hósdagur 27. desember 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2018
10
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Tað var pínufult og meiningsleyst
- Tað var pínufult at staðfesta, at tað ikki letur seg
gera at fremja tær broytingar, sum eru neyðugar fyri
samfelagið, saman við Sambandsflokkinum. Eftir at
hava vent aftur tríggjar ferðir við semju um fiskivinnuna,
var tað ein kensla av meiningsloysi, tá ið flokkurin bara
bleiv við at siga nei – hóast vit fingu tað, sum
vit bóðu um, sigur Magni Laksafoss, sum nú er
uttanflokkatingmaður.
Størsta kvinnuliga
leiklutin í sangleiki
- Hetta er heilt klárt tann størsti leikluturin eg higartil
havi havt, sjálvt um eg eftirhondini havi verið við í nógvum
leikum, sigur føroyska Barbara Nadia Abrahamsen av
Argjum, sum fær stóra leiklutin sum kona Móses í donskum
og enskum sangleiki um Móses, sum varð sendur til
Egyptalands, men endaði við at føra fólk sítt heimaftur úr
útlegd.
Apríl:
Harða byrjanin
í Føroyum gjørdi
meg sterkari
- Eg angri einki. Eg hevði ikki verið tað menniskjað, sum eg eri í
dag, um eg ikki hevði verið fyri tí, sum hendi. Eg eri sterkari nú, enn
tá eg kom úr Taivan, sigur Kimberly Joy, sum hevur fótað sær eftir
harða byrjan í truplum hjúnalagi við føroyskan mann. Hon er nú
skild frá manninum og lesur til lærara á Fróðskaparsetri Føroya.
- Eg hevði ikki væntað, at eg fór
at klára at koma ígjøgnum hatta.
Men eg havi ment meg nógv, og eg
kann nógv meira, enn eg helt, sigur
26 ára gamla Kimberly Joy, sum er
einabarn, ættað úr Taivan og upp
vaksin í Manila á Filipsoyggjunum.
Hon er av góðari familju, sum er
væl fyri fíggjarliga og hevur egna
fyritøku í heimlandinum. Hon hev
ur framúrskarandi studentsprógv
og tosar fleiri mál flótandi.
Fyri seks árum síðani kom hon
til Føroya at vitja føroyskan mann,
sum hon hevði hitt á alnótini. Tey
giftust, men eftir at hava livað í
einum baldrutum hjúnalagi í trý
ár, tók hon stigið at fara frá mann
inum. Nú er hon skild, er flutt til
Havnar og gongur annað árið á
Fróðskaparsetri Føroya, har hon
lesur til lærara.
Kimberly Joy hevði skrivað sam
an við manninum í meira enn eitt
ár, tá hon kom higar at vitja hann
á sumri 2012. Hon fór ongantíð av
stað aftur. Tey giftust, áðrenn uppi
haldsloyvið á tríggjar mánaðir fór
úr gildi.
Útbúgving var aðalmálið
Hon greiðir frá, at hon kom í sam
band við føroyska mannin, tá hon
eftir lokið studentsprógv í Taivan
fyrireikaði seg til at søkja inn á
hægri lærustovn. Hon hevði stóran
áhuga fyri Evropa og serliga Norð
urlondum og hevði sett sær fyri at
lesa eitt skandinaviskt mál sum
hjálærugrein. Meðan hon kannaði
lestrarmøguleikarnar á alnótini,
fekk hon samband við føroyska
mannin.
- Hann visti, at eg vildi so sera
fegin lesa víðari og fáa mær hægri
útbúgving. Hann byrjaði at tosa
um, at mær nýttist ikki at fara heim
aftur og segði, at eg kundi taka út
búgvingina her í Føroyum ella í
Danmark, greiðir Kimberly Joy frá.
- Alt ljóðaði gott tá, og so giftust
vit. Vit høvdu tað eisini gott at
byrja við, leggur hon aftrat.
Kimberly Joy greiðir frá, at tey
vóru so góð við hvønn annan, og
hvørja ferð umsóknin um uppi
haldsloyvi skuldi undirskrivast,
vóru tey bæði samd um at skriva
undir. Fyri at uppihaldsloyvi skal
verða givið, skulu bæði skriva undir
umsóknina.
Trupulleikar í hjúnalagnum
Tey høvdu ikki verið gift leingi, tá
tað vísti seg, at hjúnalagið hevði
trupulleikar, sum tað var neyðugt
at arbeiða við.
Hon greiðir frá, at maðurin varð
ongantíð kropsliga harðligur.
- Eg hevði ongi blá merkir, men
trupulleikarnir í hjúnalagnum fóru
illa við mær sálarliga, greiðir hon
frá. So líðandi broyttist hon frá at
vera glað, blíð og bjartskygd til at
vera kedd og tung í huga. Broyting
in var so stór, at hon kendi ikki seg
sjálva aftur.
Hon gjørdi alt, sum hon var
ment, fyri at fáa parlagið betri.
- Eg eri von við at stríðast og ikki
geva upp. Eg gjørdi alt tað, sum eg
kundi. Men at enda kendist tað,
sum eg drunkaði, greiðir hon frá.
- Ein dagin small eg um heima
við hús. Eg varð innløgd á sjúkra
hús og kannað. Niðurstøðan var,
at strongd var orsøkin til, at eg fall
um, sigur Kimberly Joy. Á sjúkra
húsinum kunnaðu tey hana um
Kvinnuhúsið, og at hon kundi venda
sær hagar, um hon hevði tørv á hjálp.
Ynskja fleiri
kvinnur í
álitisstørv
- Eg ynski, at fleiri kvinnur fáa álitisstørv
í Føroyum, bæði tá talan er um politikk,
nevndir og leiðslu. Um tað ger meg til ein
reyðsokk, ja men so eri eg tað. Persónliga
kann eg ikki siga, at mín uppliving
sum kvinna í privata vinnulívinum á
nakran hátt hevur verið neilig. Tað sigur
Gudny Langgaard, sum 1. mai tekur við
starvinum sum stjóri í Vága Floghavn.
Oljuævin
týrið kann
gerast eitt
gassævintýr
- Vit skulu seta á stovn eitt alment
føroyskt natúrgassfelag. Tíðin er komin
til at føroyingar taka sakina í egnar
hendur og sjálvi fara eftir teimum
fundum, sum liggja á føroyskum øki.
- Vit hava olju og gass í føroysku
undirgrundini, oljufeløgini hava gjørt
fundini. Nú er tað bara ein spurningur
um at heinta tað upp, sigur Johann
Mortensen, fyrrverandi leiðari hjá
Amerada Hess í Føroyum.
IRF nevndar
limir tvífald
aðu sína
egnu løn
Tá IRF hevði aðalfund snúði stórur partur
av kjakinum seg um, at nevndarlimir av
sínum eintingum hava hækkað sínar egnu
lønir. Lønin hjá nevndarformanninum er
hækkað úr 4.137 krónum um mánaðin,
til 7.640 krónur. Næstformaðurin fór
frá 3.000 krónum um mánaðin til 5.500
krónur, og einstøku nevndarlimirnir fóru
frá 2.000 krónum til 4.400 krónur um
mánaðin.
APR
2018
- Angist minnir uttan iva um tað, sum fyrr
varð kallað ringir nervar, og angist er ein tann
vanligasta sálarliga líðingin, ið fólk fara til
sálarfrøðing fyri. Hjá summum er tað sosialt
angist, har tað at vera saman við fólki, ein ikki
kennur ella saman við nógvum fólki kann gera,
at ein fer upp at koyra. Hjá øðrum kunnu tað
vera ymiskar ræðslu, sum elva til angist.
Gurið Simonsen,
sálarfrøðingur
- Vit royna at gera matupplivingina meira
felags í ár. At fara út at eta kann onkuntíð
gerast so a-sosialt. Tí lata vit gestirnar hittast í
Skerpi áðrenn, so tey fáa høvi at tosa saman.
Mitt undir máltíðunum her í smáttuni, verða
tey eisini boðin út í hjallin at fáa sær ein bita.
Tá ælta vit at gera tað so autentiskt sum
gjørligt.
Poul Andrias Ziska,
KOKS