hósdagur 27. desember 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 28. desember 2018
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Hondbóltslandsliðið stríðist
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er í Skopje
í Makedonia, har tær spæla EM-undankapping.
Landsliðið stendur eftir við ongum, men úrslitið
er
ikki so galið, tí heimaliðið vinnur bara
við fýra málum. U20-landsliðið
vinnur á Turkalandi og verður
nummar tvey í HM-undankapping.
Fótbólturin rullar
aftur í kava
Hóast tað liggur nakað av kava á vøllinum og tað er kalt
í veðrinum, so rullar fótbólturin aftur, tá mars mánaði
byrjar. Víkingur vinnur Stórsteypadystin, KÍ byrjar væl í
landskappingini, meðan A-landsliðið fær góð úrslit í Spania
Eitt langt kappingarár í fótbólti
verður bríkslað í gongd, tá Vík
ingur á Tórsvølli vinnur á NSÍ
í Stórsteypadystinum. Stóra
hetjan er ungi málverjin, Elias
Rasmussen, ið bjargar trim
um av fimm brotsspørkum í
brotssparkskappingini. Hetta
er fyrsta steypið hjá nýggja
venjaranum,
Maurice
Ross,
men fimta upp í slag hjá Vík
ingi. Venjari hjá NSÍ er Sámal
Erik Hentze, sum annars hevur
verið venjari hjá Víkingi sein
astu tvey árini.
Vikuskiftið
eftir
verður
landskappingin
bríkslað
í
gongd, har KÍ fær eina góða
byrjan. Liðið vinnur 3-0 á HB
í Gundadali í fyrsta umfari og
hevur fult stigatal fyrstu um
førini. Eftir eina minni góða
byrjan upp á kappingarárið
fær HB lokkað útisetan Teit
Jacobsen heim, meðan miðverj
in Lasse T. Andersen kemur úr
triðbestu deildini í Danmark.
Gunnar Vatnhamar er nýggj
ur á landsliðnum, sum fer á
venjingarlegu í Marbella í
Spania. Landsliðið spælir tveir
venjingarlandsdystir móti Lett
landi og Liktenstein. Vit spæla
1-1 móti Lettlandi og vinna 3-0 á
Liktenstein. Millum málskjútt
arnar er liðskiparin á landsliðn
um, Atli Gregersen.
Føroyska
U21-landsliðið
er eisini í dysti í Georgia. Tað
endar við teprum 1-0 sigri til
heimaliðið, hóast okkara eisini
hava møguleikar til mál.
Føroyar fáa eisini vitjan av
orginala HM-steypinum, sum
kemur til landið við Coca Cola
flúgvaranum. Við á vitjanini er
fyrrverandi franski HM-vinn
arin Christian Karembeu, sum
bæði vann HM og Champions
League (Real Madrid) í 1998.
Dartlandsliðið vinnur
Fyri aðru ferð í søguni spælir Føroyar
landsdystir í dart. Eitt A, B og
kvinnulandslið spæla móti
Íslandi. A-liðið
vinnur flottan
9-6 sigur, meðan
bæði B-liðið og
kvinnurnar tapa.
Avgerandi pílin átti Jan
McIntosh.
Torkil Veyhe
heiðraður
Føroyski súkklarin
verður kosin sum
mest álopssinnaði
súkklarin í Tour de
Normandie. – Hetta
er ein ábending um at
eg eri á rættari leið,
sigur Torkil Veyhe,
ið súkklar fyri Team
Virtu Cycling.
sína hugsa um samfelagið alment.
- Eg havi nú upplivað at vera ein
av okkara minstu. Ein av teimum,
sum einki kann gera sjálvur, sum
er hjálparleysur og má líta á onnur
at fáa hjálp. Eg varð sendur til Dan
markar í egnum flogfari, eg varð
skurviðgjørdur á miðjari nátt og eg
varð innlagdur í tríggjar vikur. Tað
kostar nógvar skattakrónur, sigur
Hans Jákup Mikkelsen og heldur
brennandi fram.
- Vit síggja mammur ganga við
børnum við breki. Vit føla við teim
um eina løtu, men gloyma tey lætt,
tá tey eru farin framvið, tí vit hava
torført við at fyrihalda okkum til tað.
Og tú skilur tað ikki, uttan tú hevur
roynt tað. Tú veitst ikki hvussu tað
er, at vera púra og fullkomiliga hjálp
arleysur, sigur Hans Jákup Mikkel
sen.
- Tí er tað so umráðandi, at vit liva
í einum samfelag, har øll rinda skatt.
At vit hava pengar til eina vælferðar
skipan, so vit øll kunnu sleppa undir
læknahond um neyðugt. Tí mugu øll
vera við til at lyfta og gjalda, sigur
Hans Jákup Mikkelsen.
Ítróttur
Eins og politikarar, bankastjórar og
onnur framstandandi fólk mugu tola kritikk,
so skal eg eisini tola tað. Um fólk finnast at
sendingunum, og halda meg vera ein dumman
hund, so er tað í ordan.
Jan Lamhauge,
journalistur í Kringvarpinum