fyri, at hon fór heim til hús, áðrenn hon yvirhøvur kom oman í býin. Og dansistøðini hjálptu onkuntíð og tveittu fólk út, um tey vórðu ov ógvuslig. Umráðandi at hugsa seg um – Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit eisini hugsa um tey, sum ikki hava tað lætt, tí eg haldi, at tað er ofta eitt tabuevni í Føroyum. Fólk vilja ikki síggja veruleikan, at tað eru summi, ið ikki hava tað gott. Eg vil hjálpa teimum. Tí legði eg út á Facebook um mína søgu.  – Tað er fyrstu ferð, eg havi sagt tað alment, at eg varð illa happað. Um eg varð biðin um at greiða frá hes­um fyri hálvum ári síðani, so hevði eg ikki sagt ja og hevði ikki kunna funnið uppá at tosa um tað.  – Eg vil, at Føroyar og føroyingar lata upp eyguni fyri veruleikanum, at happing er so álvarsamt, og at tað kann oyðileggja ein persón. – Viðmerkingin eg fekk frá lær­ar­ an­um sum átta ára gomul genta í 2. flokki vísti seg at verða mín dómur.  Eg gjørdist »Beinta Slev« sum átta ára gomul, tí at ein vaksin kona ikki hugsaði seg um, áðrenn hon talaði.  Kvinnulandsliðið á rættari leið Landsliðið hjá kvinnum í hondbólti luttekur í EM-undankapping í Sveis. Føroyar vinna á Litava, men tapa fyri Finnlandi og Sveis. Úrslitið er góðkent og niðurstøðan er, at kvinnulandsliðið er á rættari leið. Føniks er fimta felagið Føroyskur kurvabóltur hevur nú fingið sítt fimta felag. Talan er um felagið Føniks, sum er sett á stovn á Tvøroyri. Undan Føniks eru Hamar, Sporðdrekin, Ravnur og Hávur. Ítróttur - Vit síggja eina broyting, og fólk eftir­ spyrja nøkur onnur ting, enn tey gjørdu fyri fáum árum síðani. Vit hava fingið nakrar bíleggingar millum jól og nýggjár, men tað er tó ikki nakar marknaður fyri at hava opið jólaaftan og jóladag í løtuni. Súnfríð Lambaa, móttøkuleiðari á Hotel Hafnia Bjarni Nielsen takkar fyri seg Føroya sterkasti maður seinastu fimm árini, Bjarni Nielsen, hevur valt at sleppa dreyminum um at røkka altjóða tindunum. Prísurin fyri at verða ein sterkmaður er ov høgur - Eg havi valt at takka fyri meg í jagstranini eftir stóra strong­ man-dreyminum. Tað er nakr­ ar orsøkir til tað, sigur 30 ára gamli Bjarni Nielsen. Tað er ein ser­lig hending, sum útloysti enda­ligu avgerðina. Í summar er hann í holt við at seta eitt spegl upp í kam­ar­in­ um. Í skjótt fýra ár hevur hann verið sterkmaður burturav, har málið er at røkka altjóða topp­ in­um. Bjarni vigar nú 150 kilo, tá hetta lutfalsliga lætta spegli skal festast í veggin. - Eg sveittaði so illa, at eg mátti fara í brúsu og alt aft­aná. Tá hugsaði eg, hví eg ikki valdi ein ítrótt, har tú ert ein van­lig­ ur maður uttanfyri ítrótt­in. Í fótbólti hevur tú ilt í bak­lær­in­ um, ella er stívur í beinum. Tá tú vigar 150 kilo, so ber tú tað við tær allan dagin, sigur Bjarni Niel­sen. Seinasta av teimum heilt stóru kappingunum var Burn Show­down sterk­mans­kapp­ing­ in. Síðani kappingin endaði fyri bara tveimum vikum síðani, hev­ur Bjarni Nielsen tapt seg níggju kilo. - Eg misunni øðrum ítróttar­ fólk­um teirra kropp og teirra støðu at vera í, sigur Bjarni Niel­sen, sum er einasti íðkarin, ið er sterkmaður burturav í Før­oyum. Tað er ein av fleir or­ søk­um til, at hann nú gevst. Má hugsa um familjuna Bjarni Nielsen skal í næstum verða pápi. Tað er ein uppgáva, sum hann tekur í størsta álvara og vil verða ein nærverandi pápi, ið hevur møguleika at verða til staðar. - Familjan er tað týdningar­ mesta og vit skulu hava eina dótt­ir í apríl. Tað er nakað, sum eg hvørtfall vil ganga fult inn­ fyri fer at rigga væl. Tað er tor­ ført, tá tú vigar 150 kilo. Tað er gott sum sterkmaður, men alt annað í lívinum er torførari, sig­ur føroya sterkasti maður. Hann vísur millum annað á, at hann svevur illa, kann illa fara til tiltøk ella nakað, har hann skal standa leingi og at hann má eta allatíð. - Eg kann ikki fara nakra­ staðni, uttan at vita hvar mín næsta máltíð er, sigur Bjarni Niel­sen.