Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2018 14 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Battaríini vóru næstan tóm Dia Midjord umhugsaði ongantíð at søkja starvið aftur, tá ið skeiðið hjá honum sum stjóri í Kringvarpinum var úti á Ólavsøku í fjør. – Tíðin sum kringvarpsstjóri var ómetaliga spennandi og lærurík. Men eg hevði ikki tikið av, um eg hevði fingið bjóðað at hildið fram í stjórastarvinum. Tá vóru míni battarí næstan tóm, sigur Dia Midjord, sum tók við sum stjóri í hýrisvognafyritøkuni Auto. Biogassverk verður bygt á Skarðshjalla Eitt dóttirfelag hjá Bakkafrost fer at byggja verkið, sum skal vera klárt at taka ímóti rávøru um 18 mánaðir. Bakkafrost og dóttirfelgaði bera kostnaðin av at byggja verkið, sum verður mett at kosta millum 50 og 80 milliónir krónur. Verkætlanin er komin so langt á leið, at verkið skal taka ímóti rávøru longu 1. januar í 2010. Juni: Eg vil geva okkurt aftur - Eg eri glaður fyri, at viðgerðin var so góð fyri tað slagið av krabbameini, sum eg hevði, og eg vil gera mítt til, at øll børn fáa sama møguleika, sum eg fekk. Lækni ella granskari verði eg aldrin, men eg kann vera við til, at lívsneyðuga granskingin fær fígging, sigur 31 ára gamli Magnus F. Joensen, sum gekk í triðja flokki, tá hann fekk staðfest krabbamein, og nú er við á føroyska Rynkeby súkkluliðnum, ið er ávegis til París. Tá føroyska Rynkeby-súkkluliðið varð stovnað fyri fimm árum síð­ ani, visti Magnus F. Joensen við tað sama, at á hatta liðið skuldi hann eina­ferð. - Eg tók avgerðina beinan vegin, og eg havi ætlað mær at súkkla við Rynkeby nokk so leingi. Men út­ búgving og arbeiði hava havt við sær, at tað hevur ikki ligið fyri fyrr enn nú, sigur ungi kvívíkingurin, sum var illa sjúkur av krabbameini, tá hann var níggju ára gamal. - Eg eri glaður fyri, at viðgerðin, sum kom burtur úr granskingini innan tað slagi av krabbameini, ið eg fekk, var so góð. Tíverri eru tað ikki øll, sum koma undan við lív­in­ um, og tað er bara gransking, sum kann gera munin. - Eg vil so fegin geva okkurt aft­ ur og gera mítt til, at øll onnur børn fáa sama møguleika, sum eg fekk. Eg verði ongantíð granskari ella lækni, men um eg kann hjálpa við at útvega fígging til gransking, so havi eg í øllum førum gjørt okkurt, sigur Magnus F. Hansen. Hann greiðir frá, at tað er serliga ein genta, sum hevur fingið hann at vera við á liðnum hjá Rynkeby. Hon lá á somu deild sum Magnus á Ríkissjúkrahúsinum, og hevði tá fingið staðfest krabbamein fyri aðru ferð. - Beinta var eitt sindur eldr enn eg. Hon hevði blóðkrabba, og tað var aðru ferð, at hon var sjúk. Vit lógu á somu deild og vóru nógv sam­an á sjúkrahúsinum, og vit hildu eisini sambandið, eftir at vit vóru komin heimaftur, greiðir Magn­us frá. Beinta gjørdist sjúk aftur seinni og doyði. - Hon er ein stórur partur av motiva­tiónini hjá mær. Hon hevði krabba­mein tríggjar ferðir, og livdi við stórum avleiðingum av sjúkuni, sigur Magnus, sum sjávur fekk stað­festir krabbasjúkuna Burkitt lym­fom í 1996. Var ikki bangin Magnus var níggju ára gamal, tá hann gjørdist sjúkur. Mandlurnar blivu brádliga øgiliga stórar, og hann bløddi í munninum. Mandl­ ur­nar vórðu tiknar og kannaðar og stað­fest varð, at Magnus hevði krabba­mein. Tað var í febr­u­ar mán­ aði í 1996. At byrja við hildu lækn­ arnir, at Magnus hevði krabba­mein í háls­inum og onga aðra­staðni. Men á Ríkis­sjúkra­hús­in­um varð stað­ fest, at krabb­in hevði breitt seg til lungu og nýru. - Burkitt lymfom er ein øgiliga aggressiv krabbasjúka, men hon er kortini góð at hava við at gera, og við­gerðin riggaði sera væl. Eg fekk Fyribils stjóraskifti í Kring­ varpinum Johnny í Grótinum og Kringvarpsstýrið gera avtalu um, at Johnny fer úr starvinum sum kringvarpsstjóri. Báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar. Tí verður Kári Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, settur at røkja stjórastarvið. Perseus rendi á land Farmaskipið Perseus rendi á land við grótkastið við nýggju havnarútbyggingina í Havn. Tað var seint sunnukvøld, at skipið rendi á, og smáar tveir tímar aftaná megnaði Brimil at fáa skipið leyst aftur. Bogi Nielsen, stjóri í Faroe Ship sigur, at skipið at síggja til onga skaða hevur tikið. Kanningar skulu staðfesta, hví skipið rendi á. Alex Bærend­sen deyður 55 ára gamal Ein syrgilig arbeiðsvanlukka á Varðanum Pelagic á Tvøroyri kostaði lívið hjá Alexi Bærendsen. Alex Bærendsen var ein framúr góður og vælumtókut gospel- og countrysangari. Hann var við í Nicodemus-sangbólkinum og luttók eisini á øðrum útgávum hjá M.C. Restorff, men best kendur var hann fyri sínar egnu framførslur og útgávur. Ein tann kendasta og best móttikna fløga hansara mundi vera útgávan Jólagleðin, sum kom út í 1990. Tey seinnu árini hevði sangarin nógvar framførslur til tiltøk í Føroyum og í Danmark, mangan saman við dóttrini Kristinu Bærendsen. JUN 2018 - Tað er ikki nakar ivi um, at Ríkisfelags­ skapurin treingir til eina dagføring. Tað hevði tænt øllum pørtum, um londini fingu arbeitt soleiðis, ið tey vildu. Í dag fyrigongur tað seg soleiðis í veruleikanum, men núverandi leistur skapar samstundis rúm fyri ósemjum og óviss­um og í síðsta enda eisini fyri møguleikum konfliktum. Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur - Avbjóðingin hjá okkum er, at vit seinastu mongu árini hava lagt so stóran dent á útbúgving, at øll eru í ferð við at taka eina hægri útbúgving. Samstundis síggja vit, at arbeiðsmarknaðurin ikki hevur størv til allar hesar akademikararnar, men hinvegin hevur stóran tørv á handaligum verkafólki. Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS