Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 28. desember 2018 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Meistararnir vinna á ólavsøku Allir róðarnir eru avgjørdir undan ólav­søkuróðrinum, har meistarabátarnir tó prógva, at teir eru bestir. Millum teirra er Argjabáturin, sum vinnur sítt 14. meistaraheiti. Tað er met. Samanlagt vann høvðusstaðurin flest sigrar. - Vit høvdu nógva jørð í Vági og tá vit hoyggjaðu var veðrið alt­av­ger­ andi. Tí kendi pápi mín til nógv veð­ urtekin og nøkur teirra havi eg eis­ini havt í útvarpinum. Men eg havi eisini altíð havt stóran áhuga fyri útróðri og í tí sambandi hugdu menn eisini eftir teknum um, hvussu veðrið fór at vera næsta morgun, sigur Petur Hans Dahl, ið metir, at tað mundu vera millum 40-50 bátar og sluppir í Vági, ið fóru út at leggja línur hvønn morgun, tá ið hann var smádrongur. Aftaná at hann er farin at lesa veð­ur­tekin upp í morgunsendingini eru tað fleiri eldri menn, ið hava sett seg í samband við hann at greiða frá, hvørji veðurtekin teir hava fingið frá sínum forfedrum, umframt at Fischer Heinesen eisini hevur skrivað eina bók við veðurteknum. Okk­urt teirra hevur hann eisini brúkt í sendingini. Drúgvasta Evropa- summarið nakrantíð Ongantíð hava føroysk fótbóltsfeløg spælt so nógvar altjóða dystir sum hetta summarið. Heilar 16 ferðir eru føroysk lið á vøllinum B36, KÍ, Víkingur og NSÍ hava úr at gera í Champions League og Europa League, með­an summ­arið er. Størsta upp­liv­ ilsið fáa spælararnir hjá B36, sum spæla ikki færri enn seks dyst­ir í Europa League. Teir fáa eitt gott lutakast í und­an­um­ far­in­um, men St Joseph's FC úr Gibr­alt­ar ger tað torført fyri árs­tals­felagið. Tað endar við, at B36 vinn­ur eftir brotssparks­ kapp­ing í hitanum sunnanfyri Spania. Ævintýrið hjá B36 heldur fram, tá teir vinna á OFK Tito­ grad í Montenegro, eftir at lið­ ini hava spælt málleysan javn­ leik í Gundadali. Vinningurin er ein uppgerð móti turkiska stórfelagnum, Besikt­as. Tað er útselt á Ovara vølli í Gundadali, tá dyst­ur­in verð­ur spældur. Besikt­as vinn­ ur 2-0, og vinnur retur­dyst­in 6-0. Rok um KÍ KÍ skrivaði søgu, tá liðið fyrst fekk mál á útivølli í Malta, men eisini tá liðið í returdystinum spældi seg víðari móti Birk­irk­ ara. Klaksvíkingar vóur greitt omaná næstan allan dystin, men seinastu minuttirnar mundi KÍ mist alt á gólvið. Umfarið eftir tapir KÍ 2-1 fyri Zalgiris úr Litava í Gundadali. Dysturin fær drúgva umtalu, tí mjørki og UEFA spæla inn. Mjørk­in seinkar dystinum, með­an UEFA vil hava dystin á Tórs­vøll, har KÍ og Mikkjal Thomas­sen siga nei. Vónirnar eru ikki góðar undan retur­ dyst­inum, men KÍ megnar at fáa javnleik 1-1. Tað er bara akk­ urát ikki nokk. Víkingur stendur eftir við ongum Víkingur spælir fyrst tveir dyst­ir í Champions League móti HJK Helsinki, har finska liðið er sterkari. Síðani spælir Vík­ingur tveir dystir móti Tor­ pedo Kutaisi úr Georgia í Eur­ opa League, sum vinnur sam­ an­lagt 7-0. NSÍ fær bara tveir dyst­ir, tí liðið ikki er við í und­an­um­ far­inum til Europa League, har veikasta mótstøðan er at finna. Runavíkingar fáa bank í Skotlandi móti Hibernian, ið vinn­ur 6-1. Í returdystinum skor­ar Klæmint A. Olsen hattr­ ik, men NSÍ tapur 6-4. Nakrar dagar seinni setur Klæmint nýtt føroyskt met, tá hann á ólavsøku skorar sítt mál nummar 154 og tekur metið hjá Jákupi á Borg. Helgi vann uttan kappsúkklu Helgi Winter Olsen vinnur Kring Føroyar. Torkil Veyhe, sum er stórfavorittur, má geva avboð. Helgi tekur av og vinnur, hóast hann ikki eingur eina kappsúkklu. Hann súkklar mest mountain-bike. Bjarni Nielsen aftur sterkast Ólavsøkudag verður Bjarni Nielsen, fyri fimtu ferð upp í slag, kosin til sterkasta mann í Føroyum. Hann vinnur kappingina, sum verður hildin á Kongabrúnni. Bjarni Nielsen vinnur greitt, tí hann fær fult stigatal. Ítróttur Vit hava nú í fleiri ár arbeitt við at menna føroyskt ginn, og nú halda vit, at vit eru komin á mál. Vit hava gjørt eitt siðbundið ginn við útgangsstøði í London Dry Gin. Baraldarber og Koriander eyðkenna smakkin, saman við nógvum øðrum urtum, og millum annað føroyska hvannrótin og góða føroyska vatnið geva ein frískligan angandi smakk. Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór