hósdagur 27. desember 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 28. desember 2018
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Fleyr og ÍF vinna FM
Fleyr letur ongan iva verða um, hvat
er besta flogbóltsliðið hjá kvinnum í
Føroyum. Tær vinna greipuna við at
vinna tvær ferðir 3-0 á KÍF í finalunum.
Hjá monnunum vinnur ÍF tvær ferðir á
Mjølni. ÍF vinnur 3-2 og 3-1. Samstundis
boðar 41 ára gamli Bartal Eliasen frá, at
hann ætlar at gevast.
Tók stigið at fara
Á vári í 2015 fluttu tey í hús, sum tey
høvdu keypt í bygdini, har tey bæði
arbeiddu. Maðurin royndi tá eisini at
finna eina loysn, men tað gekk ikki
kortini. Trupulleikarnir hildu fram
og seinni sama ár avgjørdi Kimberly
at søkja um hjúnaskilnað.
- Vit fingu bæði sjokk, tá eg hevði
sagt, at nú gekk ikki meira. Eg trúði
næstan ikki tað var komið so langt,
sigur hon.
Kimberly Joy býr enn í Føroyum
og lesur til lærara. Hon heldur, at
Føroyar er eitt paradís við náttúruni
beint uttanfyri hurðina, og hon angr
ar einki, hóast heldur buldruta byrj
an á klettunum.
VÍF og H71 vinna FM
Tað er sannur dramatikkur, tá VÍF yvir tríggjar finalur
vinnur FM í hondbólti fyri kvinnur. Hjá monnunum
spælir Ári E. Dam ein lyklaleiklut í málinum hjá
H71, sum vinnur á Neistanum yvir tveir dystir
Kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndli
brustu, eins og í steypafinaluni,
eisini saman í FM finalunum.
VÍF er favorittur, men Kyndil
vinnur fyrsta dystin, ið er á
Hálsi. Tær kunnu nú hála gullið
heim í Vestmanna, men VÍF
svarar aftur í harðligum dysti,
har tað mangan kókar yvir hjá
bæði spælarum og áskoðarum.
Spenningurin heldur sær til
triðju og seinastu finaluna, sum
er í Vestmanna. Nú hevur VÍF
munin og vinnur ein tryggjan
sigur. VÍF er á odda 10-7 í hálv
leikinum og vinnur 22-17.
Hetta er fyrstu ferð síðani
2002, at VÍF vinnur FM hjá
kvinnum í hondbólti. Tær hava
bíðað leingi, men kvitta eisini
við at vinna greipuna.
- Serliga í verjupartinum
eru vit betur enn Kyndil og
standa ótrúliga kompakt. Og
so var eg eitt sindur bilsin av,
at Kyndil dekkaði við flatari
verju, sigur Ingi Olsen eftir sig
urin. Í spælarametingunum eru
tað Kristian Griksaite og Agnas
Olsen, sum fáa bestu meting
arnar saman við venjaranum,
Inga Olsen. Tey fáa øll 9 av 10
fyri avrikið í teimum trimum
finalunum.
Agnas Olsen verður kosin til
ársins spælara hjá kvinnum
Ári átti munin
Bara tvey mál skiltu H71 og
Neistan yvir tvær finalur. Tey
bæði málini átti Ári Dam, mál
verji hjá H71. Avgerandi løtan í
seinnu finaluni í Hoyvík vórðu
skotin úr egnum málið og í eitt
tómt mál hjá neistamonnum.
Fyrra finalan endaði við
javnleiki 25-25 og tí fór vinnarin
av aðru finaluni avstað við FM-
streypinum. Tað stóð púra á
jøvnum meginpartin av dyst
inum, men so revsaði H71 tvey
álop hjá Neistanum, har mál
verjin bleiv skiftur út. Í báðum
førum var tað Ári E. Dam,
sum kastaði bóltin úr egnum
brotsteigi og í mál. H71 vinnur
seinnu FM-finaluna 21-19.
Rasmus Søby verður kosin
til ársins spælara hjá monnum.
Kontrast FM
FM í borðtennis, badminton og judo verður
avgreitt upp á eitt vikuskiftið. Millum annað
bortennisfinalan millum Hall Thorsteinsson
Fróða
Fríðason
Jensen er
minniligt, eftir
at sjeyda og
avgerandi
settið mátti
til, áðrenn
Fróði vann.
Helgi bestur í smátjóðunum
Í Small Nations kappingini í Klaksvík fær
Helgi Dam Ziska 8½
stig av níggju.
Føroya fremsti
telvari vinnur allar
dystirnir uttan tann
seinasta, har hann
og Igor Efimov úr
Monako semjast
um remis eftir
fáar leikir.
Ítróttur
Politikarar vilja veljast aftur og tí eru teir
noyddir at markera seg sum einstaklingar. Tí í
dag er politikkur meira eitt arbeiði enn tað er
ein hugsjón. Í hesum valskeiðnum er tað
uttanflokkatingkvinnan, sum hevur fingið
mest burturúr. Hon vendi sínum flokki baki, og
hevur havt størst ávirkan síðani.
Sólfinn Hansen,
lærari á Tekniska skúla í Klaksvík og cand.mag í føroyskum og søgu