hósdagur 27. desember 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2018
12
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Havið gevur mær íblástur
- Eg havi altíð verið bergtikin av náttúruni. Eg eri eisini
bangin fyri henni. Serliga havið gevur mær íblástur, bæði
tá eg máli og yrki. Náttúran er bara so vill og óstýrilig og
hevur sítt egna lív. Tað er hugtakandi og ræðandi í senn.
Tað sigur 23 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir, sum
gongur á Rithøvundaskúla í Keypmannahavn og sum hevur
givið út yrkingasavn.
Rændur á motorvegi í Spania
- Høvdu teir havt frið og náðir, vóru teir
allarhelst farnir við øllum, kanska bilinum
eisini, óttast M.C. Restorff. M.C. Restorff
og konan Mariann vóru fyri einari heldur
óhugnaligari hending, tá tey herfyri vóru á
ferð í Spania, har tey vóru rænd fyri mappu
og tasku.
Mai:
Høvdu hugnaløtu
hvønn fríggjadag
Í nógv ár møttust eg og konan hvønn fríggjadag seinnapart
í svimjihylinum. Vit svumu, fóru í hitapott og í hitarúmið.
So fóru vit heim, har vit lótu okkum í fín klæði, gjørdu
okkum góðan døgurða við víni afturvið, og so dansaðu vit
alt kvøldið til dansitónleikin, sum var í útvarpinum, sigur
Pál Weihe, sum umframt at vera granskari, ið ávarar móti
at eta grind og spik, eisini er vertskapsmaður burtur av og
er góður í ráðum, tá um ræður at halda lív í parlagnum.
Hóast Pál Weihe hevur arbeitt all
an sólarringin, líka síðani hann
varð liðugur sum lækni, hava hann
og konan altíð tikið sær stundir til
hvønn annan.
- Forelskilsi er sum ein planta.
At byrja við er hvørki neyðugt við
vatni ella Substrali, sigur Pál, sum
saman við konuni altíð hevur vitað,
at tað er neyðugt at taka sær løtur,
har alt snýr seg um teg og meg sum
hjún.
- Tað er alt ov nógv, sum ikki
dyrka hvønn annan. Hendan løtan í
svimjihylinum og dansandi tónleik
in í útvarpinum snúði seg um okk
um. Tá vóru vit bæði verðin. Tað
ræður um at skapa sær sína egnu
tilveru og skapa tær støðurnar,
sum ein vil hava, heldur enn bara
at droyma um tað og hyggja eftir,
hvussu gott tey kongaligu ella tey
í Hollywood hava tað. Tað er nakað
tvætl. Vit kunnu øll skapa okkara
egnu hátíðir. Tað snýr seg bara um
at taka seg saman og gera tað, sigur
Pál Weihe.
- Vit hava altíð dugað væl at sett
tíð av til at vera saman. Onkuntíð
lótu vit okkum eisini fínt í, settu
okkum á baksetrið í Berlingobilin
um við hvør sínum sjampanjuglasi,
og so vórðu vit koyrd runt í býnum,
har vit heilsaðu upp á fólk, greiðir
hann frá.
Hesar løturnar, sum hava havt
so ómetaliga stóran týdning fyri
tey bæði, eru ikki til longur.
Fyri 10 árum síðani byrjaði
kona Pál at gerast minnisveik, og
hetta seinasta árið hevur hon búð
á heiminum við Vallalíð, har hon
trívist sera væl og hevur tað gott.
Brendi ikki fyri læknafrøði
Tá Pál Weihe fór av landinum at
lesa læknavísund síðst í sekstiár
unum, var tað ikki tí, at hann var
so øgiliga eldhugaður fyri at gerast
lækni. Hann valdi læknafrøði, tí
hann var fullkomiliga ráðaleysur
og vildi so nógv. Hann hevði hug
at lesa bæði alisfrøði, bókmentir,
sálarfrøði og heimspeki.
- Hvat ger ein so, tá ynskini eru
so ymisk. Jú, so velur ein eitt fak,
har avgerðin verður útsett í nøkur
ár. Læknalesturin er fullkomin
til tað. Avgerðin kann útsetast, til
læknaprógvið er logið, tí við lækna
útbúgvingini kanst tú fara nógvar
ymiskar leiðir.
- Eg valdi ein pakka, har eg útsetti
avgerðina um, hvat eg vildi takast
við her í lívinum. Men tá eg kom
á tær ymsu sjúkrahúsdeildirnar
at arbeiða, uppdagaði eg, at mær
dámdi sera væl at tosa við sjúkling
ar og at royna at finna útav, hvat
teimum bagdi, og hvussu eg kundi
hjálpa teimum. Tað er ein fantast
iskur framíhjárættur at hava, held
ur hann og sigur, at hesi 30 árini,
síðani Deildin fyri Arbeiðs- og Al
mannaheilsu varð stovnað, hava
nógv fólk sitið inni á skrivstovuni
hjá honum við ymiskum trupul
leikum.
Hug til gransking
Pál Weihe hevði arbeitt sum lækni
í tvey ár í Danmark, tá hann sá eitt
uppslag í tíðarritinum “Ugeskrift
for Læger”, har lidnir læknar fingu
í boði eitt ársskeið í grundleggjandi
læknavísindaligu lærugreinunum
við serligum atliti til medisinska
gransking.
- Eg søkti, tí eg hevði altíð havt
hug til gransking, og her var so
ein kjansur. 10 umsøkjarar vórðu
Nekara
kyss, Astrid
Lindgren
og politisk
korrektheit
- Hetta málið snýr seg als ikki um eitt
makstríð millum kynini frá okkara
síðu. Hetta er bara enn eitt dømi um
politiska korrektheit, sum gjøgnumseyrar
samfelagið. Í hesum førinum var
javnstøða yvirhøvur ikki viðkomandi.
Veruleikin er, at starvið á goymsluni
krevur ein krútsterkan mann, sum
eisini hevur kunnleika til timbur- og
monteringsarbeiðið, og sjálvandi átti
privata fyritøkan hjá okkum at havt
loyvi til at søkt eftir honum og ikki
einum “goymslufólki”. Tað sigur Gunnar
Breckmann, sum fekk bót fyri brot
á javnstøðulógina, tí fyritøkan hann
arbeiðir hjá, søkti eftir goymslumanni.
Krevur
flugu
pláguna
basta
- Sjálvandi skal IRF fáa stundir at seta
tiltøk í verk fyri at basa flugupláguni,
sum bygdin hevur verið fongd við
seinastu vikurnar, men freistin er
ikki nógvar dagar. Tað sigur Jóhan
Christiansen, borgarstjóri í Eystur
Kommunu, nú serliga Leirvík hesar
seinastu vikurnar hevur verið plágað
av túsundtals flugum. Flugurnar koma
úr grótbrotinum á Hagaleiri, har IRF
goymir millum 6000 og 7000 tons av
burturkasti. Burturkastið er ballað í 9000
ballur, sum viga 750 kilo hvør.
Fyrrverandi
løgmaður
85 ár
25. mai fylti Jógvan Sundstein,
fyrrverandi løgmaður, 85 ár. Hann og
konan, Lydia, búgva nú í Holbæk. Tey
eiga trý børn, Hans Paula, Rutt og Eivind,
sum øll búgva niðri.
MAI
2018
- Vit hava øgiliga væl útbúgvin fólk í Før
oyum. Tey hava útbúgvingar frá lærustovnum í
Norðanlondum og kanska serliga í Danmark. Tey
brúka danskar leiðreglur og sjúkrahúsini eru undir
eftirliti av teimum donsku heilsumyndugleikunum.
Haraftrat eru vit eisini akkrediterað av dønum. So
tað er alt, sum sigur, at vit hava eitt sjúkrahúsverk
á einum høgum støði.
Jóanis Erik Køtlum,
forstjóri í føroyska sjúkrahúsverkinum
- Um vit veruliga skulu megna at minka um
ruskið, mugu vit finna aðra loysnir. Eg haldi, at tað
besta vit kunnu gera, er at seta okkum fyri at keypa
minni, at brúka minni og tí eisini at tveita minni
burtur. Nógva ruskið, sum vit síggja í dag, er eitt
beinleiðis úrslit av nógva forbrúkinum.
Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna í umhvørvismálum