hósdagur 27. desember 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2018
20
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Regin er tann sterkasti
Sosialurin ger lista yvir 25 tey mest
máttmiklu fólkini í Føroyum. Ovastur
er stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen.
Síðani eru Ben Arabo, Árni Ellefsen, Jákup
Jacobsen, Hanus Hansen, Niels Mortensen,
Malan Johansen, Atli Gregersen, Kristian
Martin Rasmussen og Christian
Andreasen á top 10 listanum.
Ben Arabo frákoyrdur sum stjóri í P/F Betri
Klandur er í ovastu nevndini í Betri samtakinum. Eitt lítið ár
eftir at hann tók við stjórastavinum, er Ben Arabo koyrdur
úr starvi sum forstjóri í Betri P/F. Orsøkin til uppsøgnina er
samstarvstrupulleikar. Samstundis hevur næstformaðurin í
nevndini, Teitur Poulsen, valt at taka seg úr nevndini. Orsøkin til
hetta er ósemjan um at koyra stjóran. Gunn Danielsen er sett sum
næstforkvinna í nevndini. Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri
Banka, er sett sum fyribils forstjóri.
September:
Umdømið hjá
bygd míni er
oyðilagt
- Allastaðni, har man kemur í Føroyum, fær man at hoyra um
hetta, sigur Essa Petersen, sum er troyttur av, at fólk síggja
Hvannasund og Norðdepil sum ein miðdepil fyri hassj í Føroyum.
Norðdepil og Hvannasund hava
altíð verið friðarligar bygdir, sum
báðar liggja yvir av hvørjum øðrum
umgyrdar av fjøllum og sjógvi í
Norðoyggjum. Men seinastu árini
hevur idylliska myndin av bygd
unum broytt seg til eina mynd av
tveimum bygdum, har hassj og
kriminalitetur liva í besta blóma.
Hetta verða fólk í bygdunum mint
á, hvørja ferð, tey fortelja, hvaðani
tey eru, og tað hevur fyri summi
verið á eggjuni til skammiligt at
viðganga, at man er haðani.
70 ára gamli Essa Petersen hev
ur búð á Norðdepli alt sítt lív, og
hann er troyttur av hesari skeivu
myndini, sum er blivin málað av
hansara heimbygd seinastu árini.
- Eg orki ikki at hoyra upp á
handan fordómin longur. Øll í
Hvannasunds kommunu eru troytt
av hasum. Tað er alt annað enn
uppbyggjandi, at hetta skal vera
tað, man hugsar um, tá man tosar
um hesar báðar bygdirnar, sigur
Essa Petersen.
Hava havt trupulleikar fyrr
Men ringa orðið hjá bygdunum
báðum kemur ikki av ongum. Í 2010
varnaðist Hvannasunds kommuna,
sum eisini fevnir um Norðdepil,
at nakrir ungdómar í kommun
uni høvdu trupulleikar við hassji.
Hendan trupulleikan vildi komm
unan gera ein enda á, og tí gjørdu
tey eitt átak fyri at útrudda tað
hassjið, sum var í bygdini. Við góðari
hjálp frá Bláa Krossi eydnaðist tað,
og í dag er hesin trupulleikin ikki
til meira, sambært Essa Petersen,
sum var ein av samskiparunum av
átakinum.
- Tað var einki alvorligt við hassj
inum har norðuri. Har vóru nøkur
ung, ið høvdu nakrar trupulleikar
eitt tíðarskeið, og tað fingu vit sum
kommuna eisini steðgað, sigur
hann.
Sleppa ikki av við
ringa orðið
Í Norðdepli og Hvannasundi sleppa
tey ikki av við ringa hassj-orðið
aftur, og óansæð, hvar Essa Pet
ersen fer, so skal hann hoyra fyri
hesum.
- Allastaðni, har mann kemur í
Føroyum, fær mann at hoyra um
hetta. Sigur mann, at mann kemur
úr Norðdepli ella Hvannasundi, so
fær mann næstan altíð somu reak
tión: “Åh, tað er har sum reiðrið hjá
hassjinum er, ha?”, vísir Essa Peter
sen á.
Soleiðis hevur tað verið í fleiri
ár, og tað sær ikki út til at broyta
seg.
- Vit sleppa ikki burturúr hesum
aftur. Hatta er ein óbótaligur skaði,
eg havi ikki orð fyri tí, sigur norð
depilsmaðurin.
Mann er góður við sína bygd
70 ára gamli Essa Petersen hevur
búð í Norðdepli alt sítt lív, inntil
hann fyri fimm árum síðani flutti
til Havnar. Hendan generaliseringin
samsvarar ikki við veruleikan, og
hann hevur bara gott at bera bygd
ini og bygdarfólkinum.
- Tað var í Norðdepli, eg vaks
upp til mann, og har var uppá allar
mátar gott at vaksa upp. Mann
blívur jú góður við sína bygd eftir
nógv ár har, og mann elskar tey
fólkini, sum búgva í bygdini. Eg
veit, hvørji fólk eru har, og veit,
hvønn karakter tey fólkini hava,
sigur Essa Petersen.
Hendan keðiliga ímyndin er
nakað nýtt, sum íbúgvarnir einki
merktu til fyrr, fortelur hann.
- Hasin trupulleikin hevur ong
antíð verið fyrr. Vit hava altíð
kunnað verið ímillum øll fólk, uttan
at skulað hoyrt uppá hesar keðiligu
leysasøgurnar næstan dagliga.
Átti at verið ein fyrimynd
Essa Petersen meinar ikki, at tað er
ein falliterklering, at ein kommuna
velur at taka kreftir uttanífrá inn
fyri at basa einum trupulleika við
rúsevnum. Tvørturímóti átti tað
at verið eitt fyridømi hjá øðrum
Teldusníkar
hava stolið
øll loyniorð
hjá nic.fo
Heimasíðan hjá nic.fo var álopin av
teldusníkum. Nic.fo er stovnurin, sum
varðar av øllum føroyskum økisnøvnum,
.fo-domenum. Tekniska kanningardeildin
hjá løgregluni kannar málið, og
hóast álopið varð steðgað, so verður
sagt, at sníkarnir hava fingið fatur á
teldupostadressum og loyniorðum hjá
øllum brúkarum á nic.fo. Upplýsingar um
gjaldskort og líknandi eru ikki rakt av
álopinum.
Seldu
Mikines
fyri 325.000
krónur
Málningar hjá Mikines eru høgt í
metum. Fýra málningar hjá føroyska
listamanninum Sámal Joensen-Mikines
vórðu seldir á uppboðssølu hjá
uppboðssøluhúsinum Bruun Rasmussen
í Danmark. Allir fýra málningarnir vóru
av grindadrápi, og teir vóru málaðir
millum 1942 og 1958. Tann dýrasti fóru
fyri 130.000 krónur. Tað var ein stórur
oljumálningur við mátinum 111X151
sentimetrar. Hinir tríggir fóru fyri 75.000,
65.000 og 55.000 krónur.
Fimta
hvørt hús
í Føroyum
stendur tómt
Heili 18 prosent av øllum sethúsum
í Føroyum standa tóm. Tað vísir ein
kanning, sum Kommunufelagið hevur
latið gjørt. Hetta eru sethús, sum eingin
býr í yvirhøvur, tað kunnu vera sethús,
sum verða brúkt til summarhús, ella
sum verða leigað út til ferðafólk. Ella
tað kunnu vera hús, sum rætt og slætt
ikki verða brúkt til nakað sum helst.
Kanningin vísir, at í summum bygdum
er tað næstan annað hvørt hús, sum
stendur tómt, men aðrastaðni eru tað
færri.
SEP
2018
- Tað snýr seg um miðling. At miðla góðar
søgur. Tað kann man so sanniliga gera í Havn. Vit
mugu spyrja, hvat vit hava at bjóða fólki. Hvørjar
eru tær perlurnar, ið høvuðsstaðurin hevur at
bjóða ferðafólkum og føroyingum. Sjálvt um hetta
er ein nýggj leið, eg nú fari við hesum starvinum, so
er júst miðlan av teimum góðu søgunum mín
bakgrund.
Barbara Samuelsen,
stjóri í Visit Tórshavn
- Tað er tann størsti trupuleikin beint nú: at
fólk ikki hava tak yvir høvdið. Also at familjur
simpelthen gerast heimleysar. Tær standa úti á
gøtuni. Fyrr var tað mest í Havnini, men nú er
trupulleikin at síggja um alt landið.
Nicolina Højgaard,
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar