Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 28. desember 2018 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Føroysk DM-gull í amboðsfimleiki Bogi Berg vinnur DM í lopi í amboðsfimleiki. Tað kemur óvart á 23 ára gamla føroyingini, sum í fjør bleiv nummar fýra í lopi. 13 ára gamla Astrið Breckmann vinnur silvur í lopi og bronsu á bitanum. Fyrr í mánaðinum vinna Astrið Breckmann og Rebekka Ingadóttir Rein DM fyri lið í amboðsfimleiki fyri ung. útvaldir til skeiðið, og eg var ein teirra, sigur hann og leggur aftrat, at tað varð hjúklað nógv um tey á skeiðn­um. - Vit høvdu undirvísarar úr all­ ari verðini. Undirvísarar komu úr London, Kairo og Moskva at und­ir­ vísa okkum 10. Tá eg hevði upp­livað hetta at verða so for­kel­aður aka­ demiskt í eitt heilt ár, kendi eg tað sum eina skyldu at bera okkurt aft­ur innan arbeiðs­medi­sin. Tað var hetta árið, sum gjørdi, at eg legði meg eftir at granska, greiðir Pál Weihe frá. Jóan Símun til Arminia Bielefeld Stóra søgan í maimánaði er, at Jóan Símun Edmundsson skiftir til týska 2. Bundesligafelagið, Arminia Bielefeld. Gilli Rólantsson hevur viðgongd í Brann Bergen, meðan ósemja stingur seg upp um stroyming Tað hevur verið eitt sindur av órógvi um Jóan Símun Ed­ munds­son, sum í máimánaði skift­ir frá danska OB til Arminia Bielefeld í Týsklandi. Hóast talan er um eitt felag í næstbestu deildini, so er hetta eitt av teimum heilt stóru skiftunum í føroyskum fót­ bólti. Toftamaðurin er ætl­ að­ur til uppstillingina og nú eru nógv eygu á føroyska lands­liðsspælaranum, tá hann rennur á vøllinum. -Tá eg fekk tilboðið frá Biele­ feld visti eg, at hetta var tað eg vildi, sigur toftamaðurin. Talan er um ein tvey ára sáttmála, sum kemur í gildi 1. juli. Í Noreg hava Gilli Rólants­ son og Brann Bergen við­gongd. Felagið vinnur 2-0 á stór­ felagnum Rosenborg, og før­ oyski landsliðsspælarin eig­ur lut í báðum málunum. Eft­ir at hava verið útihýstur fyrr í ár, so er vent í holuni hjá tvøra­mann­ in­um, ið nú byrjar inni. KVF gevst at stroyma 23.mai skrivar Ítróttar­Sosial­ ur­in fyri fyrstu ferð, at HB er á kós móti stigameti. Sigurvanda høvðusstaðarfelagið hevur sein­astu umførini vunnið allar sínar dystir og nýggi venjarin, Heimir Guðjónsson, er á ársins liði higartil. Tað er meiri rokaligt, tá hálv­ finalurnar í steypa­kapp­ingini skulu spælast. Samanlagda fel­agið í suðuroynni vil sleppa suð­ur aftur við Smyrli sama dag, sum tað verður spælt. Tað end­ar við at hálvfinalurnar mill­um B36 og Suðringar verða spæld­ar mitt í arbeiðstíð. Hartil er rokaligt um stroym­ing. Feløgini eru ósamd um treytirnar, har ser­liga KÍ og EB/Streymur eru í móti stroym­ingini hjá Kring­varp­in­ um. KVF velur at steðga allari stroymin, tá B36 eisini noktar at stroyma dystin móti NSÍ. Leivur Frederiksen sigur, at vanliga hyggja um 500 fólk eft­ ir stroymingini og okkurt um ein triðingur av teimum uttan fyri Føroyar. - Hetta rakar jú serliga úti­ set­ar, sjófólk og tey gomlu, sum kortini ikki hava høvi at fara til dyst­irnar, og tað er sera harmi­ ligt, sigur Leivur Fred­erik­sen, ítróttarredaktør í KvF. NM í boccia Føroyar er vertur fyri NM í boccia. Tað er ein logistisk avbjóðing, at hýsa 30 koyristólabrúkarum samstundis, sigur Parasport Føroyar. Í samrøðu við ÍtróttarSosialin sigur Áki Joensen, at tað er ein stoltleiki at umboða Føroyar á heimavølli. Dart: Remy í serflokki Remy Gaardlykke Hansen vinnur Tórshavn Open, sum er størsta einstaklingakappingini í dart-kappingarárinum. Hjá kvinnunum vinnur Malene Grisenvold, meðan Jan McIntosh og Uni Árting vinna tvímansleikin Ítróttur - Takið av tilboðnum um at verða koppsettar fyri HPV virus. Eg var ein av teimum óhepnu, sum ikki varð koppsett. Eingin ung genta eigur at fara í gjøgnum tað, sum eg havi verið í gjøgnum. Laila Christiansdóttir Mathisen, er smittað við HPV