hósdagur 27. desember 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 28. desember 2018
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Rebekka vinnur DM
Rebekka Fuglø úr Norðdepli vinnur
danska meistaraheitið í 1.500 metrum.
Tað kemur púra óvart á føroyska
rennaran, at hon í Odense vinnur DM-
kappingina. Hon rennur teinin upp á
4:29.62, sum er nýtt føroyskt met. Hon
átti sjálv metið frammanundan.
um, segði hann við skrivstovufólkini.
Eisini spurdi hann inn til, hvussu
hann skuldi fyrihalda seg til ítróttar
tímarnar, tí óhepnar og ópraktiskar
støður kundu stinga seg upp bæði í
dreingja- og gentuskiftirúminum.
- Eg verði altíð noyddur at fortelja
øllum, at eg eri tvørkyndi Leo. Eg má
tí ofta forklára alla mína støðu til
fremmand fólk, sigur hann og vísir
á, at tað kann vera strævið og krevur
mót.
Ótrúligur
steypadramatikkur
”Endiliga!”. Soleiðis ljóðaði yvirskriftin í Sosialinum 17.
august 1991. Á forsíðuni sæst Tummas Eli Hansen lyfta
veðrahornini, sum eina staðfesting av, at B36 hevur vunnið
steypafinaluna móti HB. Tá fyri fyrstu ferð síðani 1965.
Undan steypafinaluni dagførdi
Sosialinum tiltiknu myndina,
tá Tummas Eli Hansen (B36)
og Kaj Leo H. Johannesen (HB)
tóku sjómanstak. Nú 27 ár
seinni hava vit eisini dagført
myndina av vinnaranum. Nú
við Odmari Færø sum liðskip
ara.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg
taki ímóti einum steypi sum
liðskipari. Hetta er heilt fant
astiskt, sigur Odmar Færø.
Ein tann mest
dramatiska finalan
nakrantíð
Finalan um Løgmanssteypið,
sum bleiv spæld frammanfyri
beint yvir 3.200 áskoðarum á
Tórsvølli, hevði fýra mál, tvey
reyð kort og tvær burturvís
ingar, longda leiktíð og brots
sparkskapping. Hartil eru søg
urnar nógvar. Annað árið á
rað hevur B36 spælt við níggju
monnum móti 11 ein part av
eini grannauppgerð og vunnið.
Hevði B36 ikki javnað langt
inni í yvirtíðini, so hevði fant
astiska frísparkið hjá Adrian
Justinussen staðið eftir sum
prikkurin yvir i’num. Nú er tað
Róaldur Jakobsen, sum annað
árið á rað hevur søkt eitt HB-
lið við tveimum spælarum í
yvirtal.
Hartil kom krúnprinsurin á
vøllin at handa heiðursmerkini,
meðan Askel V. Johannesen,
løgmaður, ikki fekk orðið fram,
tí mikrofonin ikki riggaði.
Margunn og
dreymaskotið
Hjá kvinnunum stjelur Marg
unn Lindholm yvirskriftirnar,
tá hon skorar avgerandi málið
fyri
EB/Streym/Skála,
sum
vinnur 2-1 á HB. Talan er um
eina sanna perlu av einum
beinleiðis frísparki. Aðrastaðni
í fótbóltsheiminum, so hava
útisetarnir viðgongd, har Jóan
Símun Edmundsson millum
annað skorar fyri Arminia
Bielefeld.
U17-kapping
fyri
dreingir er í Havn, har Føroyar
millum annað vinna á Kina,
meðan Aleksandar Stankov
gevst í HB, sum vinnur ársins
størsta
landskappingardyst,
tá vinna 1-0 í oddadystinum í
Klaksvík.
Hole-in-one á
Glyvursnesi
Petur Jacobsen ger bart til
golfkapping á Glyvursnesi,
har hann á 5. holi
megnar at fáa Hole-in-
One. Tað eru spælarar,
sum spæla alt sítt lív
uttan at klára tað. Hans
Pauli Henriksen vinnur
kappinginia frammanfyri
Janus Norðberg.
Russiskur OL-vinnari
venur føroyingar
Havnar Svimjufelag fær forkunnuga vitjan
á venjingarlegu í Bulgari, har russiski
OL-vinnarin, Alexander Popov, venur ungu
føroysku
svimjararnar.
Alexander
Popov er
fleirfaldur
OL-vinnari.
Ítróttur
Leystliga mett er tørvur á umleið 400-500 fleiri
útbúnum námsfrøðingum á arbeiðsmarknaðinum í
Føroyum. Tað gongur ikki ein vika, har tað ikki verður lýst
eftir námsfrøðingum á portalunum, og tað skapar órógv á
arbeiðsmarknaðinum tá so nógv tøk størv eru innan sama
fakøki. Fróðskaparsetrið kundi ístaðin tikið fleiri av
umsøkjarunum til námsfrøði inn, samstundis við at
upptøkan av tildømis læraralesandi minkaði, so tey ikki
verða útbúgvin til arbeiðsloysi.
Jógvan Philbrow,
formaður í Føroya Pedagogfelag