Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2018 26 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Guðri Højgaard fingið evropeiskan heiður Guðri Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, er kosin at vera millum tey 28, sum í 2019 evna til, førka og skapa røring í Evropa. Tað er miðilin Politico EU, sum á hvørjum ári ger listan við 28 fólkum, ið hava stóra ella týðandi ávirkan á Evropa innan politikk, tøkni, miðlar og mentan. Tann størsti minnilutin Tað, sum hevur stóran týdning fyri brekøkið er, at tey, sum bera brek, seta orð á viðurskiftini. Tí tað eru tey, meira enn nakar annar, ið vita hvat manglar. Vit hava tørv á at hoyra teirra rødd. Tað, sum vit uppliva frá okkara arbeiði er, at tá onkur kennir ein, ið ber eitt brek, so skilja tey betri umstøðurnar og tað, sum skal til. Tí er okkara ynski, at fólk vera meira opin um avbjóðingina og sjálvi seta orð á, hvat tað er, ið skal til, sigur Tóra við Keldu. Desember: Lærarin kallaði meg »Beinta Slev« – Eg gjørdist »Beinta Slev« sum átta ára gomul, tí at ein vaksin kona ikki hugsaði seg um, áðrenn hon talaði.    – Vit gingu í 2 flokki, og eg minnist ikki reiðiliga, hvat og hvussu, men eg sat still, og lærarin stóð uppi við talvuna og skrivaði. So vendi hon sær á og segði: – Ikki sleva so illa, Beinta! So vendi hon sær aftur løtu seinni og segði flennandi: – Ikki sleva, Beinta Slev. Tað byrjaði ikki júst tá, altso happ­ingin. Men stutt eftir, so børnini høvdu fangað tað, sum hon hevði sagt.  Soleiðis greiðir kvinnan frá, sum síðani hon gekk í øðrum flokki hevur verið illa happað av eyk­nevn­in­um, sum lærarin setti á hana. – átta ára gomul børn halda jú, at tað er í lagi at arga eitt annað barn við einum eyknevni, um ein vaksin ger tað, so hon staðfestir, at soleiðis gjørdist hon »Beinta Slev«. Hon greiðir víðari frá, at tað var ikki so ógvusligt í teimum yngru flokkunum, men trupulleikin vaks, sum frá leið. – Eg hevði tíð vinkonur mínar hjá mær, men eg var sárbar akkurát tá. Foreldrini vóru farin frá hvørjum øðrum, og besta vinkona mín var flutt av landinum, so eg hevði ongan, sum eg ordiliga kundi vera trygg sman við. Eisini tí eg var flutt, orsakað av foreldrini vóru skild, so búðu vinkonurnar ikki í granna­lagnum, har eg búði. So eg gjørd­ist alsamt meira einsamøll á tann hátt. Føðingardagarnir gjørdust eisini ein marra. Í fyrstuni komu øll í føð­ ing­ardagar. –  Men tað eina árið høvdu vit gjørt nógv burturúr, men brádliga skuldu øll børnini í flokkinum at venja fótbólt. Mamma helt tað sjálv­andi verða í lagi. Hon helt tað vera óheppið, at vit ikki høvdu hugsað um, at fótbóltur var tann dag­in. Men eg visti sum var, at tað vóru bert trýggir dreingir í flokk­ inum, sum gingu til fótbólt. Eg var sjálv­andi kedd, men soleiðis var tað bara. So fluttu vit skúla. Har sum vit høvdu gingið var bara upp til 7. flokk. Eg havi fortrongt ræðuliga nógv, minnist ikki nógv til, at tað var nakað serliga nógv happing, tá eg kom í framhaldsdeildina. Tað var í øll­um førum ikki uppá sama máta, sum eg hevði upplivað og sum eg fór at uppliva. Tá eg bleiv liðug har, og fór í stud­entaskúlan, tá kann man so siga, at happingin av álvara byrjaði. Eg varð kallað »Beinta Lús« í eitt tíð­ar­skeið ístaðin fyri »Beinta Slev«, men kortini,  so hekk »Beinta Slev« við.  – Fólk tveittu sigarettir í hárið hjá mær, bæði tendraðar siga­rett­ stubbar og gamlar, so hárið brend­ ist. Hvørjaferð eg var í býnum, bleiv eg næstan álopin. Fólk róptu eftir mær, blakaðu gløs eftir mær og øsku­bikør og hóttu við at sláa ella banka meg. Tað kom eisini fyri, at eg varð sligin, so fyri at klára at fara út, fór eg at drekka meira, enn eg nakr­antíð skuldi havt gjørt.  Og hon greiðir víðari frá, at Royna at líkjast einum heimi - Vit plaga at hava ræst kjøt 1. jóladag og fleskasteik 2. jóladag. Vit royna at hugna okkum saman sum í einum vanligum heimi. Man etur góðan mat og hevur kakur og karamellur á borðinum. Eingin er føddur at liva á einum herbergi. Vit á Herberginum royna at líkjast einum heimi og ikki einum stovi, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum. Hava lært av feilum og eru til dystin fús - Vit hava fingið fleiri royndir og arbeiða vit nú skjótari og betri enn tá vit byrjaðu. Man skal hava í huga, at bæði fyri okkum, men eisini yvirhøvur í Føroyum, er tað nýtt at byggja almennar leigubústaðir. Men vit hava lært, at margfeldi er tað, sum riggar, sigur Andrass Róin, stjóri í Bústøðum. Almenna bústaðarfelagið skal byggja 600 nýggjar leigubústaðir næstu fimm til sjey árini. Sálarsjúkur skulu avstigmat­ iserast og javnsetast - Stigmatisering kann skapa diskriminering, eitt nú um tú skalt hjálpa sjúkum fólki, so kunnu tey fáa heimahjálp. Men bara um tú hevur ein likamliga sjúku. Hevur tú eina sálarliga sjúku, fært tú ikki somu hjálpina. Tá verður tú biðin um at venda tær til tað almenna í staðin. So longu har skapa vit eina stimatisering, sum so kann vísa seg at gerast diskriminatión, sigur Tórmóður Stórá, yvirlækni í psykiatri á Landssjúkra­ húsinum. DES 2018 - Vit blindi og sjónveiku verða viðhvørt gloymd, tá tað verður bygt nýtt. Man hugsar ikki, at vit hava ein tørv, líka sum onnur hava. Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag - Tað vóru 106 kømur á Hotel Føroyum, og tá allar útbyggingarnar eru lidnar á Hotel Føroyum, verða tað 223 kømur. Á Hotel Tórshavn eru í dag 43 kømur kømur, men tá tað nýggja stendur liðugt eru vit uppi á 123 kømrum. Jóhannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn