Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 28. desember 2018 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Vípan úr Støkk millum heimsins bestu Estetiskur fimleikur ger um seg. Í HM-finaluni í estetiskum fimleiki í Budapest í Ungarn fáa tær 15,55 stig, sum er hægsta stigatal eitt føroyskt kvinnuunglingalið hevur fingið nakrantíð til HM. Við samanlagda stigatalinum 30,45 endaðu tær á einum samlaðum 10. plássi. kemoviðgerð beinleiðis inn í merg­in og varð lagdur í narkosu hvørja ferð, greiðir Magnus frá. Hann minnist einki til, at hann var bangin, hvørki tá hann var sjúk­ ur, ella tá hann skuldi til kann­ing­ar árini eftir, at hann var blivin frísk­ur. - Eg haldi, at tað var ein fyri­mun­ ur at vera barn í einari sovorðnari sjúkugongd. Ein hugsar ikki so langt og er bara í tí. Eg havi kanska ildið, at tá ein er heimkomin, so er ein bara frískur. Eg havi als ikki verið bangin, sigur Magnus F. Joen­sen. Kom skjótt fyri seg - Eg havi altíð verið klænur, men tá bar av. Ein verður so veikur av kemo­viðgerðini, at bara tað at fáa sopp í munnin var nóg ringt. Tað hevði kanska ikki so nógv upp á seg, men tað kendist sum nógv, minn­ist Magnus, sum longdist illa, með­an tey vóru í Danmark. Tað gekk kortini skjótt rætta veg­ in, tá hann kom heim aftur. Hann byrjaði næstan beinan vegin aft­ur í skúlanum, og tað gekk held­ur ikki long tíð, til hann fór á fjall aft­ur og byrjaði at sparka fótbólt. Hann hevði tað gott, og hugsaði ikki nógv um, at hann hevði verið sjúk­ur. Ross rendur heim úr Víkingi Víkingur vil einki siga, tá bersøgni skotin, Maurice Ross, verður koyrdur sum venjari. Argjamenn leiga ein 44 ára gamlan málverja, meðan HB og KÍ eru oddalið í landskappingini Maurice Ross kemur til før­ oyska fótbólt við buldur og brak. Hann tekur í 2017 yv­ir í nýggja felagsliðnum í suð­ur­ oynni og úrslitini eru góð. Hann er bersøgin og samrøðurnar eru mangan áhugaverdar. Í 2018 tekur hann yvir í Vík­ ingi, sum hevur vunnið FM tvey ár upp í slag. Tað byrjar tó illa og skjótt gerst greitt, at Vík­ingur als ikki er á sama stigi sum undanfarnu árini. Hann verð­ur koyrdur og kærir sína neyð, meðan ongin úr Víkingi vil siga eitt orð. Sigfríður S. Cle­ment­sen verður settur sum nýggj­ur venjari. Í steypakappingini eru greið­ir sigrar til HB og B36 í hálv­finalunum. Stóra søgan í grannauppgerðini millum AB og HB er, at argjamenn leiga 44 ára gamla Geza Turi. Hann er málmansvenjari hjá Vík­ ingi, men leikbannið hjá Heð­ ini Stenberg ger, at AB skal hava onkran í mál. HB og B36 vinna sínar dystir og koma í steypafinaluna. Í landskappingini verður nógv lagt fyri, men tað er bara KÍ, ið megnar at fylgja við HB. NSÍ, B36 og Víkingur klára ikki at fylgja við, meðan AB og 07 Vestur liggja eftirá í botninum. ÍtróttarSosialurin setur árs­ins lið fyri fyrsta triðingin. Heilir fimm HB’arar eru á liðnum. Teir eru Teitur M. Gests­son, Lasse Andersen, Trónd­ur Jensen, Sím­un Sam­ uel­sen og Adrian Just­inus­sen. Umframt teir, er Heim­ir Guð­ jóns­son valdur til venjara. Fyri landsliðið kemur tað illa við, at Ári Mohr Jónsson meiðsl­ar sær knæið, meðan hann spælir við Sandnes Ulf í næst­bestu deildini í Noreg. Hann spælir ikki aftur fyribils. Kappróðurin í gongd Fleiri vinnarar ganga aftur á stevnunum í juni. Størsti spenningurin er í 10-mannaførunum, har tað er hørð kapping millum Ormin Langa og Klaksvíkingin. Ormurin Langi hevur munin. Eisini skal hegni til, tá kappróðurin skal avgreiðast í mjørkanum á jóansøku. Sverri fær gott úrslit Sverri Sandberg Nielsen fær sítt higartil besta úrslit, tá hann í kapping í Beograd í Serbia blívur nummar fýra. Við úrslitinum vinnur hann seg í eina World Cup-finalu. Hann rør væl fyrstu 500 metrarnar, sum er hansara stóra styrki. Ítróttur - Vit skulu fara burtur frá at hugsa um eitt nú krabbamein sum bert eina kropsliga sjúku, tí tað finnast prógv fyri, at menniskjaligu árinini eisini eru vandamikil og kunnu hava svárar avleiðingar fyri tann sjúka og harvið eisini alt samfelagið. Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar