hósdagur 27. desember 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2018
24
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Byggifeilur kostar níggju milliónir
Ein byggifeilur ger, at Landsverk komandi tvey árini
má skifta plátur undir øllum klædningunum í sambýl
inum Eystan Heyg. Tað var í november 2014, at býggja
sambýlið stóð liðugt. Hetta var fyrsta sambýlið av
sínum slag í Føroyum, sum var bygt beinleiðis til
sálarsjúk fólk at búgva í og eftir tørvinum hjá teim
um. Har eru 16 smáar býeindir, sum eru 35 fermetrar
hvør. Samlaði kostnaðurin var 16.2 milliónir krónur.
Útlendingar keypt ein part av Tavuni
Teir, sum keypa stóran part av gulllaksinum frá
Tavuni, hava keypt 20 prosent av partabrøvunum
í felagnum í Leirvík. Frammanundan áttu Jógvan
Elias Joensen, Ingvar Joensen, Joen Magnus
Rasmussen og Norðoya Íløgufelag allan
partapeningin í felagnum. – Norsku keypararnir
hava leingi vilja sloppi at eiga ein part í fyritøkuni,
sigur Ingvar Joensen, stjóri.
November:
Máttu bróta
inn eftir hjarta
startara
- Eg sá bara eina jarðarferð fyri mær. Tað má eg erligt
ásanna. Eg var bangin fyri, at hon var farin, sigur Óli
Djurhuus, sum var við at missa konu sína, tá hon fekk
hjartastopp uttan fyri hvalastøðina við Áir í september.
19. september í ár var ein dagur, sum
hjúnini Óli og Sólbjørg Djurhuus
seint koma at gloyma. Hendan
góðveðursdag fyri 6 vikum síðani
fekk Sólbjørg hjartastopp uttanfyri
hvalastøðina við Áir. Tíbetur spældi
alt væl av, men tað kundi endað
nógv verri, um umstøðurnar ikki
vóru, júst sum tær vóru hendan
dagin.
64 ára gamla Sólbjørg Djurhuus
hevði ongantíð vitjað hvalastøðina
við Áir fyrr, men hendan dagin var
høvi hjá almenninginum at vitja á
gomlu hvalastøðini í sambandi við
Mentanardagar í Sunda kommunu.
Hvørt ár skipar Sunda kommuna
fyri Mentanardøgum, og hvalastøð
in við Áir var partur av skránni, har
skipað varð fyri rundvísing í sam
starvi við Tjóðsavnið.
71 ára gamli Óli Djurhuus er
uppvaksin í Hósvík, og hann er
staðkendur við Áir. Pápi hansara
plagdi at arbeiða har, og tí hevur
hann runnið nógv við Áir sum smá
drongur. So hendan dagin tók hann
konu sína við sær til sítt gamla
spælipláss, og tað gleddi Sólbjørg
Djurhuus seg sum vera man til.
Knappliga small hon um
Men lítla løtu aftaná tey komu úr
bilinum, hendi nakað, sum hvørgin
teirra hevði væntað.
- Vit vóru akkurát komin úr bil
inum og gingu yvir móti støðini.
Knappliga liggur hon skerfløt. Eg
spurdi hana, um hon datt, men tá
eg bukkaði meg niður og skuldi til
at reisa hana upp aftur, sá eg, at tað
var heilt galið, tí hon var fullkomi
liga vekk, greiðir Óli Djurhuus frá.
Óli Djurhuus hvakk við og visti
ikki síni livandi ráð í hesari løtu, tá
konan lá uttan vit á jørðini uttan
fyri hvalastøðina.
Hann var skjótur at ringja 112, tá
hann sá, hvussu vorðið var, og hann
bað sjúkrabilin um at skunda sær
at koma til Áir at bjarga lívinum á
konuni.
- Eg dugi væl fyrstuhjálp, men eg
var so kløkkur, at eg ikki var førur
fyri at hugsa um fyrstu-hjálp beint
tá, tí eg var so illa fyri av hvøkkin
um, sigur Óli Djurhuus.
Nógv fólk vóru møtt upp at
hoyra um hvalastøðina við Áir
hendan dagin, og lukkutíð vóru
fleiri fólk til staðar, sum dugdu
fyrstu hjálp. Tey vóru skjót at
koma Sólbjørg til hjálpar og góvu
henni kunstigan andadrátt. Ein
lækni var av tilvild eisini til staðar,
sum traðkaði til og gjørdi sítt fyri at
hjálpa Sólbjørg til lívs aftur.
Brutu inn eftir
hjartastartara
Millum øll fólkini, sum vóru til stað
ar, vóru nakrir, ið høvdu tilknýti til
Trygdardepilin við Áir, har brand
skúlin (Vinnuháskúlin) er. Teir
visti, at ein hjartastartari var inni
í skúlanum. Hjartastartarin verður
brúktur í sambandi við undirvísing
har, tí tað hevur hent seg, at fólk
eru smollin um har undir venjing,
og tí hevur ein hjartastartari verið
til taks har.
Støðan uttan fyri hvalastøðini
var spent, og tað fór at taka eina
løtu,
áðrenn
sjúkrabilurin
fór
at koma, so menn gjørdu av at
fara eftir hjartastartaranum í
brandskúlanum.
- Men har var stongt í brand
skúlanum, sigur Óli Djurhuus.
Tað var einki annað at gera enn
at bróta inn gjøgnum hurðina í
brandskúlanum fyri at fáa hendur
á tí, ið kundi bjarga lívinum á
Sólbjørg.
- Teir fingu so fatur á einum
krákunevi og skundaðu sær at
brúka krákunevnið til at bróta inn í
Mikroplast
er størsta
avbjóð
ingin fyri
framman
- Vit hava orsøk at stúra fyri, at
norðrlond, har havsins tilfeingi er
týdningarmikið, kunnu enda í eini
keðiligari støðu, um tað frættist millum
keyparar, at okkara vøra ikki er fyrst
floks. Tí er tað týdningarmikið, at vit
kunnu ganga undan og vera við til at
minka ella steðga dálkingina, heldur enn
at bíða til skaðin er hendur, sigur Kári P.
Højgaard, formaður í Útnorðurráðnum.
Kommunur
skulu ikki
byggja
íbúðir
Borgarstjórin í høvuðsstaðnum er
ímóti, at kommunurnar fáa heimild
at byggja íbúðir. Løgtingið hevur ikki
minni enn tvey uppskot til viðger um at
geva kommunum heimild til at byggja
leiguíbúðir, men Annika Olsen sigur púra
avgjørd, at tað er ikki ein heimild, hon
vil hava.
Jú, Danmark
er bíligari
Sosialurin samanber prísstøðið í
ymisku matvøruhandlunum í Føroyum,
og við matvøruhandlar í Danmark.
Samanberingin við donsku handlarnar
Superbrugsen og Fakta vísir, at nógvar
vørur eru bíligari í Danmark enn í
Føroyum. Av teimum 37 vørunum vit
hava samanborið við eru helvtin, 19
vørur, bíligari í Danmark enn í Føroyum.
Tó so vísir tað seg, at tá hugd verður
eftir samlaða prísinum fyri samanbornu
vørurnar, er Bónus eitt prosent bíligari
enn SuperBrugsen.
NOV
2018
- Í nógvum førum eru tær stóru,
damatisku yvirskriftirnar, um at plast fer at
gera enda á øllum sjófugli og lívi í sjónum, ikki
vísundaliga rættar. Men tað eru fleiri
granskarar, ið eru sannførdir um, at tað er ein
vaksandi alheims trupulleiki.
Sjúrður Hammer,
PhD í lívfrøði og fiskifrøðingur á Havstovuni
- Øll bera skomm, og skommin er viðfødd,
vit sleppa ikki undan skommini, hon er her fyri
at læra okkum at stýra gjøgnum lívið og
spurningurin er, hvussu vit møta skommini, um
hon sleppur at tyngja okkum niður, ella um hon
kann læra okkum nakað.
Lars Sørensen,
sálarfrøðingur