leygardagur 27. november 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
31
– Nóg mikið er spart í
oljufyrisitingini.
Savnið og brúkið allar
góðar kreftir til at
taka ímóti komandi
avbjóðingunum í hesi
nýggju vinnu. Vil væl
til verður fyrsta olju-
framleiðslan veruleiki
í 2014 sigur Alex
Buvik, ráðgevi í olju-
málum
OLJUPRÁT
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Føroyska oljutilgongdin
hevur verið væl løgd til
rættis frá byrjan. Nógv
skilagott er hent. Men
neyðugt er at gera nógv
fleiri kanningar, áðrenn ein
kann siga um hetta verður
til nakað ella ikki. Oljufyri-
sitingin má gera sítt til at
skapa áhuga fyri økinum
sigur Alex Buvik, sum
seinastu árini hevur starvast
á Oljufyristingini. Hann
hevur tí verið tið til menn-
ingina av okkara oljufyri-
siting og eisini nú farið var
frá eini ráðharrastovu til
fyrisiting. Fyri tíðina er
oljufyristingin
munandi
skerd. Man hevur styrkt
jarðfrøðiliga
partin
av
oljufyritingini og tað er
sera gott. Men føroyskir
politikarar og myndugleik-
ar mugu eisini hugsa um at
styrkja
oljufyrisitingina,
soleiðis at man er fyrireik-
aður at taka ímóti komandi
avbjóðingum. Í dag eru tað
ikki mong eftir, sum klára
at lyfta eina slíka uppgávu.
Alex Buvik ávarar tí
ímóti enn fleiri sparingum
her. Hann heldur tað var
rætt at skipa tingini øðrvísi
út frá galdandi fortreytum,
men tað, sum er stórt spell
við slíkum er, at tú missir
nógv av kompetansu, og
nógv av teimum dugnaligu
og kompetentu fólkunum í
Oljufyrisitingini eru farin
aðrastaðni, tí man ikki
hevur havt eitt nóg greitt og
klárt mál og meining við
nýggju fyrisitingini. Ein
kann sjálvandi fáa nýggj
fólk. Men skal tú lyfta eitt
virksemi sum oljuvinna er,
so hevur tú brúk fyri kom-
petentum fólki, bæði á
jarðfrøðliga økinum og ikki
minst á fyrisitingarligu
síðuni. Tú skal umsita eina
kolvetnislóg við teimum
neyðturiviligu kunngerð-
unum og lógarverkinum, og
tá mást tú hava góð fólk.
– Spurningurin er tí eis-
ini, hvønn málsetning polit-
iska skipanin hevur við eini
oljuvinnu. Eg eri eitt sindur
í iva um, hvussu tað verður
í framtíðini, ikki minst tí at
man als ikki hevur nevnt
oljuna í samgonguskjalin-
um og harvið kann man
tulka polikararnar, sum at
man ætlar sær ikki at rað-
festa hetta høgt. Tað vóni
eg tó ikki er støðan. Styrk-
ið heldur oljufyrisitingina,
um man meinar nakað við
eini oljuvinnu.
– Hvussu hava vit, her
m.a. okkara oljumyndug-
leikar, klárað okkum í telv-
ingini ímóti oljufeløg-un-
um?
– Avgjørt væl. Eg var
sera ovfarin av Oljufyri-
sitingini, tá eg kom higar.
Man hevur dugað at takla
tingini rætt, og hevur Olju-
fyrisitingin og fólkini har
gjørt eitt sera professionelt
arbeiði.
Og framtíðin – hvørji eru
tíni ráð?
– Keep up the good work
er boðskapurin. Haldið
fram við tí góða arbeiðin-
um.
Og Alex Buvik hevur
eisini eitt boð uppá, nær
fyrsta oljan rennur úr
undirgrundini!
– Lat okkum siga, at tað
verður borað aftur í 2006
og eitt fund verður gjørt. So
skulu avmarkingarbrunnar
borast, og síðani skal man
meta um lønandi virksemi.
Síðani tilrættaleggja eina
útbygging. Henda tilgongd-
in, frá tí at tú hevur gjørt
eitt fund til oljan rennur, fer
at taka umleið 8 ár, so
fyrsta oljan, í besta lagi,
gerst veruleiki í 2014.
Buvik takkar øllum teim-
um hann hevur arbeitt sam-
an við og fyri tað góða úr-
slit komið er fram til. -
Hetta er eitt gott land at
búgva í. Eg havi verið væl
móttikin og havi fingið
nógvar góðar vinir. Tað
verður við sorgblídni, at eg
fari higani.
– Føroyingar mugu
ikki billa sær inn
einsamallir at kunna
megna alt. Oljuvirk-
semið er eitt altjóða
virksemi við nógvum
ymiskum mentanum.
Tað er týdningar-
mikið, at Føroyar taka
lut í altjóða olju-
mentanini eisini og
ikki bara sita í sínum
egna dunnuhyli í
Føroyum. Tað hava
tað verið tekin til
tíverri. Skal man vera
ein tjóð sum ynskir at
átaka sær at fremja
egin áhugamál og tey
hjá oljuídnaðinum,
so má man eisini
hava altjóða áhuga
og innlit sigur Alex
Buvik, fyrrv. ráðgevi
hjá oljumyndugleik-
unum
OLJUPRÁT
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Alex Buvik hevur arbeitt
hjá føroysku oljufyrisiting-
ini í fleiri ár og hevur staðið
á odda fyri trygdini í sam-
bandi við boriskráirnar hjá
oljufeløgunum. Beint áðr-
enn 2. útbjóðing varð skriv-
að út fór hann aftur til
Noregs at arbeiða sum ráð-
gevi. Men áðrenn hann og
konan løgdu leiðina til
heimlandið, fekk Sosialurin
orðið á hann.
Alex Buvik ivast onga
løtu í, at tað finst olja í før-
oysku undirgrundini. Hon
er longu staðfest í fleiri av
brunnunum. Jarðfrøðiligar
fortreytir eru fyri at finna
olju, spurningurin er bara,
hvar hon liggur goymd.
Hann vísir so eisini á, at
økið, har tað higartil er bor-
að, er bert ein evarska lítil
partur av øllum landgrunn-
inum. - Eg haldi, at kol-
vetni eru í føroysku undir-
grundini, og tað í lønandi
nøgdum undirstrikar rætti-
liga avgjørdi norðmaðurin.
Alex Buvik var í Føroy-
um í 8 ár. Hann kom higar í
96. Byrjaði fyrst sum ráð-
gevi fyri oljufyrisitingina
og tók so við føstum starvi
í mai 96. Hann varð settur
til at vera við til at skipa eitt
regulverk, ja leggja sjálva
strategiina fyri heilsu, um-
hvørvi og trygd í sambandi
við eina oljutilgongd við
eitt nú stórum boripallum á
føroyskum havøki. Og tá
komið var á mál at skipa
reglur fyri boripallar ol.,
varð so farið undir at skipa
reglur fyri leiting og seinni
aftur fyri allari framtíðar
tilgongdini við útbygging
og framleiðslu og flutningi
og loksins við avtøku av
øllum.
Alt hetta arbeiðið, heldur
Buvik, varð rímuliga væl
móttikið av oljuvinnuni.
Sum frá leið komu bor-
ingarnar. – Eftir fyrstu
boringina høvdu vit fingið
ein greiða fatan av, hvussu
hetta skuldi skipast í Før-
oyum. Arbeitt varð víðari
at gera eitt regulverk til 4.
brunnurin varð boraður.
Tvs. at tað varð nú miðjað
móti at hava eitt samlað
regulverk fyri allar oljutil-
gongdirnar frá leitiboring
til framleiðslu og loksins til
flutning av oljuni og til
burturbeining av pallum og
útbúnaði, tá oljan einaferð
er uppi. Alt hetta arbeiðið
varð gjørt liðugt fyrr í ár og
latið landsstýrismanninum.
So ein kann væl siga, at
Alex Buvik hevur verið við
til at byggja upp frá A til Z
– tað so týdningarmikla
lógar- og regulverkið, sum
skal tryggja, at alt fer rætt
fram í sambandi við eina
komandi oljutilgongd við
Føroyar.
– Harvið er tað arbeiði eg
varð settur til at gera liðugt.
Og orsakað av lítlum virk-
semi er tað eisini náttúrligt
fyri meg at enda sáttmálan
og so møguliga koma aftur,
tá boringarnar byrja aftur
og tá vera við til at góð-
kenna oljufeløgini, olju-
pallarnar og oljuleiti-virk-
semi, tá teir írestandi fýra
brunnarnir skulu borast.
Tað verður so neyvan fyrr
enn um knøpp tvey ár.
– Hvussu væl hevur so
hetta
arbeiðið
hepnast
spurdi vit Alex Buvik?
– Eg haldi tað hevur
hepnast sera væl. Vit hava
verið serstakliga heppin, tí
stóru londini kring okkum
hava gjørt eitt stórt forar-
beiði fyri okkum. Tað hava
vit brúkt men tilpassað tað
til nútíðina og viðurskiftini
í Føroyum. Har meini eg, at
man er farin burtur frá at
gera eitt regulverk út í
hvønn smálut. Ístaðin siga
vit oljufeløgunum, hvat
samfelagsstøðið - standard-
urin er fyri heilsu, um-
hvørvi og trygd. Ikki
hvussu tey skulu gera tað.
Tað gera feløgini sjálvi við
at brúka altjóða standardir.
Vit hava so eitt regulverk,
sum so tekur altjóða stand-
ardirnar við. Vit skapa
karmarnar, sum oljufeløg-
ini so fylla út.
Alex Buvik dylur heldur
ikki fyri, at oljufeløg sum
eitt nú BP halda føroyska
regulverkið vera nakað av tí
besta í heiminum.
– Tá eg kom til Føroya at
arbeiða við hesi uppgávuni
var tað eisini mítt mál at
betra um tað, sum longu
fanst í øðrum londum. Og
sjálvur haldi eg hetta hevur
eydnast okkum. Buvik
heldur sjálvur, at føroying-
ar eiga at kenna seg tryggar
við tað regulverk, sum er
gjørt, havandi í huga, at ein
stórur oljuídnaður kann
taka seg upp ein dag.
Basaltið
Hvussu sær Alex eina kom-
andi oljutilgongd fyri sær?
– Føroyar eru ein olju-
provins við bæði høgum
váða og kostnaði. Olju-
ídnaðurin fer har í verðini,
har kostnaðurin er lægstur
og váðin ikki er so stórur.
Føroyski trupulleikin er
basalt. Í økjunum, har tað
longu er borað, finst einki
basalt. Men tey økini, sum
nú eru áhugaverd, eru fjald
av tjúkkum basalti. Tað er
trupult at avlesa undir-
grundina gjøgnum basaltið.
Haraftrat gongur tað seinri
at bora gjøgnum basalt. Tað
merkir, at boripallarnir
mugu vera her longri og
kosta tí nógv meira.
Nú verður so roynt at
finna eina tøkni, sum ger
tað lættari at síggja og bora
gjøgnum basaltið. Verða
hesar gáturnar loystar, so
hava Føroyar stórar møgu-
leikar. Men tað er ov tíðliga
at siga, hvussu verður við at
loysa hesar so grund-
leggjandi spurningarnar.
– Hava vit so gjørt mis-
tøk hesi árini?
– Tað tekur tíð at finna
olju. Nú hevur so verið
arbeitt miðvíst við hesum í
meira enn 10 ár, og tað er
ikki nógv sæð í altjóða
høpi. Haldi ikki at stór
mistøk eru gjørd. Áhugin
hevur verið stórur frá
oljufeløgunum frá byrjan.
At feløgini kanska vóru í so
bjartskygd tá, haldi eg tey
sjálvi mugu taka ábyrgdina
av. Vit hava altíð verið eitt
sindur varin við hesum
bjartskygninum.
– Hvat er tað besta, sum
er hent, meðan tú hevur
verið her?
– Tá vit byrjaðu so smátt
um miðjan 90-ini varð
GEM verkætlanin sett á
skránna. Hetta var eitt stórt
altjóða projekt, sum skuldi
kortleggja data við Føroyar,
á havbotninum, í sjónum og
í umhvørvinum sum heild.
Hetta var eitt stórt projekt
fyri føroyingar, sum ikki
vóru vanir við at arbeiða
við so stórum projektum
saman við altjóða ídnaði.
Tað tók sína tíð at fáa tað
projektið burðardygt, men
eftir tað so fekk tað stóran
týdning fyri Føroyar. Øll
lærdu av hesum. Føroying-
ar lærdu at samstarva uppá
tvørs í tí altjóða umhvørv-
inum.
Hitt, sum gleðir meg, er
MRCC-støðin í Havn. Tað
gleðir meg nógv, at føroy-
ingar hava fingið sína egnu
sjóbjargingartænastu, sum
tykist virka væl. Tað tók
sína tíð men oljutilgongdin
var so medvirkandi til, at
henda gjørdist veruleiki.
Ikki einsamallir
– Hvørjir eru so fyrimunir-
nir og vansarnir við at vera
eitt so lítið samfelag, tá
man fer í gongd við eina so
stóra vinnu sum oljuvinnan
er tað?
– Tað negativa er, at før-
oyingasr mugu ikki billa
sær inn, at føroyingar
einsamallir kunnu megna
alt hetta. Oljuvirksemið er
eitt altjóða virksemi við
nógvum ymiskum mentan-
um. Tað er týdningarmikið,
at Føroyar taka lut í altjóða
oljumentanini eisini og
ikki bara sita í sínum egna
dunnuhyli í Føroyum. Tað
hava tað verið tekin til
tíverri. Skal man vera ein
tjóð sum ynskir at átaka
sær at fremja egin áhuga-
mál og tey hjá oljuídnaðin-
um, so má man hava al-
tjóða áhuga og innlit.
Tað positiva er, sigur
hann víðari, at oljumynd-
ugleikarnir hava megnað at
lyft uppgávuna. Oljufyri-
sitingin er limur av einum
felagsskapi,
sum
eitur
North Sea Offshore Autori-
ty Forum, har øll londini,
sum liggja kring Norð-
sjógvin
umrøða
felags
trupulleikar,
og
størsta
gleðin fyri Føroyar er, at
man hevur fingið fulla
Føroyar partur av altjóða oljumentan
Sparið ikki meira
á Oljufyrisitingini
Alex Buvik er føddur í suðurnorska býnum Kristianssand.
Eftir vanliga skúlagongd fór hann til sjós, og eftir tað tók
hann tekniska útbúgving í Oslo.Har var hann í nøkur ár og
arbeiddi sum ráðgevi fyri eitt lítið maskinfelag. So kom
oljan til Noregs, og tað helt hann vera eina spennandi
avbjóðing.
Hann flutti tí til Stavanger og var við í arbeiðinum uppá
fyrsta feltið, Ekkofisk, sum varð bygt út. Síðani fekk hann
arbeiði hjá nýggju norsku oljufyrisitingini. Har var hann í
trý ár og fór eftir tað til arbeiðis hjá oljufelagnum Amoco,
har hann var í 17 ár. Stóran part av tíðini , í 9 ár, var hann
pallstjóri umborð á einum boripalli á Valhallafeltinum.
Eftir hetta stovnaði hann sítt egna ráðgevarafelag, eitt nú
arbeiddi hann við at selja ein boripall til Kina.Tað var tá, at
Føroyar komu inn í myndina. Her var hann fyrst sum
ráðgevi og síðani fekk hann ein sáttmála uppá fleiri ár. So
maðurin, sum legði sær til rættis eina framtíð við olju-
uppgávum í Kina, endaði í Føroyum.
Nú er Alex Buvik so farin til arbeiðis sum ráðgevi hjá
grønlendsku myndugleikunum, har hann skal vera við til
at skipa regulverk fyri heilsu, umhvørvi og trygdarpartin í
sambandi við komandi borgingar. So skjótt borað verður
aftur í Føroyum er hann tilreiðar at koma aftur hendavegin.
So neyvan er seinasta orð sagt um sjarmerandi og
hugnaliga oljumannin úr Noregi, Alex Buvik.
FAKTA
semju við ídnaðin og
myndugleikar
í
øðrum
londum fyri ein felags
standard fyri at brúka
boripallar. Tað merkir, at
kostnaðirnir fyri myndug-
leikar og feløg verða minni
við tað, at ein boripallur,
sum er góðkendur í Noregi,
Bretlandi ella Danmark,
eisini kann koma inn í
føroyskan sjógv, um man
hevur tey góðkendu serti-
fikatini. Tað er sera posi-
tivt, tí tað ger tað byrokrat-
iska arbeiðið einfaldari.
Hvat ynskir
samfelagið
– Um stórar oljukeldar
verða funnar, hvat gera vit
so?
– So mugu gerast kon-
sept fyri útvinning. Tá má
føroyska samfelagið taka
støðu til, um tað ynskir ein
slíkan útvikling. Tað er eis-
ini spurningurin, um nøgd-
irnar eru nóg stórar, so
marknaðurin er áhugaður
at keypa. Síðani fer ein út-
bygging fram, og tú fær ein
oljuídnað. Tað fer at hava
nógv at siga fyri Føroyar.
Alex Buvik heldur tað vera
týdningarmikið, at arbeiðs-
megin umborð á pallunum,
har framtíðar oljuvinnan
verður ment, skal vera før-
oysk aftaná eina skiftistíð,
har eisini útlendingar eru
við. Slíkt virksemi krevur
eisini eina stóra tænastu-
skipan á landi.
So eru tað skattainntøk-
urnar. Har eru tað politikar-
arnir, sum skulu stýra pen-
ingastreyminum. Royndir
mínar úr Noregi eru tær, at
vit fingu eina yvirupp-
hitaða økonomi, tá oljan
kom, og tað tok ár at læra
seg at handfara hetta. Hetta
mugu føroyingar læra av.
Sjálvt um tit eru smáir, so
eru vit stórir nokk til at
kunna handfara eina olju-
vinnu.
Fleiri bein
Alex Buvik er vorðin góður
við Føroyar og føroyingar
eftir so mong ár her. Hann
sigur, at Føroyar eru eitt
sera vakurt og dramatiskt
land, og hetta eyðkennir
eisini føroyingar. Føroy-
ingar eru sera hugnaligir,
hava ein góðan humor men
frá tíð til aðra kanska eitt
sindur órealistiskir. Føroy-
ingar eru droymarar og
ynskja at gera nógv, sum
kanska ikki er so væl um-
hugsað og so realistiskt at
gera til veruleika. Tá eg
hugsi um, at her liggja 18
oyggjar tveittar út í At-
lantshavið
við
48.000
íbúgvarum, so hevur hetta
samfelagið klárað seg sera
væl. Hetta er eitt robust
samfelag við vælkvalifi-
seraðum fólki. Væl hava
tey bara livað av fiski-
vinnu. Oljuvinna er ídnað-
ur, og føroyingar eiga helst
at læra seg at eitt sindur
meira av "ídnaðarhugsan"
og ikki bara liva við síni
traditionellu veiðumanna-
og fiski-mannahugsan.
Alex Buvik heldur tað
vera sera vandamikið fyri
eina lítla tjóð sum tí før-
oysku bara at hava eina
vinnu at halda seg til, og tí
heldur hann at tað er skila-
gott við eini oljuvinnu sum
eitt bein aftrat at standa á.
Tá niðurgangstíðir eru í
einari vinnu, so er gott at
hava eina aðra til at taka. Tí
er sera umráðandi, at føroy-
ingar leggja seg eftir ídnað-
arvirksemi, antin tað so
verður olja ella nakað ann-
að.
Alex Buvik, oljuráðgevi: -Oljutilgongdin hevur verið skilagóð higartil
Alex Buvik, sum hevur
arbeitt í Oljufyrisitingini í 8
ár
C
M
Y
K
31
30