Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. desember 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2018 6 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Soleiðis eri eg Hesin sporturin hevur givið mær so nógv og hevur verið ein stórur partur av mínum lívi, eg eg ikki kann halda hann uttan fyri hurðina meira. Eg má lata hurðina upp og viðurkenna, at soleiðis eri eg, sigur 53 ára gamli Gunnar Hjelm. Hann og sonur hansara Teit Hjelm hava tosað um at liva út sínar dreymar og við tí í huga vil Gunnar Hjelm gera comeback í bodybuilding. – Teit segði við meg, at eg als ikki eri ov gamal, og eigi at fylgja mínum dreymum, sigur Gunnar Hjelm. Februar: - Hóast vit menniskju ofta hava lyndi til at siga, at vit bert taka hædd fyri perónsmensku, so vísa óteljandi kanningar, at vit eru ómetaliga nógv ávirkað av útsjónd, kroppi og klæðum. Tað nyttar onki at avnokta tað, men vit mugu staðfesta, at tað er so, sigur Siri Sørensen, Cand. Pæd. Soc. Spurningurin, hvaðani nútímans kropsidealið kemur, stendur ósvar­aður. Gjøgnum árini hevur idealið verið ymiskt ymsa staðni í heim­inum, men við alnótini eru hesi ymisku idealini farin at líkj­ast alsamt meir – og hetta er ikki bert gald­andi fyri fullkomnu kropps­ mynd­ina, men eisini fyri millum annað list og tónleik, tí vit ávirkast av hvørjum øðrum, greiðir Siri Sør­ en­sen frá. - Tað kann samanberast við eina kreativa tilgongd. Tú situr møgu­ liga í Føroyum og fær ein kreativan tanka, men so vísir tað seg, at onkur í Rumenia, Gambia og í Peru júst hava fingið sama tanka. Orsøkin er, at vit eru ótilvitað um, at vit eru ávirkað av rákinum, sum er í nú­tíð­ ini, sigur Siri Sørensen. Hon samanbert rákið og idealini, sum koma og fara við tað at fáa børn og síðani verða ónøgd við eitt­hvørt, sum foreldrini gjørdu, og tí vilja broyta barnauppalingina. Menn­iskja skapar samfelagið og sam­felagið skapar menniskja, greið­ir Siri Sørensen frá. Tá kvinnurnar fyrst í farnu øld fóru at bróta upp av nýggjum, broyttu tær eisini háttin, tær bóru seg fram á. Sum menniskju hava vit ein grundleggjandi tørv á at út­ trykkja okkum, og tað gera vit mill­ um annað við list, tónleiki og eisini við kroppinum. Kroppurin partur av menniskjanum Vit hava ofta hug at siga, at alt tað, sum viðkemur kroppinum, er grunt, men vit brúkta øll kroppin til at úttrykkja okkum við. - Sigur tú, at tú ikki vilt fylgja teimum rákunum, sum eru í sam­ felagn­um, tí tað er yvirfladiskt, so út­trykkir tú teg eisini kroppsliga, sum partur av einum mótráki, sigur Siri Sørensen og leggur soleiðis upp til, at vit ikki fáa snúð okkum undan ta ávirkan, sum rákini í sam­ felagnum hava – hvørt vit ynskja tað ella ikki. - Man sleppur ikki undan hesum idealinum, men vit eiga tó at verða til­vitað um, at rákið er har, og at tað broytist alla tíðina. Tí er tað ógvus­ligt at siga, at ein kennir seg merki­liga ella útihýsta, um ein ikki fylg­ir við í rákinum ella um klæðini í handlunum ikki sita væl á einum. Tað er umráðandi at vita, at rákið aft­ur fer at venda og at verða til­ vitað um, at klæðini óivað eru gjørd til eina kvinnu, sum ikki sær út sum tú, staðfestir Siri Sørensen. Rák og samfelagsmenning eru knýtt Siri Sørensen greiðir frá, at rák av ymiskum slagi altíð eru tætt knýtt at menningini í samfelagnum. Og so er eisini við rákinum innan krops­ideali. Í tíðarskeiðinum frá áleið ár 1400 til ár 1700, var kvinn­an rund, bleyt og eym. Hesi eru eyð­ kenn­ini, sum eru serstøk í einum patri­arkalskum samfelag, har kvinn­an fyrst og fremst skal bera børn. Á myndum situr hon ofta við ein­um barni, hyggur niður ella til síð­una og er undirgivin. Fyrst í 1900 talinum byrjar stríðið fyri javnstøðu millum kyn­ini av álvara og kvinnur fáa at­kvøðu­ rætt. Í 1920-unum broytist rákið Menniskju eru estetiskt tilvitað Trúðarlívið má tola kritikk - Eg vóni, at hesar sendingarnar kunnu kvalifiserað kjakið og somuleiðis flyta okkum inn í eitt tíðarskeið, har miðlar viðgera átrúnað eins og til dømis politikk. Kirkjur og samkomur mugu eisini koma har til, at tær tola kritikk, og síggja, at tær ikki eru frítiknar fyri kritiska viðger frá miðlunum og frá fólki sum heild, sigur Heini í Skorini, oddamaður fyri sendirøðina Gud signi Føroyar. Sendi­røðin hevur seks partar og fer aft­urum fleiri tættir í tí føroyska trúar­ lív­inum, og felags fyri allar sendingarnar er, at atfinningarsaman røddir siga frá hinari síðuni av sakini. Tað er púra vanlig journalistisk mannagongd, at man roynir at finna meira enn eina keldu, men Heini í Skorini heldur, at tað er munandi meira viðkvæmt í hesum førinum. Fingrafimi gittar­spælarin skal finna fóta­festið - Tá ið tú hevur verið ígjøgnum hesa longu útbúgving og kemur út í arbeiðs­ lívið, fært tú eitt sjokk av, hvussu lítil áhugin í grundini er fyri tí tónleiki, sum tú hevur brúkt so nógva tíð og orku uppá, sigur gittarspælarin Alvi Joensen, sum nú skal fóta sær eftir 10 ára skúlagongd á tónleikaskúlum. Hann er 27 ár og ættaður úr Norðragøtu. Hann hevur tikið útbúgving sum klassiskur gittarspælari á Musikhøgskolan í Malmø. Frá 2010- 2013 tók hann bachelor, frá 2013-2015 master og frá 2015-17 tók hann serliga solistútbúgving. Grav­gangur eftir borði á Koks - Tað er eingin ivi um, at Michelin­ stjørn­an, sum KOKS fekk í fjør, gjørdi stór­an mun. Matstovan var fullbókað hvønn dag alt árið í fjør, og gongdin er tann sama í ár, sigur høvuðskokkurin á KOKS, Poul Andrias Ziska, sum í februar í 2018 varðveitti stjørnuna á hátíðarhaldi í Keypmannahavn. Ein trið­ingur av plássunum á matstovuni í ár vóru longu bílagdur í februar í ár. Tá matstovan fyrstu ferð fekk Michelin stjørn­una í 2017, fekk hon ómetaliga nógvar bíleggingar úr øllum heiminum og gongdin hevur verið tann sama í 2018. FEB 2018 - Eg var heppin, at tað ikki var fatalt, tá eg datt av stiganum. Eg fari at koma á føtur aftur, og eg kempi soleiðis, at eg aftur sleppi út millum manna. Tað havi eg ikki verið seinastu tíðina, og tað er sjáldsamt fyri meg. Helena Dam á Neystabø, tingkvinna - Tað er einki høpi í, at fólk á útoyggj ikki sleppa at veiða fygl, samstundis sum menn við skjóttgangandi bátum sleppa at støvsuga alt havið millum oyggjarnar fyri fugl. Øll fuglaveiða eigur at vera bannað í eina tíð, til stovnarnir eru komnir fyri seg. Ólá Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum Hálv milliard gongur aftur Talið “hálv milliard” gongur aftur í rokniskapinum hjá Bakkafrost: Yvirskoti upp á hálva milliard, vinningsbýti upp á hálva milliard og skattar upp á hálva milliard. Regin Jacobsen og Oddvør Jacobsen, størstu parteigararnir í felagnum, fáa 96 milliónir krónur í vinningsbýti, meðan landið fær 150 milliónir.