Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2018 8 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Atlantsflog skjýtur seg sjálvt í fótin Topparnir í ferðavinnuni eru ósamdir, nú Atlantflog fer undir at byggja hotell. - Framferðin hjá Atlantsflogi er burturvið, tí tað svarar til at felagið, sum rekur undirsjóvartunlarnar, fer undir bilasølu fyri at fáa fleiri bilar at koyra ígjøgnum tunlarnar, sigur Tummas Justinussen, nevndarformaður í Hotell Hafnia. Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi heldur hinvegin, at tað er trot á hotellum í Føroyum og tað er ein forðing fyri, at ferðavinnan kann mennast. Samlast um føroyskan tónleik Tá vit tóku stig til Faroe Music Awards, var tað tí, at vit føldu tað manglaði ein dagur ella kvøld um árið, har vit bara savnaðu okkum um føroyskan tónleik. Tað bleiv so til Føroysku tónlistavirðislønirnar FMA, og eg haldi, at tónleikalívið beinan vegin tók væl móti tiltakinum og gjørdist ein partur av tí. Tað er eisini fremsta fortreytin fyri, at tað ber til at hava eitt slíkt tiltak, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA. Mars: - Eg hyggi rundan um meg á Ríkissjúkra­hús­ inum og síggi tey fólkini, sum liggjar har og einki kunnu gera. Tey fara ongantíð at blíva til nakað aftur í lívinum. Tey eru burtur og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tey verða sett í okkurt skot í samfelagnum og gloymd burtur. Tað ræðandi er, at tey feila akkurát tað sama sum eg. Orðini eigur 50 ára gamli Hans Jákup Mikkelsen, sum í sjúku og ótta hevur funnið dirvið til at tala at ójavnanum í samfelagnum. 3. oktober 2017. Hesin dagurin byrjar sum ein púra vanligur týsdagin. Hans Jákup skal á fjall hendan dag­in í Kvívík, men tá veðrið ikki er til tað, fer hann at fáa sær døg­ urða í miðbýnum í Havn saman við tveim­um vinnulívsmonnum. Teir sita leingi og práta, og síðani gong­ ur leiðin hjá Hans Jákupi út á bú­ stað­in í vesturbýnum í Havn. - Eg var júst komin heim, tá ið tað brast í nakkanum. Eg legði meg á songina, men tað hjálpti ikki. Eg setti meg niður, og til síðst legði eg meg á stovugólvið og ringdi 112. Eg segði, at tey máttu koma eftir mær, tí okkurt var hent í nakkanum, greið­ir Hans Jákup Mikkelsen frá. Meðan hann liggur har sortnar fyri eygunum, og hann fjarar spaki­ liga burtur. Telefonin ringir tvær ferðir. Tað eru portørarnir í sjúkra­ bilinum, sum hava ymiskar spurn­ ing­ar. Aðru ferð eru teir í túninum og vilja vita, hvar helst Hans Jákup liggur. - Eg sá einki, men eg føldi tey man­erera og lyfta meg upp. Tá kom dótt­ir mín inn. Tað eri eg keddur av, at hon skuldi síggja pápa sín liggja so, sigur hann. Tað seinasta Hans Jákup Mikkel­ sen minnist frá hesum degnum er, at ein sjúkrarøktarfrøðingur tekur í armin og sigur “nú skalt tú vestur í Vágar og niður á Ríkissjúkrahúsið”. - Kona mín hevur sagt mær, at tað var ein spurningur um tíð. Tey spurdu fleiri ferðir, nær tað hendi, tí um eg fekk hjálp áðrenn 12 tímar vóru farnir, so var møguleikin har, greiðir hann frá. Harður kampur um at vera til Fríggjadagin 5. oktober raknar Hans Jákup við aftur. Hann hevur nú verið meira og minni burtur í tríggj­ar dagar, men hendan dagin veit hann, hvar hann er og hvat er hent. Kona og systur hansara eru við hansara lið og hóast hann hev­ur verið burturi, so hevur hann fingið við, at hann er á Ríkis­sjúkra­ hús­inum. Á høvdinum er hol frá tí skurði, sum læknarnir gjørdu fyri at lætta um trýstið, og úr tí er ein slanga, sum er føst í einum posa. Hans Jákup vaknar til tann veru­leikan, at hann ikki fer at fáa var­andi mein. Men samstundis er nýggi veruleikin ein fjølbroyttur coktail­ur av pínu, morfini og heili­ vági. - Tað var ein evigur kampur, hvønn dag, um at tíma at vera til. Eg mátti kempa meg upp fyri at eta og fáa matin niður um. Eg hevði eina øgiliga pínu og var so ræðu­liga móð­ur, greiðir Hans Jákup Mikk­el­ sen frá. Ein av teimum minstu Man plagar at siga, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okk­ urt. Og tað má sigast at vera til­feldi við lagnuni hjá 50 ára gamla gøtu­ mann­inum. Tí meðan hann stríðist við kenslu av ótta og møðsemi, so er ein gáva komin við heilabløðingini. Hann sær klárari nú enn nakrantíð og hevur funnið dirvið til at siga Eg óttist líkasæluna Bakkafrost keypir stórt fóður­ skip við føroyskari tøkni Bakkafrost hevur gjørt avtalu við JT electric um keyp av einum 75 metra langum fóðurskipi. Hetta er annað fóðurskip av hesari støddini, sum JT electric skal lata Bakkafrost í 2018. - Vit fegnast um, at Bakkafrost enn einaferð hevur valt eina tílíka loysn frá okkum, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Fóðurskipið verður útfjørt við framkomnu fóðurskipanini, sum er ment á Kambsdali. Fólk frá JT electric skulu leiða umbyggingina, sum verður gjørd á einari skipasmiðju í Póllandi. Politik­arar mugu taka størri stig - Vit kunnu ikki fáa skil á umhvørvistrupulleikunum við skjótum loysnum. Dálking og ovurnýtsla krevja, at stór politisk stig verða tikin. Hetta merkir ikki, at einstaklingurin ikki kann vera við í tilgongdini, men verður arbeitt kollektivt, so verður munurin størri og boðskapurin kraftigari, sigur Gunnhild Dahl Niclassen, BA í stjórnmálafrøði og MA í humanøkologi. Tú mást stríðast fyri tí Tað gongur út yvir lagið, tá tað gongur illa, men sum listafólk er tað ikki hugsingur um at sleppa tí, tí so kann mann akkurát tað sama gevast við øllum og leggjast at doyggja, sigur Hansina Iversen, sum hevur fingið trý ára starvsløn. MAR 2018 Fólk eru blivin so kræsin í dag, og nógv eru ikki vin við føroyskan mat. Pitsa, lasanja og burgarar hava yvirhálað føroyska matin. Og krøvini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, at flettingarrúmið skal vera løggilt, hevur eisini lagt fót fyri nógv. - Dinna og Durita Svarthamar, Skælingur Eg havi spælt tónleik øll hesi árini. Eg royni at fáa tað besta burturúr og fáa nýtt tilfar undan kavi av og á, so eg ikki bara fari út og spæli tað sama. Men tað er jú ikki lættari við árunum at halda seg relevantan og endurnýggja seg. Tað krevur nakað av einum. - Eyðun Nolsøe, tónleikari