Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2018 18 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Royal Caribbean Cruises boykotta Føroyar - Tað eru fleiri ferðamannaskip, ið sigla framvið Føroyum, har tað kanska hevði verið upplagt at steðga á í Føroyum. Eg vil meta, at talan er um eini tjúgu skip. Tórshavnar havn er til dømis javnan í samskifti við Carribean Cruises Ltd., um at avtaka boykottið á okkum, men har er lítið at gera. Grindadrápið er forðingin, sigur Annfinn Hjelm úr Tórshavnar havn Fingið lív og frælsi aftur At viðurkenna veruleikan, vera eyðmjúkur um støðuna og ásanna, at løtan er komin, har eg eri bundin av einum, sum trillar meg, krevur styrki og vilja. Eg havi fingið mítt lív og frælsi aftur, og tað kann ikki samanberast við nakað annað eg havi roynt ella avrikað. Nú sleppi eg undan at stúra fyri longri teinum ella at hava ótta fyri at detta. Og tey nærmastu sleppa undan at vera bangin um meg, sigur Hanus Samró, um avgerðina at brúka koyristól. August: - Endiliga sleppi eg at anda - Tað følist sum eitt frælsi, sum er ringt at seta orð á. Endiliga byrji eg at síggja út og føla meg sum tann, eg eigi at vera, sigur Leo Lávík, sum hevur tikið testosterontablettir í tríggjar vikur. 22 ára gamli Leo Lávík úr Havn er akkurát farin undir kropsligt kyns­ skifti. Hann er í løtuni staddur í Chicago í USA, har hann fyri trim­ um vikum síðani fór undir hormon­ við­gerð. Sjálvt um tað bara eru farn­ar tríggjar vikur, merkir hann longu stóran mun bæði kropsliga og sálarliga. Einki kennist rættari fyri hann enn hetta. - Tað følist sum eitt frælsi, sum er ringt at seta orð á. Endiliga byrji eg at síggja út og føla meg sum tann, eg eigi at vera. Tað er akkurát sum, at eg nú endiliga sleppi at anda, sigur Leo Lávík. Hann tekur í viðgerðini tablett­ ir, sum geva honum testosteron í kroppin, so hann fær ein mannligari kropp. Hann fer m.a. at fáa djúpri rødd og meira hárvøkstur. Sálarliga fær hann tað betri við sær sjálvum fyri hvønn dag, tí fyri hvønn dag, sum gongur, merkir hann til broyt­ ing­arnar. - Nú ein dagin fór at at barbera mær, og tað var tí, eg hevði brúk fyri tí. Tað var ikki bara fyri at gera tað, sum eg onkuntíð havi gjørt fyrr, sigur Leo Lávík. Størsta ynskið sum barn var at blíva drongur Hann hevur altíð vitað, at hann er ein drongur. Tá hann var fýra ár noktaði hann at fara í kjóla sum fýra ára gamal. Hann hevur ong­ an­tíð sæð seg sum femininan uppá nakr­an máta og gekk sum barn í dreingja­klæðum, fiskaði og gjørdi ting, sum dreingir gjørdu. - Eg minnist, at hini børnini ynsktu sær at verða prinsessa, astro­n­autur og onnur ting. Tað ein­asta, eg ynskti mær, var at at fáa ein pissiling og verða ein drongur. Eg visti væl, at hetta ikki var eitt so vanligt ynski, men eg góðtók tað og var bara eg, greðir Leo Lávík frá. Hann fortelur, at foreldrini hjá hon­um altíð hava verið skiljandi og hava stuðlað honum. Hann royn­ir altíð at vera opin um sín tvørkyndleika, og tí kennir hann lítið og einki til keðiligar við­merk­ ing­ar frá fólki. Hann leggur annars einki í, hvat onnur fólk halda um seg. - Um eg var einsamallur á jørð­ ini, hevði eg enn viljað broytt mín kropp. Eg vil gjarna føla meg væl í mínum kroppi, soleiðis sum eg sjálv­ur síggi mín kropp, sigur hann. Krógvaði sín egna kropp fyri sær sjálvum - Tá eg kom í pubertetin byrjaði tað av álvara at blíva klaustrofobiskt at vera í mínum egna kroppi. Eg fór í stórar jakkar fyri at krógva mín kropp, og eg hugdi ikki meg sjálvan í speglið í brúsuni. Tá hann fylti 18 ár, hevði hann enn somu kenslu, tá hann vaknaði um morgunin, sum hann altíð hevði havt. Hann tímdi ikki at bíða meira, og vildi nú taka eitt stig fyri at fáa tað betur við sær sjálvum og byrjaði at hugsa um kynsskifti. - Um eg skal liva á hesari jørðini, kann eg so ikki líka so gott vera glaður í mær sjálvum? Hann samanber kensluna við, tá dreingir av lívfrøðiligum dreingja­ kyni koma seint í pubertetin. Hjá summum tekur tað longri tíð at fáa djúpa rødd og hárvøkstur, og teir kunnu fáa eina ørkymlandi kenslu av vónsviki. Leo Lávík følir nú, at hann endiliga er byrjaður at koma í pubertetin, og at hann verður møtt­ ur við tí rætta kroppinum. Vil ikki verða sæddur sum “tvørkyndi Leo” Havnardrongurin greiðir frá, at tað eru so nógvir gerandistrupulleikar, sum mann sum tvørkyndur skal taka støðu til. Hann skal ígjøgnum somu rutinuna hvørja ferð, hann er í støðum, har navn hansara skal upp­lýsast. Tá hann t.d. byrjaði í Studenta­skúlanum, fór hann bein­ leið­is í kontórið og fortaldi teimum har um sína støðu. - Hey, eg eiti Leo, og eg eri tvør­ kyndur. Eg identificeri meg sjálv­an sum eitt mannfólk, og sjálvt um eg ikki síggi út sum eitt mann­fólk, kundi eg gott hugsað mær, at tað bleiv sagt “hann” um meg í skúl­an­ Ný­bryggjað kaffi tá man vil hava tað Nógvar føroyskar uppfinningar eru undir uppsigling. Ein teirra er Carafee hjá Súna Christiansen. - Caraffee er ein útbygging av einari vanligari termokannu, har eg útnytti tóma luftrúmið millum íløtini. Í staðin fyri at tú bara hevur eina termokannu við heimanífrá, tá tú fert onkrastaðni, so kanst tú við Caraffee bryggja tær kaffi, sum tú vilt hava tað. Tá man fer frá húsum koyrir man vatn og kaffipulvur í tvey ymisk íløt. Maskinan fær streym frá sigarett-tendraranum í bilinum, greiðir íverksetin handan Caraffee frá. Vildi ikki velja føroysku klæðini frá - Um eg ikki gekk við teimum til almenn høvi, so hevði eg kortini gingið í føroyskum klæðum til privat høvi. Men so hevði man havt eina støðu, har eg valdi tey frá, tí eg eri ríkisumboðsmaður. Tað meti eg vera skeivt. Sjálv føli eg, at eg vísi virðing fyri Føroyum og føroyingum við at ganga í føroyska búnanum, tá eg eri í arbeiðsørindum. Tí eg havi djúpa virðing fyri føroyska fólkinum og mentanini, sigur Lene Moyell Johansen, ríkisumboðsmaður. Danmark blæsur og hevur mjøl í munn­inum - Tað er hykl, tá danskir politikarar og journalistar finnast at Føroyum og okkara útflutningi til Russlands. At Danmark hevur seksfaldað innflutningin av gassi frá russiska statsgassfelagnum Gazprom seinastu fimm árini vísir greitt, at Danmark als ikki er so idealistiskt, sum tey vilja vera við, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. AUG 2018 - Hvalaveiða er eisini eitt slag av symboli fyri ránsveiðuni av náttúruni og symbolið upp á, hvussu menniskja oyðileggur náttúruna. Tí leggja vit altíð dent á, at grindadráp er burðardygt og at vit ikki týna náttúruna. Páll Nolsøe, kunningarráðgevi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum - Vit í Føroyum hava verið øgiliga dugnalig til at uppfinna ymiskt til at betra um fiskivinnuna, sum er okkara høvuðsvinna. Nú byrja vit so eisini at gera okkum galdandi í øðrum vinnum. Hetta er millum annað tí vit hava Hugskotið og Íverksetarahúsið, so tað er gott at síggja, at onnur ting eisini sláa ígjøgnum. Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum