Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 28. desember 2018 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Dart partur av ÍSF Dart verður partur av Ítróttar­sam­ bandi Føroya. Úr Dartsambandinum verður sagt, at hetta gevur ítrótt­ in­um heilt aðrar møguleikar at menn­ast, og sleppa upp í part við altjóða kappingum. Dart hevur havt framgongd seinnu árini og er farið at spæla landsdystir. polit­ikkurin var ongantíð langt burt­ ur, og í 2006 tók hann politikk­in fram um journalistikkin, og síð­ani hevur hann verið valdur í kata­lonska tingið, var eitt skifti borg­ar­stjóri í Girona, og fyrraárið varð hann valdur forseti í Katalonia. Hetta embætið kundi hann ikki long­ur røkja, tá ið hann rýmdi av land­inum í fjørheyst. Stríðist fyri komandi ættarlið Carles Puigdemont er avgjørdur í, at hann fer at halda fram við stríðnum fyri katalonskum fullveldi, og hann ætlar sær ikki at geva skarvin yvir, hóast umstøðurnar eru bæði truplar og strævnar. - Eg stríðist ikki fyri meg sjálvan. Hetta snýr seg um frælsið hjá okkara fólki. Eg eri farin um 50 ár, so hetta stríðið er ikki fyri mítt ættarlið, men fyri okkara eftirkomarar, okkara børn, komandi ættarlið, sigur Carles Puigdemont Umstríddir landsdystir Bæði fótbóltlandsliðið og hondbóltslandsliðið spæla umstríddar landsdystir, meðan argjamenn onkursvega yvirliva í bestu deildini. Dart fær góðkenning. Tað eru fleiri umstríddir lands­ dystir í oktobermánaði. Før­ oyska A-landsliðið í hondbólti hjá monnum skal spæla “heima­dyst” í Skjern í Danmark, tí vit onga høll hava í Føroyum, sum lýkur altjóða krøvini. Upptaktin er ein langur túr­ ur til Montenegro, sum tó endar við einum bragdi. Føroysku spæl­ararnir megna púra óvæntað, at fáa ein javnleik í hús á útivølli. Hetta økir nakað um vónirnar til heimadystin í Skjern, men Danmark vinnur stórt. Vit fáa ikki eitt bein til jørð­ina og tapa greitt. Tó verður latið væl at umstøðunum kring landsdystin. Íslendski Ágúst Jóhans­son verður settur sum lands­liðs­ venj­ari hjá føroyska hondbólts­ lands­liðnum hjá kvinnum, með­an Jóhan á Plógv Hansen og Bjerringbo-Silkeborg aft­ur vinna dyst í Champions League kapp­ingini. Hann er nú topp­ skjútti. Kritikkur av fótbóltslandsliðnum Tað er kritikkur av føroyska fót­bóltslandsliðnum, sum tap­ ur 3-0 fyri Aser­badjan á Tórs­ vølli. Fá­ar dagar seinni reis­ ist lands­liðið partvís við 1-1 javn­leiki móti Kosovo. Tó er Nations League dreym­urin far­ in, og tað eru ikki øll, sum halda so nógv um tað. Føroyska U21-landsliðið verð­ur part­vís spilt út í donsk­ um sjón­varpi, tá Danmark vinn­ur 3-0 og tryggjar sær lut­ tøku. Tó er tað við før­oysk­ari hjálp, at Dan­mark kemur víð­ ari, tí javn­leik­irnir móti Pól­ landi gera, at Dan­mark endar numm­ar eitt. Heima í Føroyum endar HB landskappingarárið við 73 stigum, sum er nýtt met. Í sein­asta umfarinum megna argja­menn við at vinna á EB/ Streymi, at tryggja sær plássið í bestu deildini. B68 klárar ikki upp­flyting og AB yvirhálar 07 Vest­ur við sigrinum. Annað árið á rað yvirlivir nummar 9. FM í súkkling Dávur Magnussen vinnur gull í tveimum av FM- teinunum, men verður yvirhálaður av Torkili Veyhe, sum luttekur í triðju og seinastu kappingini. Hjá kvinnum vinnur Elsa Bech. Signhild vinnur gull í Fraklandi Signhild Joensen úr Ægir vinnur gull á altjóða stevnu í Saint Dizier í Fraklandi. Tað ger hon í 100 metra ryggsvimjing. Hon vinnur eisini bronsu í 200 metra ryggsvimjing. Ítróttur - Tað er ofta fyri, at fólk noyðast at góðtaka at búgva í íbúðum og kømrum, sum ikki lúka brunakrøvini. Ein vanligur trupulleiki í hesum sambandi er, at rýmingarvegirnir ikki eru nøktandi og at ongir roykvarnarar eru. Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini