hósdagur 27. desember 2018síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2018
22
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
- Vit høvdu tað so stuttligt saman
Fólkakæri sangarin Kim Larsen legði árarnar inn 72 ára gamal.
Danska tjóðarskaldið heitti ofta á vinmannin, Amariel
Norðoy, fyri at hoyra hansara meining um nýggju løgini
hjá sær. – Tá eg kom yvir í studio hjá honum, plagdu vit at
sita og hugna okkum. Hann plagdi at hava guitaran
frammi, og eg minnist hvussu hann risti nýggjar
sangir úr ermuni, akkurát sum hann hevði dugað
teir altíð, sigur Amariel Norðoy.
Gera ov lítið fyri náttúruna
- Føroyar marknaðarføra seg út í heimin við vøkru føroysku
náttúruni, so í høvuðsheitunum at lata tað standa til, sum tað
ger í løtuni, er virðisleyst fyri náttúruna og fólki sjálvt. Um
støðan
gjørdist heilt ring, hevði tað kunna ávirkað
ferðafólkavøksturin vit hava í løtuni á ein
keðiligan hátt, og helst eisini peningaligu
støðuna í landinum av tí sama, sigur Jens Kjeld
Joensen, náttúruserfrøðingur.
Oktober:
Eg má vera
sterkur
- Tað var ein sera hørð løta fyri meg og
familjuna, tá ið eg mátti rýma úr Katalonia.
Serliga hart var tað at fara frá mínum
døtrum. Men eg noyddist at flýggja fyri at
kunna halda fram við stríðnum fyri einum
sjálvstøðugum Katalonia, sigur Carles
Puigdemont, sum vitjar í Føroyum.
Hann er frákoyrdur sum forseti.
Hann er í útlegd. Men hann er onk
ursvegna leiðarin hjá katalonska
fólkinum – í øllum førum teimum,
sum vilja hava eitt sjálvstøðugt
Katalonia.
Carles
Puigdemont
hevur verið í brennideplinum, síð
ani hann í 2016 var valdur forseti í
Katalonia. Hann stílaði fyri fólkaat
kvøðu um katalonskt fullveldi, sum
spanska miðstjórnin lýsti ólóg
liga og veruliga fór í hernað ímóti.
Fólkaatkvøðan varð gjøgnumførd
fyri einum góðum ári síðani, og
stórur meiriluti var fyri fullveldi.
Avleiðingin var, at Carles Puig
demont og aðrir leiðandi politik
arar máttu flýggja út Spania, tí
myndugleikarnir vildu seta teir í
bolt og jarn, tí teir stóðu við fólka
atkvøðuna og vildu lýsa Katalonia
sjálvstøðugt land.
Tað er nú eitt lítið ár, síðani
Carles Puigdemont flýddi frá hús
og heimi, frá familju og heimlandi,
og síðani hevur hann virkað í út
legd í Týsklandi og nú í Belgia, har
hann hevur búsett seg.
- Hvønn morgun, tá ið eg vakni,
sigi eg við meg sjálvan, at hetta
verður seinasti dagur hjá mær í út
legd. Tað hjálpir mær at halda fram
og vera virkin í okkara stríði fyri
einum sjálvstøðugum Katalonia,
sigur Carles Puigdemont, tá ið Sosi
alurin hittir hann undir vitjanini í
Føroyum um vikuskiftið.
Politiskur uppvøkstur
Carles Puigdemont vaks upp í
fjallabygdini Amer nærindis Girona
í landnyrðingspartinum av Kata
lonia. Abbin stríddist í spanska
borgarakrígginum og mátti flýggja
til Fraklands, tá ið Franco og hans
ara fólk vunnu og settu seg á valdið.
Pápin er bakari, og familjan eigur
framvegis bakarí mitt í Amer.
- Eg vaks upp undir harðrenda
stýrinum hjá Franco. Vit sluppu
ikki at tosa katalanskt í skúlanum,
og katalanskt var eisini bannað í
miðlunum, í almennum tiltøkum
og í umsitingini, sigur Carles Puig
demont.
Franco doyði í november mánaði
í 1975, tá ið Carles Puigdemont var
13 ára gamal, og longu tá gjørdist
hann politiskt virkin.
- Mítt ættlarlið visti, at hetta var
ein løta, sum snúði seg um okkara
framtíð. Vit stúrdu fyri, at leivdir
av stýrinum hjá Franco fóru at ar
beiða ímóti fólkaræði. Øll høvdu
eina politiska meining og luttóku
í kjaki. Vit vildu stríðast fyri fólka
ræði og ímóti einaræði, kúgan og
harðskapi frá myndugleikunum,
greiðir Carles Puigdemont frá.
- Øll míni vinfólk vóru eisini pol
itiskt áhuguað. Vit vóru við í kjaki
og mótmælisgongum, tí vit vildu
skunda undir meira fólkaræði og
eisini virka fyri, at okkara egnu pol
itikarar vildu betra politisku skip
anina og gera hana meira demo
kratiska, sigur hann.
- Tað er púra natúrligt fyri meg
at verða politiskt virkin, og líka
mikið um eg bleiv bakari, journal
istur ella politikari, hevði eg luttikið
í politiskum virksemi.
Carles Puigdemont valdi eina
yrkisleið sum journalistur, men
Teldurnar
yvirtaka
arbeiðini
- Vit tosa um eina kollvelting av
arbeiðsmarknaðinum. Nakrar metingar
siga, at helmingurin av teimum
størvunum, ið vit kenna í dag, verða
burtur um 10 til 20 ár, tí teldurnar
yvirtaka tey. Hetta kann samanberast
við ídnaðarkollveltingina, tá maskinurnar
yvirtóku manuella arbeiðið. Tá hvurvu
nógv størv, og nú er tað sama í ferð við
at henda innan tey mentalu størvini.
Tað sigur Martin Zachariassen, sum nú
tekur við starvinum sum rektari á IT-
universitetinum í Keypmannahavn.
Stroyming
er neyðug
fyri at liva
av tónleiki
- Mann má vera til taks á
stroymingartænastunum. Um man ikki
hevur Spotify, hevur mann ikki møguleika
at samskifta við umheimin. Ein yvirgang
vóru fleiri, ið ikki vildu hava sín tónleik á
til dømis Spotify. Tað eru enn fleiri, sum
hava hesa áskoðanina. Men tað er heilt
“out of timing”, sigur Kristian Blak, um
nýmótans mátan at marknaðarføra seg
sum tónleikari.
Vit mugu
vera klár til
framtíðina
- Tað eru 12 altjóða stórrák, sum vit
vænta koma at floyma inn yvir allan
heimin, og í tí samanhanginum hyggja
vit eisini eftir, hvar Føroyar eru í hesari
gongdini. Hesi 12 rákini snúgva seg
millum annað um talgildu menningina,
fólkavøkstur, handilsvirksemi, infrakervi
og umhvørið. Tað kann vera ringt at spáa
um framtíðina, men vit eiga at hugsa
meira um tað, sum bíðar okkum, sigur Jan
Ziskasen, stjóri í Føroya Tele.
OKT
2018
- Airbnb og onnur sløg av gistingum í
privatum heimum hevur havt stóran týdning
fyri ferðavinnuna í Føroyum. Høvdu vit ikki
hendan gistingarháttin, hevði
ferðavinnuvøksturin verið munandi lægri.
Airbnb hevur loyst ein fløskuháls-trupulleika í
ferðavinnuni.
Pauli Helgason,
menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands
- Nýggja avtalan við Aalborg
Universitetshospital umfatar alt økið, ið hevur
við bróstkrabba at gera. Hendan avtalan
umfatar diagnostikk, uppfylging, viðgerð og
tann onkologiska partin. Vit vænta okkum, at
tað verður betur fyri sjúklingarnar, at alt økið
nú verður savnað í einari avtalu.
Jóanes Erik Køtlum,
stjóri á Sjúkrahúsverki Føroya