Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 28. desember 2018 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Burn Showdown á øðrum sinni Fyri aðru ferð er stóra tiltakið ”Burn Showdown” í høllini á Hálsi. Hesa ferð eru umstøðurnar betri og nógv útlendsk ítróttarfólk eru komin at kappast í millum annað vakurleikakappingum, styrkikappingum og MMA, sum er í Føroyum fyri bara aðru ferð brand­skúlan. Tað gekk, og teir komu út aftur við hjartastartaranum, fortelur Óli Djurhuus. Var burtur í 8 minuttir Hjartastartarin bleiv so brúktur fyri at fáa Sólbjørg at vakna upp aftur. - Hon fekk ein kraftigan stoyt, og so kom hon til lívs aftur. Tað var stoyt­urin frá hjartastartaranum, sum gjørdi undirverkið, sigur Óli Djur­huus. Sólbjørg Djurhuus hevði tá verið vekk í heilar 8 minuttir. Eg var veru­ liga bangin fyri hon var farin, sigur Óli Djurhuus. Sjúkrabilurin kom eftir Sólbjørg, og á Ríkissjúkrahúsinum dagin eftir fekk hon tað hjálp, sum skuldi til, fyri at hon kann koma fyri seg aftur. Adrian og Margunn eru ársins spælarar Annað árið á rað varð Fótbóltsgalla hildið á Reinsaríðinum í Havn. Undirtøkan fyri tiltakinum var so góður sum næstan ongantíð fyrr. Stóri vinnari á kvøldinum var Adrian Justinussen úr HB, sum bleiv ársins spælari, ársins ungi spælari, árins miðvallari og fekk gullskógvin fyri at bliva topp­skjútti. Hartil koma hann á ársins lið, sum verður sett við støði í atkvøðugreiðsluni. Hjá kvinnunum var talan um tveir spælarar, sum gingu aft­ur. Margunn Lindholm úr greipu­vinnandi EB/Streymi/ Skála bleiv árins spælari og árs­ins miðvallari, meðan Heidi Sevdal úr HB bleiv árs­ins landsliðsspælari, ársins áleyp­ ari og fekk gullskógvin fyri at blíva toppskjútti í lands­kapp­ ing­ini. Báðar komu eisini á árs­ ins lið. Ársins ungi spælari hjá kvinn­um bleiv Julia Naomi Mort­ensen, sum spælir við HB. Hon býr í suðuroynni, men sigl­ ir norð at venja og spæla dystir. Gullvenjarar Ársins venjarar blivu ikki óvæntað gullvenjararnir Heim­ ir Guðjónsson úr HB og Mathias Davidsen úr EB/Streymi/Skála. Heimir Guðjónsson gjørdi reint borð og fekk allar atkvøðurnar hjá monnunum. Hann takkaði spælarunum fyri framúr av­rik, og nevndi eisini viljan í felagn­ um sum ein lykil til, at tað hev­ ur gingið so væl í ár. Mathias Davidsen segði eis­ ini, at spælararnir hjá honum hava verið raskar og hava vant nógv í ár. Hetta er fyrstu ferð, at Mathias Davidsen er venjari í kvinnu­deildini. Ársins dómarar blivu Lars Mull­er hjá monnum, og Jørleif Djur­huus hjá kvinnum. Hetta er sjeyndu ferð, at Lars Muller verð­ur ársins dómari hjá monn­ um. Í Nations League kappingini gongur einki hjá føroyska liðn­ um, sum tapur 2-0 í Aserbadjan og spælir javnleik 1-1 á Malta. Før­oyar enda á triðja plássi við fimm stigum. Tað er semja um, at hetta er nóg gott, men kanska eisini ein staðfesting av, at vit ikki eru so nógv betri enn hini. NSÍ nýggjan venjara NSÍ hevur ársveitslu og har verður kunngjørt, at felagið fær nýggjan venjara. Talan er um fyrrverandi íslendska venj­ aran, Guðjón Tórðarsson. Hann hevur ikki verið í starvi í nøkur ár. Suðuroyggin aftur í trý Eftir tvey ár við felagsliðnum, Suðringar(TB/FCS/Royn), so ósemja millum partarnar um heimavøllin. TB vil bara spæla í Trongisvági, meðan VB vil eisini hava heimadystir í Vági. Samstarvið endar og feløg­ini fara hvør til sítt. Ítróttur - Summi fólk dáma ikki, tá mann tvætlar for nógv. Men tað leggi eg einki í. Eg geri sum passar mær. Eg eri ein festapa. Mær dámar øgiliga væl, um nakað er stuttligt, og eg kann finna uppá alt, tá tað kemur til tvætl. Símun úr Kunoy, sangari