hósdagur 27. desember 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2018
16
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Ikki nøgdin sum er avgerandi
Skulu vit hugsa um fólkaheilsuna, hava drekkivanarnir størri
týdning enn nøgdin, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum.
Tað hevur størri týdning, hvørjar rúsdrekkavanar vit hava,
enn bara at hugsa um, hvussu nógv vit drekka. Drekka
vit eitt glas av víni ella eina øl aftur við matinum av og á,
hevur tað ongan heilsuligan týdning, kanska tvørtur ímóti,
sigur Magni Mohr og vísir á, at fyri fólkaheilsuna er ikki
áhugavert at hugsa um tey, sum duga sær hógv.
Sjálvboðin skulu taka størri ábyrgd
Tórshavnar Býráð ætlar nú at skipa eitt lið av
sjálvbodnum fólki, sum skal hjálpa til á eldraøkinum.
Liðið er í høvuðsheitunum pensjónistar, sum eru væl
fyri, og sum átaka sær ymsar uppgávur á eldraøkinum.
– Vit mugu ásanna, at eldraøkið er so stórt og
umfatandi, at skulu vit klára tað, er tað neyðugt við
nýhugsan, sigur Bergun Kass, býráðslimur í Havn
og forkvinna í eldranevndini hjá býránum.
Juli:
Skriva dagbók um
veðrið síðan hann
var smádrongur
- Tað eru øgiliga nógv fólk, ið lurta eftir tí. Eg kann næstan ikki
longur fara út um eina hurð, uttan at fólk koma yvir til mín. Um
eg fari í Keypssamtøkuni í Hoyvík, oman í SMS ella onkra heilt
aðrastaðni í býnum, so koma fólk til mín at tosa um tað, ið eg havi
sagt. Tað eru serliga veðurtekinini, ið eg altíð endi við, ið fólk fegin
vilja tosa um. Tað sigur Petur Hans Dahl, ið síðsta árið er vorðin
kendur millum føroyingar sum veðurmaður í Góðan Morgun Føroyar.
Flestu føroyingar kenna hansara
rødd og lurta við andakt hvønn
mánamorgun, tá ið hann lesur
veðurvánirnar fyri komandi viku í
sendingini Góðan Morgun Føroyar
í Kringvarpi Føroya. Serliga eru tað
hansara stuttligu søgur um veður
tekin, ið hava fangað áhugan hjá
føroyingum og sum gera, at hann
skilur seg frá øðrum monnum og
kvinnum, ið váða sær at spáa um
endaleysa samtaluevnið hjá føroy
ingum, tað óstøðuga føroyska
veðrið.
Tað er skjótt eitt ár síðan, at
røddin hjá 73 ára gamli Petur Hans
Dahl, fyrrverandi lærara á Vinnu
háskúlanum og sjómaður, fyrstu
ferð smoygdi seg gjøgnum útvarps
tólini inn í heimini og bilarnar hjá
føroyingum fyri at greiða frá veðr
inum næstu dagarnar.
- Starvsfólkini í Góðan Morgun
Føroyar vildu gjarna hava onkran,
ið kundi siga frá hvussu veðrið fór
at vera og spurdu fleiri persónar,
ið av ymiskum ávum bórust und
an. Onkur teirra vísti til mín, men
tá eg bleiv spurdur, bað eg um um
hugsunartíð. Men longu tveir tímar
seinni ringdi eg aftur og játtaði at
gera veðurtíðindini, sigur Petur
Hans Dahl, tá hann skal greiða frá,
hvussu hann gjørdist veðurmaður
í Kringvarpi Føroya.
Toran argaði
Fyrstu ferð Petur Hans Dahl var at
hoyra í GMF var fyrst í september
mánað 2017 og hevur hann síðan
verið at hoyrt hvønn mánamorgun.
Tað vil siga hvønn mánamorgun
uttan ta einu ferðina, tá eitt veður
fyribrigdi forðaði honum at koma
ígjøgnum til studio.
- Eg og konan vóru í Esbjerg í
mai mánaði og ferðaðust. Júst tann
mánamorgunin gekk toran nakað
so nógv og sló niður í eitt telefon
torn, ið gjørdi, at eg varð uttan
samband. Tað er einasti mána
morgun, ið eg ikki hava lisið veður
tíðindini, men blivu tey í staðin lis
in týsmorgun, minnist Petur Hans
Dahl aftur á.
Annars hevur tað slett ikki verið
nakar trupulleiki at ferðast, hóast
hann hevur eina bundna uppgávu
hvønn mánamorgun. Tað er so lætt
at sleppa framat veðurkortum í
dag, at tað ger ongan mun, um hann
stendur á brúnni í Norrøni, í einum
býi í Póllandi ella í studionum í
Sortudíki.
- Alt letur seg gera í dag. Í oktober
mánað var eg í Póllandi og læs
veðrið upp frá hotellkamarinum
hjá mær. Tá boðaði eg lurtarunum
frá, at hóast eg sat í hotellkamari í
Póllandi í fínasta veðrið, so skuldu
tey ikki verða snýtt fyri veðrinum
í Føroyum, sigur Petur Hans Dahl
við einum smíli.
Veðurtekin
Áhugin fyri veðurteknum hevur
hann fingið frá pápa sínum og um
hvørvinum í heimbygdini Vági, har
tað dagliga yrkið var tengt at veðr
inum.
Familju
rættarliga
økið á
føroyskum
hondum
Á Ólavsøku er yvirtøkudagurin fyri
familjurættarliga økið, sum nú
kemur á føroyskar hendur. Hetta
merkir, at framyvir hava føroyingar
sjálvi ræði á lóggávu í sambandi við
foreldramyndugleika og samveru.
Føroyingar hava ræði á hjúnabands
og hjúnaskilnaðarlóggávu. Á
ættleiðingarlóggávu. Ræði á lóggávu
í sambandi við, at fólk blíva burtur og
á arvarættinum. Ræði á verjumálum
umframt fosturtøkulóggávuni og øðrum
við. - Tørvur er tí á dagøfringum umframt
nýggjari lóggávu á fleiri økjum, sigur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Vilja leggja
sjóhita í øll
hús í Leirvík
- Í fyrstu syftu verður sjóthiti lagdur í
nakrar stórar bygningar, og nøkur sethús,
men roynist tað væl, er vælhugsandi, at
fari verður víðari til alla bygdina.
Hans Mourits Foldbo, býráðslimur
í Eysturkommunu sigur, at fyrst og
fremst verður hugsað um at knýta fimm
bygningar hjá kommununi í Leirvík upp
í eitt sjóhitaverk. Í fjør brúktu hesir
bygningar 97.000 litrar av olju og sostatt
brendu teir fyri 650.000 krónur við
núverandi oljuprísum.
Gamli
bókahandil
100 ár á
Vaglinum
17. juli hevur H.N Jacobsen Bókahandil
ella vanliga nevndur “Gamli Bókahandil”,
húsast á Vaglinum í 100 ár. Gamli
Realskúlin, sum húsaðist har áðrenn, var
keyptur fyri 25.000 krónur og varð til ein
bókahandil, sum seinni var útbygdur.
JUL
2018
- Tað kostar at verða kristin í heiminum í
dag. Yvir 200 milliónir kristin um allan heimin
verða atsókt fyri teirra trúgv. Tey verða bukað,
dripin, afturhildin, mismunur verður gjørdur
móti teimum á arbeiðsmarknaðinum og á
úrbúgvingarøkinum, kirkjur og heim teirra
verða brend, og børn teirra burturflutt.
Rói Norðoy,
oddamaður fyri nýggjan kristnan felagsskap í Føroyum
- Tað er mín sannføring, at føroyingar eiga
ikki at smæðast burtur, men rætta ryggin,
standa fram og kappast móti teimum størstu í
heiminum. Føroysku alararnir eru heimsins
bestu at ala laks, og teir fáa eisini heimsins
besta prís. Tí mugu vit, sum framleiða tøkni til
heimsins besti alivinnu, eisini miðja eftir at
vera í heimsflokki á okkara øki.
Suni Justinussen,
stjóri í JT Electric