Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 28. desember 2018 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór SÍ b steypavinnari SÍ b er óvæntaði steypavinnarin hjá monnum í flogbólti. Fleiri royndir spælarar eru á liðnum, sum eisini telur formannin í fólkaflokkinum, Jørgin Niclasen. SÍ b vinnur á ÍF í finaluni. Hjá kvinnunum vinnur Fleyr, eftir at dráttur annars vann tvey tey fyrstu settini. Steyafinalurnar í hondbólti eru á Hálsi Hjá kvinnunum vinnur VÍF ein rímiliga greiðan sigur á kyndilskvinnum, meðan kyndilsmenn eitt sindur óvæntað vinna á favorittunum úr H71 Hjá kvinnum vinnur VÍF í stórum stíli. Tað eru bara fáir minuttir farnir av finalunum, tá fyrstu ábendingarnar koma um, at vestmannakvinnur eru meira til reiðar til finaluna enn kyndilskvinnur. Tær gulu og bláu renna skjótari, og tær grønu úr Kyndli megna ikki at fylgja við. -Tá tú hevur eina so góða verju framman fyri teg, sum eg hevði í dag, er tað hugaligt at standa í málinum, sigur mál­verj­in hjá VÍF, Kristina Griksaite. VÍF er á odda 13-8 í hálv­leik­ in­um og vinnur 23-19. At síggja til gongur alt eftir ætlan hjá VÍF. -Eg skal ikki siga, at alt gekk 100 prosent, sum eg hevði ætlað mær í dag, men eg kann tó siga, at tað so avgjørt gekk eftir vild, sigur Ingi Olsen, venjari hjá VÍF. Kyndil vann mansfinaluna Undan finaluni var mett, at H71 mundi hava munin. Serliga er tað teir tríggir Peter Krogh, Mark Marcher og Hilmar Leon Jacobsen, sum kunnu hótta frá bakketuni, men kyndilsverjan stóð væl. Í álopsstøðu hevur til tíðir gingið strilti hjá teimum grønu, men soleiðis var ikki í nýggju umstøðunum á Hálsi. Spælarar sum Bartal Klein Olsen, Tummas Pauli Hanusarson og Rókur Akralíð gjørdu mun. Ungi Bartal Klein Olsen skorar upp á brotskøstini, Tummas Pauli Hanusarson bæði átti lut í uppspælinum og skotum, meðan samanspælið millum Rók Akralíð og Rógva Dal Christiansen riggar væl. Kyndil er á odda 12-9 í hálvleikinum og vinnur 24-17. -Eg havi ongantíð verið so glaður fyrr. Hetta var ótrúliga strævið, men eg eri glaður. Vit vinna í dag, tí vit eru góðir og spæla, sum vit hava spælt teir seinastu fimm dystirnar. Vit tosaðu undan dystinum um tekniskar feilir. Vit gera næstan ongar í dag og tað er munurin, sigur Julian Johansen, venjari Kyndli, sum dagin eftir boðar frá, at hann eftir trý ár gevst sum venjari hjá Kyndli. Føroyingur í La Liga Magni Mohr er partur av venjaratoyminum hjá spanska fótbóltsfelagnum, Deportivo La Coruna, sum spælir í bestu deildini. Fyrrverandi stórspælarin úr Hollandi, Clarence Seedorf, er nýggjur venjari í felagnum. Stórhøllin á Hálsi Nýggja stórhølliin á Hálsi stendur sína fyrstu roynd, tá steypafinalurnar í hondbólti og flogbólti eru. Tað eru deildar meiningar um høllina, sum nú tekur væl fleiri áskoðarar og er meiri rúmlig, men framvegis lýkur hon ikki treytirnar til altjóða hondbólt. inn­an kropp og móta samsvarandi. Kvinn­urnar binda fyri bringuna, og lítil og ongin dentur verður lagdur á formar. - Kvinnurnar høvdu eitt dreingja­ ligt úttrykk, og tað kann tulkast sum eitt mótrák til korsettini og form­ar­n­ ar, sum vóru áðrenn stríðið fyri javn­ støðu byrjaði, sigur Siri Søren­sen. Eftir at kvinnur fáa atkvøðurætt, verð­ur man bangin fyri, hvat fer at henda. Tá verða ymiskar avmark­ing­ ar settar fyri, hvat er loyvi at vísa av kvinnu­kroppinum í millum annað film­um. - Kvinnurnar hava aftur verið úti um seg, og mugu tí tónast niður aft­ ur, sigur Siri Sørensen. Í 1960’unum eru kvinnurnar aftur sera klænar og viðkvæmar inn­til tær síðani veruliga koma inn á arbeiðs­ markn­aðin. Tá tær veruliga koma á arbeiðs­marknaðin, eru tær enn klæn­ar, men tær hava eisini meira form­ar og størri vøddar. - Musklar á kvinnum var bein­leið­ is ljótt áðrenn áttatiárini, sigur Siri Sør­ensen. Ítróttur - Tað er ein framíhjárættur, at eg sleppi at vera við í tilgongdini at byggja Filmshúsið upp, at seta Føroyar á kortið sum filmsland, umframt at skapa synergi á einum høgum fakligum støði. Eg fari at arbeiða fyri at skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið og samstundis útvikla tað heilt unga og evnagóða ættarliðið Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum