hósdagur 27. desember 2018síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 28. desember 2018
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Torkil í elituna
Torkil Veyhe tekur størsta stigið í síni
súkkluleið, tá hann verður heintaður
av besta súkkluliðnum í Danmark,
Riwal Ceramicspeed Cycling Team.
Nú er ein lítil møguleiki fyri, at
Torkil sleppur at súkkla heilt stóru
kappingarnar sum Tour de France.
bygdum, tí hesin trupulleikin er alla
staðni.
- Eingin í øðrum bygdum ella bý
um í Føroyum hevur gjørt nakað
fyri at basa trupulleikum við hassji
ella øðrum rúsevnum, men Hvanna
sunds Kommuna tók um hetta og
fekk skil uppá tað. So skjótt, mann
ger okkurt við tað, so skal tað venda
st til nakað negativt, sigur Essa Pet
ersen.
Trý fólk frá Bláa Krossi komu í
2010 norður til Hvannasunds Komm
unu fyri at hjálpa uppá trupulleikan.
Tey tosaðu serliga við tey avvarðandi
at teimum, ið høvdu trupulleikar við
hassji.
- Tey lærdu okkum, at vit ong
antíð skuldu góðtaka støðuna, men
heldur langa nevan í borðið og siga,
at hetta gongur ikki. Tað var ein long
prosess, og tað lukkaðist til endans
at fáa trupulleikan uppá avstand,
sigur Essa Petersen.
HB vinnur 23.
meistaraheitið
Við serligum denti á 23-talinum vinnur HB FM-heitið í
Klaksvík, meðan landsliðið byrjar upp á Nations League
Tað er tað heilt stóra tal-spælið,
tá HB 23. september í 23. umfari
vinnur 23. meistaraheitið – og
spælarin við 23-talinum skorar.
Ari Mohr Olsen er stóra sam
taluevni, tí hann annan klassik
aran á rað í Klaksvík skorar fyri
HB, sum vinnur 2-0 og tryggjar
sær FM-heitið.
Pauli Poulsen takkar fyri
seg í 07 Vestur, sum stríðist fyri
at sleppa undan niðurflyting.
Annað árið á rað tekur Sigtór
Petersen yvir.
Í Klaksvík verður avrokað
nakað fyrr enn ætlað, tí bæði
Ronni Møller-Iversen og Pre
drag Pucuca verða sendir heim,
eftir misjøvn avrik á vøllinum
fyri KÍ.
Heðin Askham boðar eisini
frá, at hann tekur ein steðg frá
venjarayrkinum. Hann hevur
seinastu árini verið venjari hjá
EB/Streymi.
Nations League
“Kanska besta landsliðið nakr
antíð”. Tað er yvirskriftin und
an Nations League dystinum
móti Malta á Tórsvølli. Ong
antíð hava vit havt so nógvar
útisetar, sum spæla á so høgum
stigi, men tað sæst ikki heilt
aftur á avrikinum á landsliðn
um.
Landsliðið byrjar við at
vinna 3-1 á Malta. Eina løtu
kókar Tórsvøllur, men avrikið
er ikki bara sannførandi. Síðani
verður farið til Kosovo, sum á
fyrsta sinni spælir ein dyst á
heimavølli.
Tað endar við einum 2-0
ósigri og nakað av ákoyringum.
Føroyska liðið fær ikki fótin
fyri seg í dystinum, hóast tað er
málleyst í hálvleikinum. “Vinn
arar reisa seg”, sigur liðskiparin,
Atli Gregersen.
Í Póllandi endurtekur U21-
landsliðið bragdið frá í nov
ember, tá teir megna at taka
stig frá einum av favorittunum
í bólkinum. Jákup Thomsen
skorar føroyska málið, meðan
Karstin Hansen er stóra hetjan
í málinum við fleiri framúr
bjargingum.
Nýggjur leistur í
hondbólti
Hondbóltssambandið
tekur avgerð um, at
royna nýggjan leist
til landskappingin.
Talan verður um
eina sokallaða
“final-4”, har fýra tey
fremstu skulu spæla
hálvfinalu og finalu um
FM-heitið.
Hondbólturin rullar
H71 og VÍF gera bart hjá
kvinnunum í fyrstu umfør
unum, meðan øll vinna á
øllum í mans
deildini. Tað er
lagt upp til eitt
spennandi kapp
ingarár í hond
bólti, sum eisini
bjóðar upp á
landsdystir
Ítróttur
- Hetta er ikki gott. Tað var beinleiðis
djórapínsla og tað var so syndarligt at síggja, at eg
orkaði ikki at hyggja. Vit kunnu seta spurnartekin
við, um vit yvirhøvur skulu halda springara til.
Ólavur Sjúrðaberg,
formaður í Grindamannafelagnum, um upptøkur av
springaradrápið í Hvalvík